ríkissjúkrahúsið við vón um, at hann kundi fáa hjálp og gerast frískur. Tað var sera tungt fyri tykkum sum foreldur at lílta fitta Eiriki. Tit vildu so gjarna hava hann frískan, men fingu einki gjørt. Hjarta [...] gamal í 1985. Hettar var ein hørð tíð fyri tykkum, men tit royndu at standa sterk saman og fingu nógva hjálp frá familju og vinum. Í 1987 fingu tit Elin og í 1990 Martin. Tú vart ein sera góð mamma fyri [...] gðar. Tá tú vart 24 ára gomul, fingu tú og Niels Arni sonin Eirikur. Tit trý høvdu tað sera gott saman, til Eirikur, sum 3 ára gamal, gjørdist sjúkur av krabbameini. Tit ferðaðust nógv til Danmarkar á
ferguna í 1969. Jú pápi kendi nógv fólk, og so visti hann eisini nógv um slekt. Her kundi eg sagt nógv um okkara góðu foreldur, men verður hetta ov drúgvt, so her ein lítil partur av tí, eg havi at siga [...] hervið skriva um foreldur okkara, sum søgdu okkum farvæl, tað bleiv innan fyri sama ár, ja bert 9 mánaðir í millum tey. Fyrst í februar, og so nú í november, hvør skuldi vantað tað, at tað bleiv so stutt tíð [...] , men so helt pápi, at tey skuldu flyta til Haraldssundar. Mammu dámdi væl á Oyrarbakka, men tá hon helt, at pápi vildi flyta norður til Haraldssundar, so skuldi hon ikki siga nei. Tey fluttu so til H
frá um ymiskar hendingar, ið høvdu verið tær fyri! Sum vit eldust og fluttu heimanífrá, var tað ikki altíð so lætt at koma suður til Skúvoyar at vitja teg. Men tá vit so vóru har, á tíni gátt, fingu vit [...] men tá so deyðin kemur, er tað altíð verri enn ein hevur fyrireikað seg til. Um kvøldið hevði tú verið til døgurða »norðuri á Handskanum«, tá hevði tú tað gott! Mánamorgunin vildi kroppur tín so ikki longur [...] foreldur okkara og langomma at børnum okkara. Fegin vildu vit at børnini vóru eldri, so tey kundu minnast aftur á teg, men so verður tað okkara rætta at minna tey á, hvussu fitt og góð tú var við tey og okkum
sett mítt álit á Jesus. Tá Kristina kom í familjuna, vóru tit so glað og góð við hana. Eisini tá so tann stóri dagurin hjá okkum kom tann 20. juli, so kundi tú tíverri ikki verða við, tí tú lást á sjúkrahúsinum [...] lítil var eg altíð saman við tær og abba og tit vóru altíð so góð við meg. Eg elskaði at sova niðri hjá tykkum at fara oman á Høvdan at keypa fyri tykkum, tí so visti eg, at eg altíð fekk eitt oyra afturfyri [...] tær og styrkja teg, nú tú hevur mist tína konu. Og um tað er nakað, sum vit skulu hjálpa tær við, so mást tú endiliga siga frá, vit elska teg og eru so góð við teg. Tú skalt vita, at vit eru altíð her fyri
bedingini, so eigur hann at koma til okkum" so tað er tekin upp á, at tey eisuni sakna hann. Góða mamma, tað er sera tungt hjá tær, fyrst at missa tín einasta son, so at missa tín elskaða mann. Tú var so góð [...] Tungt er at seta seg niður at skriva nøkur orð um pápa mín, sum var so nógv fyri meg og mína familiu. Fyri knapt 18 árum síðani bleiv okkara einasti beiggi knappuliga tikin frá okkum, í allar fagrasta [...] vardi tað meg, at babba eisini skuldi fara so knappuliga frá okkum, eisini í góðum veðri har sól skein. Babba var ein sera friðarligur maður, gjørdi ikki nógv um seg har hann var, hann var altíð klárur at
