minuttir seinni gjørdi sami Patrick Metcalfe forarbeiðið, tá hann legði upp til Jóannes Bjartalíð sum tók av og økti til 2-0. Jóannes hevur higartil skotið fýra mál, og hevur lagt upp til fýra mál hetta kappingarárið [...] Fredrikstad vann dystin 2-1 og er nú einsamalt oddalið við 41 stigum. Brandur H. Olsen og Jóannes Bjartalíð spældu allan dystin. Patrick Metcalfe legði Fredrikstad á odda 1-0 tá 52 minuttir vóru farnir
Jóannes Bjartalíð gjørdist stóra hetjan hjá Fredrikstad í kvøld, tá teir vunnu seg víðari í norsku steypakappingini. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Jóannes Bjartalíð sigursmálið til 1-0. F [...] undan longdu leiktíðini, og vann seg víðari í steypakappingini. Jóannes hevur lagt upp til mál hjá Fredrikstad, men hetta er fyrsta málið Jóannes hevur skorað í einum almennum dysti fyri Fredrikstad.
Jóannes Bjartalíð spældi í dag fyrsta dystin fyri Fredrikstad aftaná skurðviðgerðina. Talan var um seinasta venjingardystin hjá Fredrikstad, ið var móti Strømsgodset á útivølli í Drammen. Longu tá tríggir [...] tríggir minuttir vóru farnir skoraði Jóannes fyri liðið, ið hevur Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara. Stutt undan steðginum javnaði Strømsgodset til 1-1, og so komu ikki fleiri mál í dystinum. Fredrikstad
Fyri fyrstu ferð síðani 14. august var Jóannes Bjartalíð at síggja á vøllinum fyri Fredrikstad aftur. Fredrikstad spældi í kvøld á útivølli prestisjutunga grannauppferð móti lokala arvafíggindanum, Sarpsborg [...] at vinna dystin á Sarpsborg Stadion 1-0. Sigursmálið skoraði Henrik Skogvold í 49. minutti. Jóannes Bjartalíð fekk 13 minuttir á vøllinum í kvøld. Fredrikstad er nummar fimm í deildini við 40 stigum, sama
KFUM Oslo. Tað gleðiliga í dag var, at í 75. minutti kom Jóannes Bjartalíð á vøllin fyri Fredrikstad. Hetta er fyrstu síðani 5. mai, at Bjartalíð er at síggja á vøllinum. Brandur H. Olsen sat á beinkinum
føroysku landsliðsvenjararnar. Jóannes Bjartalíð var við aftur í hópinum hjá Fredrikstad í bestu norsku fótbóltsdeildini, tá Fredrikstad á heimavølli vann 2-0 á Vaalerenga. Jóannes var ikki á vøllinum í kvøld [...] kvøld, men í undanfarnu dystunum hjá Fredrikstad móti Rosenborg og Brann Bergen var Jóannes ikki í hópinum. Fredrikstad hevur seks stig fyri tríggjar dystir aftaná tveir heimasigrar og eitt tap á útivølli
hjá Fredrikstad bíða eftir at sleppa at síggja hvat 26 ára gamli føroyski landsliðsleikarin, Jóannes Bjartalíð kann tilføra liðnum. Móti Mjøndalen mánakvøldið er hann ógvuliga sannlíkt við í hópinum, skrivar [...] skrivar Fredrikstad Blad. Fredrikstad Blad skrivar eisini, at á myndini (omanfyri) smíltist Jóannes Bjartalíð í harðari kapping við sólina um sína fyrstu pínufríu venjing í fleiri vikur. Sambært Fredrikstad [...] ímóti í annaðkvøld klokkan 18, Mjøndalen er Meinhard E. Olsen. So er at vóna, at bæði Meinhard og Jóannes vera at síggja á vøllinum.
alment, at KÍ og Jóannes Bjartalíð hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at Jóannes Bjartalíð fer at spæla við KÍ í hvussu so er fram til og við 2024. Jóannes Bjartalíð fylti 26 ár í síðstu [...] 234 dystir í fremstu røð fyri KÍ, og at hann í teimum hevur skorað 109 mál. Higartil hevur Jóannes Bjartalíð spælt 21 A-landsdsytir og skorað tvey mál, og hann hevur spælt 18 U-21 landsdystir og fýra U-17 [...] og síðani hevur hann verið fastur maður mest sum alla tíðina. Faroesoccer.com veit at siga, at Jóannes hevur spælt 198 landskappingardystir á besta liðnum, har hann hevur skorað 94 mál. Í kappingini um
við liðskiparan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð. Liðskiparin hjá KÍ heldur, at AB gjørdi tað strævið hjá KÍ. Á plusssíðuni kom KÍ á odda sera tíðliga í dystinum, men Jóannes Bjartalíð er bangin fyri, at júst [...] júst hetta fekk KÍ at taka sær heldur ov nógv av løttum. Jóannes Bjartalíð heldur ikki, at KÍ spældi upp til sítt besta í dag. HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Rógva Poulsen hjá AB.
Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá stóra málmøguleikanum hjá Jóannes Bjartalíð. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð aftaná dystin. 3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Andrias [...] ##med2## Jóannes Bjartalíð og Andrias Eriksen høvdu lutir at fegnast um, og lutir at iðra seg um aftaná Føroyar hevði tapt 0-4 móti suverena oddaliðnum í undanbólki F, Spania í EM-undankappingardystinum [...] um í Gijon. Jóannes Bjartalíð fegnast um sín fyrsta dyst frá byrjan, og hann heldur avgjørt, at hann hevur framt eitt avrik, ið gevur honum vónir um endurval til teir komandi dystirnar. Andrias Eriksen