ókeypis smakkiroyndir av spennandi rættum, sum okkara fantastisku kokkar borðreiða við. So gloym alt um dýrt innkeyp, matgerð og uppvask. Tú skalt bara seta eitt stórt X í kalendaran tann 12. september [...] Tíðindaskriv: Tað er líkamikið, um tú er maður ella kvinna. 0 ár ella 100 ár. Hundur ella ketta. Øll eru vælkomin til Slaktið. Her sært tú ferðina frá livandi djóri til ein leskiligan bita á tallerkinum
vegg mamman troystar barnið sigur at alt verður betri men røddin skelvur sum eitt blað í køldum vindi pápin er farin við einum vápni hann ongantíð ynskti at halda um eystanfyri markið sita aðrar mammur [...] hann vónar verður sum hon plagdi at vera á tokstøðini halda hendur fast um aðrar hendur áðrenn hurðin letur aftur tey vita ikki um hetta er eitt farvæl ella byrjanin til eina langa bíðitíð flóttafólk bera [...] tað dugir bert at gera dagin óhugnaligan men onkustaðni undir øskuni andar ein lítil neisti ein vón um at vápnini tagna at markið aftur bert verður ein strika og at børnini kunnu fara út úr kjallaranum
Frelsunarherinum. Um áhugi og førleikar eru til staðar, kann eisini verða møguligt at avloysa í øðrum uppgávum í húsinum, tá tørvur er á tí. Arbeiðstíð Starvið er 30- 40 tímar um vikuna, alt eftir avtalu við [...] Arbeiðið er fjølbroytt og fevnir bæði um dagliga reingerð, høvuðsreingerð og aðrar praktiskar uppgávur, sum stuðla undir dagliga virksemið á Herberginum. Starvið fevnir m.a. um: Dagliga reingerð av kømrum, baði [...] í Tórshavn søkir eftir einum røskum og álítandi reingerðarsfólki til eitt fast starv á 30-40 tímar um vikuna. Tú fært eina týðandi uppgávu við høvuðsábyrgd fyri reingerðingini á Herberginum og verður ein
grøv. Og neyvan hevur nógv verið tosað um hetta. Havið hevur nógv at siga í føroysku fólkasálini. Upphav er um røtur, stríð hjá forfedrum. Um upphav og havið, og um at hava og ikki hava. Við upprunasjónleiki [...] lýst. Tað varð ikki tosað, ikki orð sett á sorgina. Hon skuldi tigast burtur. Sum um, at um ongin setti orð á, so hvarv alt hetta syrgiliga av sær sjálvum. Hendan mentanin hevur livað upp til okkara dagar [...] fingið eina leikuppliviing, ið merkist, ið kemur út um pallkantin (sum ikki rættiliga er har), og sum gevur áskoðarum okkurt at hugsa um. Tí hugsa vit okkum um, ella grnska eitt sindur í egnum jørðildi, so hava
Heilsustýrið væntar, at hetta fer at økja um talið á børnum, ið fáa barnakoppsetingar rættstundis. Heilsustýrið hevur fleiri ferðir ávarað um, at undirtøkan fyri tilmældu barnakoppsetingunum er minkandi [...] Hugburðskanning frá 2025 millum føroysk foreldur um barnakoppsetingar vísti tó, at foreldur taka væl undir við, at børnini verða koppsett. Kortini er ein alt størri partur, sum av onkrari orsøk ikki fær hetta [...] samstundis sum vit verja onnur. Í Føroyum hava vit eina barnakoppsetingarætlan, har øll børn fáa tilboð um koppsetingar, sum verja tey móti álvarsligum smittusjúkum so sum meslingum, polio og kikhosta. Nógvar
og Toran gongur (2023), ið er søga við myndum um eitt hús, fýra húski og ein hending, sum broytir alt. Skaldsøgan Kjarr (2020) er ein menningarskaldsøga um eina unga kvinnu og ferð hennara úr Føroyum út [...] røðini um Snjómánafólkið (2025). Ingun hevur m.a. eisini skrivað ungdómsskaldsøguna Sólgrátur (2022), sum viðgerð nógv evni, ið hava við trupla ungdómslívið at gera. Skaldsliga fevnir Ingun um ævintýr [...] tað at hitta ein rithøvund kann geva næmingunum áhuga fyri bókum, kveikja lesigleðina og hvør veit, um vitjanin eisini kann vekja fyrstu spírarnar hjá einum komandi rithøvundi. Í sambandi við at Bókadeild
tíggju prosentstig fleiri næmingar komnir í bólkin, sum ikki hevur virkisført lesføri. – Ábendingar eru um, at tað serliga eru dreingirnir, sum hava havt stórt afturstig í lesing, stendur í frágreiðingini. [...] stað ella tikið seg eitt vet fram í støddfrøði og náttúruvísindum, men lesiførleikin er fallin nógv. Alt ov nógvir næmingar røkka ikki grundleggjandi førleikastigi, og ov fáir røkka teimum hægstu stigunum [...] og læraraútbúgvingunum. Mælt verður millum annað til eina samskipaða ætlan fyri lesimenning tvørtur um lærugreinir og meira dagført føroyskt lesitilfar, serliga til eldri næmingar og dreingir. Eisini verður
og kann millum annað minka um váðan fyri hjarta- og æðrasjúku, høgum blóðtrýsti, diabetes og heilatilburði. Ársins evni á altjóða fysioterapidegnum snýr seg tí ikki bara um endurvenjing, tá sjúkan longu [...] staðfest ella tilburðurin er hendur. Tað snýr seg eisini um tað, sum kann gerast áðrenn. Fysioterapeutar hava førleikar til at hjálpa fólki og meta um øktar váðar fyri sjúku, og vegleiða teimum í, hvussu rørsla [...] lívsgóðsku sum gjørligt. Men heilatilburður er bara eitt dømi um eitt nógv størri arbeiðsøki. Fysioterapeutar arbeiða við heilsu og førleika gjøgnum alt lívið – frá motoriskari menning og rørslugleði hjá børnum
spyr, nær uppskotið um eina javnviðgerðarlóg verður lagt fyri Løgtingið, og nær væntast kann, at lógin kemur í gildi. Eyðgunn Samuelsen vil eisini hava at vita, um lógin fer at fevna um mismun vegna aldur [...] svara, um komandi javnviðgerðarlógin fer at banna mismuni vegna aldur. Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein skrivligan fyrispurning um aldursmismun [...] ávísum aldri. Sambært Eyðgunn Samuelsen er støðan eisini ymisk alt eftir, hvør arbeiðsgevarin er. Tvey fólk við somu førleikum og sama ynski um at halda fram á arbeiðsmarknaðinum kunnu sostatt verða viðgjørd
líka gott, er alt tað, sum hendi rundan um veggirnar. Turistar spyrja, hvar verkini eru. Onkur hevur ferðast til Føroya, tí tey hava sæð veggjamálningarnar. Fólk í Hetlandi hava spurt, um We Need Art kann [...] gevandi felagsskapi rundan um listina. Og nú standa vit eftir við eini rúgvu av verkum, sum ikki eksisteraðu í mai í ár. Nú standa tey her, og tú kann njóta tey púra ókeypis. Alt døgnið. Hetta er fyri børn [...] algoritmur og AI pausu. Listin endaði ikki bara á vegginum, hon setti eisini gongd í okkurt størri. Og um alt gongur eftir ætlan, so royna vit aftur í 2027. Og av hjartanum takk til Betri stuðul, Atlantic Airways