Søgan um kolið fram úr myrkrinum

Ein arbeiðsbólkur hevur longi arbeitt við at lýsa søguna um kolavinnuna í Suðuroynni, og nú røkist fyri, at føroyingar fáa søguna. Partvís hevur bólkurin savnað skrivligt tilfar, og eisini lutir og skjøl, ið hava samband við tíðina, tá grevstur eftir kolið hevði stóran týdning, men eisini er eydnast at fáa Kringvarp Føroya at gera sending um hesa vinnuna. Áhugaverd er t.d. søgan um pengasterku svensku kvinnuna Kerstin von Post, sum keypti jørð og rættindi at útvinna eittnú kol í Føroyum

Í einum fyrrverandi handilshølum miðskeiðis á Tvøroyri, hittast javnan fólk, ið hava áhuga fyri fornminnum, farnari tíð og ikki minst tíðini, tá kolavinnan hevði týdning fyri Suðuroynna og føroyingar annars. Og arbeiðsbólkurin hevur sett sær fyri at fáa søguna um kolið fram í ljósið aftur.

Bólkurin er settur saman av persónum úr Hvalba, Tvøroyri og Famjin og í útvið 3 ár hevur bólkurin fingist við dokumentararbeiði.


Gomul søga

Søgan um kolið er yvir 300 ára gomul. Longu í 1600 talinum leita onglendingar eftir koli í Suðuroynni. Hvussu hetta hongur saman hevur arbeiðsbólkurin eisini sett sær fyri at fáa lýst nærri.

Men tað eru ikki so nógv ár síðani, at tað fór at ganga afturá við kolavinnuni. Undir seinna heimsbardaga var nógv virksemi og kol varð flutt kring allar Føroyar.

Menn hildu fram at grava kol eftir krígslok í Hvalba, Tvøroyri og Famjin. Í dag kenna tey flestu óivað mest til kolavinnuna, sum hevur verið upp til okkara dagar í Hvalba. Minni kent millum manna er kanska, at kol eisini í síni tíð varð útvunnið í Porkeri, Sumba og Víkarbyrgi.


Nútímans

Nógv kol fór t.d. úr Fámjin til Sandavágs, og Hvalbingar høvdu bátar, sum teir sigldu við kring alt landið við koli. Virksemið dróg sjálvsagt fólk til Suðuroyar at arbeiða, og í fólkateljing í 1801 í Hvalba verður sagt frá monnum úr Noreg, sum búðu í Hvalba. Fleiri eftirnøvn kunnu í dag eisini vísa sína søgu aftur til hesa tíðina.

Stóra virksemið hevði eisini nýggjar tíðir og amboð við sær. Í samband við útflutning, so varð arbeiðið gjørt meira nútímans og tráðbani gjørdur har, sum viðarlundin í Trongisvági er nú. Hesin var niðurlagdur í 1937 og tá kom tráðbanin oman á Drelnes, og sæst okkurt av honum standa uppi enn. Hesin var 3 kilometrar langur. Tráðbani var eisini í Fámjin.

Nógv koladust varð útflutt til Danmarkar, serliga eftir annan heimsbardaga, og trolarar nýttu kol og eisini Smyril nýtti kol.


Framá

Dokumentararbeiðið gongur framá, og eittnú eru myndir hjá Zakariasi Hammer til taks, eins og Dokumentar.fo hevur tikið upp. Men í løtuni er arbeiðsbólkurin spentur uppá sjónvarpssendingar um kolasøguna, sum Ivan Niclasen í Kringvarpinum stendur fyri.


Kerstin Von Post

Ein av meira litríku pørtunum í kolasøguni í Suðuroynni er søgan um svensku Kerstin von Post, sum í dag óivað hevði verið rópt útlendskur íleggjari.

Henda søgan er væl lýst og er ikki heilt stutt. M.a. hevur Helgi Eidesgaard skrivað áhugavert um lívssøgu hennara:

Stutt kann sigast, at svenska aðalsdáman, fødd í 1835, vaks til á einum garði í Julita sókn í Svøríki. Hon hevði áhuga fyri list og ein dreym um at gerast listakvinna. Hetta førdi hana m.a. til París. Listin fekk fastatøkur og hon gjørdist sera vird listakvinna, hóast hetta ikki júst var tað, sum mamman hevði ætlað.

