má tað vera lítið hugaligt hjá teimum fólkafloksumboðum, sum hava sitið í Tórshavnar býráð og myndað meirilutan, at fáa allar hesar lortaspannirnar oman yvir seg frá núverandi borgarstjóra, tí at talan [...] góðkendan og annars útmerkaðan graslíkisvøll, so lítið man vera at ivast í, at útspillingin av vøllinum síðstu fimm árini er alt annað enn søtur musikkur hjá hesum góða og holla samstarvsfelaga hjá Tórshavnar [...] Í staðin fyri at greiða frá, hví tað ongan veg gongur, er borgarstjórin farin í sjálvsving á Facebook við viðmerkingum í eystur og vestur, ið bert útstilla vantandi vitan og vilja til at fyrihalda seg
og tað gekk væl at fáa fatur á henni. Jógvan sigur, at teir høvdu bert ein sóknarongul niðri á støðni, men tað var eingin trupulleiki, tí hvalirnir vóru so spakir, at líkt varð til, at teir bíðaðu eftir [...] Sunnudagin, tá ið Sosialurin frætti, at nakrir hvalir høvdu lagt beinini í Svinoy, ringdu vit fyrst á løgreglustøðina í Klaksvík fyri at fregnast. Jú, teir høvdu hoyrt um, at nakrir hvalir helst einir 5 í tali [...] løtu, tí Eyðun veit betur at siga frá. Hon fortaldi, at henni kunnugt hevði bert ein hvalur áður lagt beinini í Svínoy og tað eru nógv ár síðan. Hittu mannin! Vit høvdu ikki tol at bíða. Leitaðu aftur í
snellu. Av tí, at kvoturnar eru so smáar, hevur tað gjørt, at fleiri og fleiri hava aftrað seg við at farið eftir teimum, men í staðin selt teimum, sum hug hava at fara. Tað hevur so gjørt, at onkur hevur [...] snelluloyvinum stendur, at loyvt er at fiska upsa, tosk og annan fisk. So verður avmarkingin á toski ásett, men einki sagt um, hvat annar fiskur er fyri nakað. Tað kann so vera brosma, longa og onkur hýsa [...] landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur steðgað spekulatiónini við fiskiloyvum við at seta sum treyt, at fyri at fiskilolyvi skal kunna skifta millum før, skal eigarin sjálvur hava fiskað í minsta lagi
1895 at siga, at von Post hevur vitjað ofta í Føroyum, Suðuroynni, hevur rættindi til kolavinnu og at hon hevur keypt rættindini frá jarðareigarum á staðnum. Loyvisbrævið ásetir, at gongd skal vera komin [...] Seinni byrjar hon at seta pening í ymiskt, og ofta ymiskt, ið hevði stóran váða. Og hetta fekk hon skjótt at merkja, tá tíðirnar versnaðu. Tað er í 1875, at Kerstin von Post fær rættindi at høgga kol í Suðuroynni [...] sæst, at sviar koma til Føroya við kolavinnu fyri eyga. Í 1890 fær fransmaður loyvi, eftir umsókn frá von Post, ið fevndu um rættin at høgga kol í Suðuroy, at útvinna kopar, jarnstein og eldfast leir í Suðuroy
einki annað fyri enn at taka hvítan dúk. Lisberg skeyt upp, at krossurin skuldi vera bláur uttast og reyður innan, tað stóð betur saman við tí hvíta, enn at vit lótu hin reyða litin vera uttast, soleiðs sum [...] ngini, vit vóru skjótt samsintir í tí, at vit áttu at nýta teir norrønu liturnar: reytt, blátt og hvítt. Hin stóri spurningurin var, hvussu dúkurin átti at vera litaður. Noreg hevði reyðan og Ísland bláan [...] Versailles í 1919. Grundtankin var, at allar tjóðir skuldu hava frælsi at avgera síni egnu viðurskifti. Nú um dagarnar ringdi Brandur Øssursson til okkum á Sosialinum at spyrja, um vit vildu prenta hesar
