Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad spældi í kvøld oddadyst móti Kongsvinger á útivølli í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Bæði liðini høvdu 38 stig hvør undan dystinum.
Fredrikstad vann dystin 2-1 og er nú einsamalt oddalið við 41 stigum. Brandur H. Olsen og Jóannes Bjartalíð spældu allan dystin.
Patrick Metcalfe legði Fredrikstad á odda 1-0 tá 52 minuttir vóru farnir av dystinum. Bara tríggjar minuttir seinni gjørdi sami Patrick Metcalfe forarbeiðið, tá hann legði upp til Jóannes Bjartalíð sum tók av og økti til 2-0.
Jóannes hevur higartil skotið fýra mál, og hevur lagt upp til fýra mál hetta kappingarárið.
Tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini minkaði Ludvig Langrekken um munin til 1-2, men nærri kom heimaliðið ikki.
Úrslitini lagaðu seg veruliga hjá føroyingaliðnum, Fredrikstad í kvøld. Nummar trý í deildini, Oslo KFUM tapti 0-1 fyri Hødd á heimavølli. Hetta merkir, at Fredrikstad við 41 stigum er sjey stig frammanfyri Oslo KFUM.
Tvey trey fremstu liðini flyta beinleiðis upp í bestu norsku fótbóltsdeildina.
Komandi sunnudag tekur Fredrikstad móti Hødd á heimavølli. Sama dag møtast Kongsvinger og Oslo KFUM í Kongsvinger. Fredrikstad kann sostatt við einum sigri á Hødd taka eitt stórt stig móti uppflytingini.