Kríggj brestur á, og Napoleon III hevur ikki eydnuna við sær og París verður kringsett. Kerstin von Post má fara frá listaskemmu síni, sum lá í eini av fínaru gøtunum, og seinni gekk leiðis til Keypmannahavnar.

Keldur á Tvøroyri siga, at ein málningur, sum von Post gav kirkjuni á Tvøroyri, enn er í kirkjuni. Og tað var eisini serstakliga fyri málningar við bíbilskum myndevnum, at hon fekk virðing.

Stutta søgan er síðani, at mamman doyr, og Kerstin keypir systkin síni út av garðinum, og situr tá við 52 gørðum og bygdum, ið hoyrdu til góðsið. Síðani fór Kerstin aftur til París.

Seinni byrjar hon at seta pening í ymiskt, og ofta ymiskt, ið hevði stóran váða. Og hetta fekk hon skjótt at merkja, tá tíðirnar versnaðu.

Tað er í 1875, at Kerstin von Post fær rættindi at høgga kol í Suðuroynni frá Allani Dahl, sum hevði fingið tey við kongaligari samtykt 1. mars í 1873. Rættindini fevndu tó ikki um Hvalbiar sókn. Í juli í 1877 sæst í blaðnum Lindesbergs Allahanda, at von Post hevur selt sín lut í kolagrevstri í Føroyum. Keyparar eru fransmenn og fyri tað fær hon 600.000 Francs í reiðum peningi og 2 mió. Francs í partabrøvum.

Kerstin hevur tó neyvan selt alt, og hon heldur fram í Suðuroynni í fleiri ár eftir hetta. Í 1877 sæst, at sviar koma til Føroya við kolavinnu fyri eyga. Í 1890 fær fransmaður loyvi, eftir umsókn frá von Post, ið fevndu um rættin at høgga kol í Suðuroy, at útvinna kopar, jarnstein og eldfast leir í Suðuroy og rætt at útvinna kopar í Nólsoy.

Í bókini Fylking sæst, at von Post í 1894 fær endurnýggja sítt upprunaloyvi og fær eisini meinlík loyvi, sum áðurnevndi fransmaður.

Bløðini Kalmar og Dannebrog vita í 1895 at siga, at von Post hevur vitjað ofta í Føroyum, Suðuroynni, hevur rættindi til kolavinnu og at hon hevur keypt rættindini frá jarðareigarum á staðnum. Loyvisbrævið ásetir, at gongd skal vera komin á ídnaðin í seinasta lagi 1. juli 1897. Eisini verður sagt, at franskir pengamenn eru við í hennara samtaki.

Um vit her leypa eitt sindur, so verður tó hesa tíðina skriva jaliga um hesa vinnuna í Føroyum í svenskum bløðum. Men veruleikin er helst ein annar. Gongd kom ikki veruliga á arbeiðið, og ásett stóð í loyvisbrævinum, at var ikki gongd í vinnuni í 1897, so duttu loyvini burtur. Men tann 31. august í 1901 fingu loyvini virknaðin aftur, og menn byrjaðu at høgga kol, men bert til heimamarknaðin, so kolaævintýr spurdist onki burtúr. Fransmenn og Kerstin von Post niðurløgdu arbeiðið í 1904.

Enn sigst tó, at onkur jarðarteigur er í Suðuroynni, sum von Post ongantíð slapp sær av við, og tí er hendan moldin sostatt oívað ogn hjá onkrum svia. Men hetta er so, verður kanska ljós varpað á, so hvørt sum arbeiðsbólkurin í handilshølunum miðskeiðis á Tvøroyri finnur fleiri skjøl fram í ljósið.

***

Arbeiðsbólklur, ið dokumenterar tíðina, tá grevstur eftir koli hevði týdning í Føroyum. Á myndini eru Arni Nielsen, Einar Larsen, Jonny Dimon og Tórður Enni. Við í bólkinum eru harumframt Bent Albinus og Rúni Thomsen (Mynd: D. Olsen)