Stóra blaðið í Fredrikstad, Fredrikstad Blad sum fylgir fótbóltsliðnum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad FK sera tætt skrivar: - Í 13 vikur hava fjeppararnir hjá Fredrikstad bíða eftir at sleppa at síggja hvat 26 ára gamli føroyski landsliðsleikarin, Jóannes Bjartalíð kann tilføra liðnum. Móti Mjøndalen mánakvøldið er hann ógvuliga sannlíkt við í hópinum, skrivar Fredrikstad Blad.
Fredrikstad Blad skrivar eisini, at á myndini (omanfyri) smíltist Jóannes Bjartalíð í harðari kapping við sólina um sína fyrstu pínufríu venjing í fleiri vikur.
Sambært Fredrikstad Blad var høvuðsvenjarin, Mikkjal Thomassen vónbrotin av avrikinum á heimavølli móti Moss farna vikuskiftið, tá Fredrikstad á 120 ára stovningardegi felagsins leikti ein skuffandi javnleik 1-1 móti Moss.
Á liðnum sum Fredrikstad spælir ímóti í annaðkvøld klokkan 18, Mjøndalen er Meinhard E. Olsen. So er at vóna, at bæði Meinhard og Jóannes vera at síggja á vøllinum.