Sum lítil var eg altíð saman við tær og abba og tit vóru altíð so góð við meg. Eg elskaði at sova niðri hjá tykkum at fara oman á Høvdan at keypa fyri tykkum, tí so visti eg, at eg altíð fekk eitt oyra afturfyri. Eg eri eisini takksamur fyri allar tær ferðir tú og abbi hava biðið meg sett mítt álit á Jesus.
Tá Kristina kom í familjuna, vóru tit so glað og góð við hana. Eisini tá so tann stóri dagurin hjá okkum kom tann 20. juli, so kundi tú tíverri ikki verða við, tí tú lást á sjúkrahúsinum. Vit komu tá at vitja teg brúðarnáttina uml. kl. 04.00 á morni, og tá vart tú so glað, og vit fingu kaffi og køkur.
Tann 5. aug. andaðist tú og fórt heim til Harran, men vit vita, at vit skulu síggja teg aftur har heima ein dag, vit sum hava sett okkara álit á Jesus. Vit koma øll at savnast aftur.
Í Jóhs. 3,16 stendur soleiðis: "Tí so elskaði Gud heimin, at hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív."
Tað var hetta tú gjørdi, omma. Tú elskaði Jesus, livdi fyri hann og tú lat okkum øll vita av tí.
Góði abbi, vit ynskja, at Jesu pápi skal vera hjá tær og styrkja teg, nú tú hevur mist tína konu.
Og um tað er nakað, sum vit skulu hjálpa tær við, so mást tú endiliga siga frá, vit elska teg og eru so góð við teg. Tú skalt vita, at vit eru altíð her fyri teg.
Við hesum vilja vit lýsa Harrans frið yvir minnið um elskaðu ommu okkara Ásu Sólbrún Høj.
???????????
Kristina og Jógvan Martin Hansen