fyri. Tit fingu 6 børn, 4 gentur og 2 dreingir, eisini fingu tit 25 abbabørn og 7 langabbabørn. Tað var tú so ógvuliga stoltur av. Ja, bert 72 ára gamalt, tá tú ikki orkaði stríðið meira, sjálvt um um eg [...] bar tað so stillisliga eins og lamb, ið ikki lat upp munn sín. Av tí sama bar tú alt so einsamallur, vit kundu so lítið hjálpa. Men tú góða mamma, tú hjálpti so væl tú kundi og hugnaði so væl um hann. Tað [...] Hetta verða so fyrstu jól, ið tú góða mamma og vit øll eru uttan hann, um hann ikki gjørdi so nógv um seg, er saknurin stórur. Eg má siga, at eg eri sera takksom fyri, at mær untist við familju at verða
rót, bert 45 ára gomul. Tað er so ófatiligt, at vit ikki skulu hava hesa vøkru blómu ímillum okkara meira. Vit eru blivin so nógv fátækari. Tung vóru boðini, sum vit fingu, at Jónfríð ikki var ímillum okkum [...] hevði ein so stóran týdning fyri hana, henni, sum dámdi so væl at arbeiða sum sjúkrahjálpari og passa gomul fólk. Eftir sita vit spyrjandi: hví skuldi hon blíva rivin burtur frá okkum, hon, sum sá so lætt upp [...] sum var so væl til passar, altíð uppmuntrandi og glað, hon sum var í bestra aldri, og hon sum hevði so nógv at liva fyri. Saknurin er stórur hjá tykkum, góðu Jógvan, Beinta, Pauli og Jákup. Tit hava mist
uppvøkstri. Tit vóru tvær ótruliga góðar og fittar systrar, sum høvdu nógv saman. Tit høvdu nógv gott at geva okkum børnum. Vit hava so nógv góð minnir um tykkum báðar, sum fyri okkum hava havt so stóran týdning [...] bara vera til staðar um tørvur var á tí. Ofta tosaðu vit við teg um tær broytingar sum høvdu verið í tínari tíð, men tú dugdi sera væl at taka tað nýggja til tín. Vit kundu tosað um alt. Vit kendu okkum [...] serliga tætt knýttar. Ofta sóust tit saman og vitjaðust tit næstan hvønn dag. Tað var tí eisini svárt hjá tær, tá hon fór. Hon doyði á sumri 2008. Góða omma tú hevur verið so nógv fyri tíni og tað fekst tú
altíð so fegnar tá vit møttust. Men so fór Randi heimaftur, tað vóru ymiskar hóttanir um kríggj, og tey heima ynsktu tað so. Eg kom heimaftur nakað seinri. So gingu árini. Báðar giftust og vit fingu hvør [...] okkara børn høvdu føðingardag. Vit høvdu nógv í felag, báðar høvdu sjómenn sum sigldu úti so vit høvdu so nógv at práta um tá vit hittust ella tosaðu í telefon. Sum børnini vuksu til fóru vit útaftur at arbeiða [...] Minnist enn hvussu stoltar og glaðar vit vóru um hendan sigur. Síðani fóru vit báðar til Danmarkar, Randi fór á Diakonissestiftelsen, har hon hevði ætlan um at blíva sjúkrarøktarfrøðingur og eg fór á h
familjan var nú farin at hugsa um at fáa sítt egna familjuheim. Eg haldi at tað var Leila, ið hevði verið so umhugsin, saman við sínum foreldrum, at søkt um grundstykki, og fingu tey stykki Úti á Fløtum sum [...] tú dugdi so ómetaliga væl at siga frá, skemtingarsamur og fittur. Hesin sjarmerandi láturin, hetta fitta flennið. Eg hoyri teg fyri mær, tá tú fortelur um tá tit sviðu seyðarhøvd, og fingu sveisieygu [...] altíð opið og øll gingið inn á gólvið. Vit dámdu so væl sangin, har bleiv altíð sungið. Hjartvar plagdi at siga við okkum, um vit ikki dugdi at syngja, so kundi vit floyta. Tey dugdu næstan øll Føroya fólks