endurgivin fyri at siga, og faðirin at modernaðari sálarfrøði William James staðfesti eisini, at “onki er so absurd, at um tú bara endurtekur tað nóg ofta, so fara fólk at trúgva tí.” Kom at hugsa um hetta [...] prátinum, um at ”at fylgja við tíðini?” Og er tað veruliga so flott, at nú kommunalir skattapengar vera sendir til Danmarkar við donskum høvuðsnavni, so kann trivnaðarstjórin loksins staðfesta, at konsertin [...] Hava tit gloymt, at Tórshavnar Kommuna í 2008 ikki ynksti at fáa ungdómin oman í býin so tætt upp undir ólavsøkuna, við eitt nú tí grundgeving, at tey ungu kanska skikkaðu sær so illa, at tað kundi blíva
Um tann, sum ikki dugdi tabell, varð sagt, at hann fór heldur ikki at duga at rokna. Eg var rættiliga býtt, tá ið børnini hjá okkum fóru at ganga í skúla, at tey ikki lærdu tabell á sama hátt sum vit. [...] eisini væl. Eg minnist, at vit fingu ein feskan kalva, og at pápi segði við meg, at hann hevði svomið í damminum. Rindaðu keypmanninum í hondina Tað var eitt, sum var øðrvísi við at búgva t.d. við Gjógv [...] gomla kona, tá ið eg fór at keypa eitt kvøldið. Hon helt, at vit oyðiløgdu hesar dreingirnar við at lata teir sláa alt. Men ikki bilti kortini, og teir gjørdust raskir menn. At ganga til neyta Eitt stórarbeiði
onkuntíð plagdi at fáa ov nógv upp í høvdið, og sum tá hevði hug at gerast eitt sindur harðligur. Eg minnist, at hann var tikin einar tvær ferðir av hernaðarpolitinum. Tá visti eg ikki, at hesin maðurin [...] Louis Apol. Men tá ið teir ætlaðu sær at rógva umborð aftur, brast hann á við landsynningi, og tað var ómøguligt at rógva umborð. Hvat var so at gera, uttan at søkja sær lívd, har hon fanst? Louis dugdi [...] við Louis, at um Jóhanna føldi tað sama fyri mær, sum eg fyri henni, so vildi eg fegin at tað skuldi verða vit bæði. Eg segði eisini pápanum, at eg fór nú avstað av landinum, men eg ætlaði at koma aftur
tá ið tað av álvara fer at sansa at. Hesir somu úrvalsføroyingar royna eisini at billa fólki inn, at Danmørkin er rótin til alt ilt. Teir hava roynt at billa føroyingum inn, at Danmørkin hevur verið eitt [...] úti í Tinganesi. At enda skal eg siga, at eg kenni ongan trupulleika av at nevna meg føroying, og at eg eri stoltur av mínum føðilandi og mínum landsmonnum. Men eg kann leggja afturat, at eg eri nógv stoltari [...] standa aftast í røðini tá tað ræður um at gera sær dælt av nevndu olmussu. Tá halda tey tað ikki vera skomm. Nei sannleikin er tann, at mong av teimum eru von við at tala við fleiri tungum í sama gáki. Nú
hledur ikki, at korini hjá gomlum og veikum skuldu verða bøtt. Onkur teirra helt, at hetta kom at knýta okkum enn tættari at Danmørkini og fór at seinka loysingini almikið. Líkt er til, at hesin flokkurin [...] bart út, at hetta var ikki heilt rættvíst, tí tað var jú vanligt at børn tóku sær av sínum foreldrum. Óivað høvdu teir gloymt, at tað vóru ikki øll børn sum vóru soleiðis fyri, at tey megnaðu at geva foreldrunum [...] tykjast at vera meira varnir og mest eru at líkna við polittiskar eftirbløðrur. Men, eg havi varhugan av, at fólkaflokkurin spælir við tjóðveldisflokkinum sum kettan við músini. Hann veit nevniliga, at tjó