Eftir summarsteðg í tað mesta av einum mánað fór bólturin í kvøld á rull aftur í næstbestu deildini. AB hevði í góða summarveðrinum vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi, og AB vann 3-0 eftir 2-0 í fyrra [...] økti um munin til 2-0. Uppleggið átti Luca Ørsted Thorstensen, sum síðani summarsteðgin í fjør hevur verið á Argjum. 20 minuttir undan leikloki varð 3-0 sigurin staðfestur. Uppskriftin var tann sama, sum tá
fjølbroytt, tí tað er gott fyri heilsuna. Keyp fisk, tí tað minkar um vandan fyri at fáa hjartaæðrasjúkur. Keyp fullkorn, tí tað minkar um vandan at fáa lívsstílssjúkur. Keyp bjølgmeti, tí tað er gott fyri [...] tí tað er at stuðla Donald Trump. Tað eru alt sum so fín endamál – men vit vita, at tað eru prísurin og smakkurin, sum hava størstu ávirkanina á, hvørjar vørur, vit koyra í innkeypskurvina. Og tað eru [...] væl fyri. Tað eru nógv fólk, sum hvønn dag kenna á egnan kropp, at tað er dýrt at liva í Føroyum. Sum eru fíggjarliga viðbrekin. Og sum hava brúk fyri, at vit taka neyðug stig fyri at gera tað liviligari
hond. Eg føldi meg glaðan og stoltan. Fyri at tað yvirhøvur bar til. Fyri at fáa loyvi at veittra við mínum egna flaggi. Fyri meg hevði tað týdning. Men tað sum hendi í tí bussinum, hevur ikki slept mær [...] umboða eitt annað land enn sítt egna. Eg veit enn ikki hví tað var So týdningarmikið fyri meg. Tað tættasta eg havi til eina niðurstøðu til tað, er kenslan av at hoyra til. Ólavsøkan, til dømis, framkallan [...] persónligu avrik. So hví ikki bara fokusera á tað? Hví ikki bara ganga upp í mítt egna potentiali og ikki lata meg ávirka av flaggi og tjóð? Er tað ikki tað tann rætti íðkarin eigur at gera? Eg veit ikki
samkenslu til øll tey, sum mist hava. Forsetin leggur aftrat, at stóra bjargingarátakið, sum hevur verið í gongd í samband við russisku álopini á Kyiv, nú eru liðugt. Hósmorgunin varð fyrst boðað frá seks [...] Zelenskyj. Sambært The Kyiv Independent var russiska álopið móti ukrainska høvuðsstaðnum hósnáttina tað deyðiligasta í krígnum higartil. ##med2##
staðið varnaðist hon skjótt, at alt ikki ruggaði rætt. Maðurin blásti í alkometrið, og tað vísti seg at vera yvir tað loyvda av rúsdrekka í blóðinum. Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, og [...] Maðurin varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og síðani leyslatin aftur. Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Tey høvdu nakrar fyrireikingar til dystin í Klaksvík millum KÍ og Radnicki
amerikansku starvsfelagar. - Fyrsta stigið er at tosa beinleiðis við tey. Vit hava verið í nógvum samskifti. Faktiskt hevur tað verið ein sera góður dialogur, sigur hann. * Avstralia fær ein toll uppá 10 prosent [...] stigini eru, skrivar tað á sosiala miðlinum X. - Sveis hevur verið og hevur framvegis samband við ábyrgdarhavandi myndugleikarnar í USA, sigur Samveldisráðið, sum leggur afturat, at tað framvegis strembar [...] Ein av tollunum, sum USA hevur kunngjørt á eina røð av londum og økjum, kemur í gildi í morgun. Tað snýr seg um tollin á kanadiskum vørum. Í næstu viku - sjey dagar eftir at tollurin varð kunngjørdur -
heldur, at teir byggja á ósannindi og ábyrgdarloysi. - Og tað er greitt, at um tú skalt vera ein stovnur, sum savnar Danmark, so er tað ikki kring tað teknokratiska møsnið, segði Lykkeberg við Information [...] arbeiðspláss, at hann var eyðmjúkur um uppgávuna. - Tað eru nógv ting, sum eg skal kunna meg um. Tí verður tað ikki ein dagur við stórum strategium og ætlanum. Tað kemur, tá eg taki við embætinum og veruliga havi [...] public service stovninum frá Mariu Rørbye Rønn. Hon hevur verið aðalstjóri síðani 2010, men boðaði í oktober í fjør frá, at hon fór úr DR í 2025. Tað frættist skjótt, at Bjarne Corydon eitt av heitastu nøvnunum
talið síðani 2015, tá 28 fólk vórðu avrættað. Flestu avrættingarnar í ár hava verið í Florida, har deyðarevsing hevur verið nýtt níggju ferðir. Møguleikin at døma fangar til deyða er tikin burtur í 23 av [...] Trump, er talsmaður fyri deyðarevsing. Tá hann varð innsettur í Hvítu Húsunum í januar, segði hann, at tað skuldi brúkast sum revsing fyri tey mest ræðuligu brotsverkini. Ritzau/AFP
Nordisk lovaði í gjárkvøldið framhaldandi at stríðast fyri at tryggja heilivág til bíligar prísir í USA. Tað sigur heilivágsrisin í stuttari skrivligari viðmerking til ídnaðarmiðilin Medwatch. - Amerikanska [...] Johnson, Merck og Pfizer hava eisini fingið eitt líknandi bræv frá Trump. Amerikanski marknaðurin hevur verið nakað av einum gullnámi hjá Novo Nordisk. Í fjør fekk heilivágsfelagið meira enn helvtina av sínum
veruleikanum gjørdi hann meira enn tað. Hann vísti okkum, at lagna okkara sum tjóð er í okkara egnu hondum. Tað vísti eisini kvinnulandsliðið í hondbólti í apríl, tá liðið sum tað fyrsta føroyska A-landsliðið [...] snýr seg ikki bara um at røkka tindinum. Tað snýr seg um at njóta ferðina, líkamikið hvagar vit fara, tí tað er á sjálvari ferðini, at vit vaksa og læra. Alt tað, sum er ímillum at eydnast og miseydnast [...] og gera teir veruleika. --- So mangt er byrjað við, at onkur hevði ein dreym, og ofta vísti tað seg, at tað krevjast bara nøkur fá fólk til, at dreymar gerast veruleiki. Landsliðini hjá kvinnum og monnum