samráðingar um endurgjald frá Den Danske Bank, verða á skránni. Um so verður, fer staturin at samráðast við danska bankan um møguligt endurgjaldskrav, eins og staturin skal samráðast við Landsstýrið um avgjaldsskipan [...] eftir at bankakanningin kom, har biðið varð um at fáa donsku stjórnina at svara, hvørt stjórnin ynskti at grunnurin skuldi taka stig til samráðingar við bankan og um at leingja fyrningarfreistina. Danska stjórnin [...] førir fram, at teir yvirtóku bankan undir skeivum fortreytum, eitt nú eftir ráðum frá Richard Mikkelsen. Gagnligt fyri Føroyar Annað mál er, at Fíggingargrunnurin ongantíð undirskrivaði avtaluna um part
Leikurin fer fram í skógunum uttan fyri Athen, fýra dagar áðrenn hon skal giftast við manninum, sum hon ikki skoytir um. Har kærir hon sína neyð fyri einum, sum hon er góð við, og so fer leikur fram. Leikurin [...] verður kallaður ævintýraleikur. Hann er um ungfólk í Athen, eitt nú um eina gentu, ið noktar at gifta seg við tí manni, sum foreldini hava valt. Galdandi lógir í Athen um hetta mundið siga, at vil gentan ikki [...] Leikurin er stutt sagt um ólukkuligan kærleika, men hann er eisini um so nógv annað, ið ikki skal avdúkast her. Freud og Shakespeare Leikstjórin nevndi, at leikurin er ógvuliga filosofisku, poetiskur og skemtiligur
í Norðurlandaráðnum sett uppskot fram um eina norðurlendska frískúlakonvensión, sigur Jørgen Niclasen. 4 bólkar Konservativi bólkurin hevur heitt á Norðurlandaráðið um at skjóta upp fyri stjórnunum í [...] at frískúlar verða settir á stovn og at teir fáa fíggjarligar karmar at virka undir, so støðið í frálæruni verður so høgt sum tilber. Konservativi bólkurin í Norðurlandaráðnum er umboðaður av Moderata [...] num sigur, at tað má vera mál hjá øllum politikarum at geva fólki møguleikar til sjálvi at velja á so nógvum økjum sum gjørligt. - Í demokratisku grundhugsanini hava norðurlendsku londini altíð verið
øðrum Verkamannafylkingina. ? Tað bleiv so buldrasligt, at eg fekk nógv av hesum fjasinum, sigur Óli Jacobsen. ? Nú ætli eg mær at taka tað avslappað og hugsa meira um familjuna. Men hugsjónin er tann sama [...] seg burtur frá politikki hesaferð, so vil hann kortini ikki siga, at hann ongantíð fer at venda aftur. ? Tá tú hevur verið við í politiskum arbeiði í meira enn 30 ár, so fer uttan iva at rykkja í onkuntíð [...] í Verkamannafylkingina. Var tað ein røtt avgerð? ? Hevði Javnaðarflokkurin tá verið so klókur, sum hann er í dag, so hevði tað ikki verið neyðugt, men sum støðan var tá, kundi tað ikki vera øðrvísi, sigur
at øll ábyrgdin av tí, sum er farið fram liggur av tí handfaring, sum danska fólkatingið og danska stjórnin hevur kraft av okkum føroyingum, tað skal eingin ivi vera um, at fleiri av teimum krøvum, sum eru [...] stuðlar hjá donsku flokkunum og verða teir aftirvaldir, so stuðla teir eina borgarliga stjórn, sum ikki kann fráleggja sær ábyrgd av tí, sum er farið fram her heima. Teir borgarligu hava verið greiðir yvir [...] hava verið vitandi um gongdina, tí hetta sum hendi rnú, er ikki komið beint nú. Teir borgarligu høvdu ræðið í Danmark við hjálp frá føroysku fólkatingslimunum. Tað vil undra meg, um teir ikki sum stuðlar
Í seinastuni hevur nógv verið tosað og skrivað um vandan við at fáa blóð. Í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum hava tey gjørt sær tankar um hvussu tey á bnestan hátt kunnu varðvetia tað álitið, tey altíð [...] inn í kroppin, til andevnið er blivið so mikið sterkt, at tað kann ávísast við teimum kanningarháttum, sum í dag eru til taks, og tað er hetta sum ger, at sjálvt um blóðið er kannað, er ikki 100% vissa [...] Hevur blóðgevarin havt kynsliga samveru, ið kann vera vandamikil, má ábyrgdin vera so mikið stór, og álitið á blóðbankan so mikið gott, at blóðgevarin sjálvur sigur blóðbankanum frá. Tað er eingin sum spyr
har voksstandmyndir eru at síggja av fleiri heimskendum rockstjørnum so sum Michael Jackson, Bruce Springsteen, Madonna o.ø. Og um kvøldið verður farið á Cockney Club, har perluskrýddar drotningar og kongar [...] Norrønu til London, men fyri tað er einki til hindurs fyri at bíleggja sær ein páskatúr við Norrønu, so leingi pláss er umborð. Smyril Line hevur sett nøsina upp móti at selja 650 ferðaseðlar, og sum gongdin [...] fyrsti túrurin, har farið verður við bussi gjøgnum tann søguliga partin av London. M.a. verður koyrt fram við St. Pauls Cathedral, har prins Charles og Lady Diana vórðu vígd. Týsdagin 7. apríl eru eisini
spurdi, um tey høvdu áhuga fyri at koma í ein flokk, sum skuldi stovna síni egnu virkir í skúlaárinum. Hesi 5 vóru millum tey, ið góvu játtandi svar. Tá ið tey byrjaðu í skúlanum, vóru tey so býtt í 4 [...] ávirkað vanligu tímatalvuna, men so er ikki. Næmingar hava tó fingið frí frá vanligu tímunum, tá ið tey hava havt serligan tørv á tí. Alt arbeiði er annars farið fram eftir skúlatíð! Nancy Hejnesen, ið [...] at framleiða 20 skáp við einum søluprísi á kr. 998,-. Um tey selja fyri meira enn kr. 20.000,- eru tey noydd til at gjalda meirvirðisgjald, og so lønar teg seg ikki! Vinnandi bólkurin skal í donsku finaluna
Føroyingar komu meira og meira við í seinna hálvleiki, hóast teir ikki høvdu so nógvar málmøguleikar. Okkara menn sendu nógv fólk fram í eini roynd at javna, men hetta gjørdi, at russar fingu lagt seg á odda [...] leikarin, Heðin á Lakjuni, úr bert 5 metra fjarstøðu smekkaði uppum eftir innlegg úr høgru. Tá okkurt um 30 min. vóru leiktir, var tað Øssur Hansen, sum úr 30 metra fjarstøðu sendi eitt fríspark á tvørstongina [...] odda 2?0 við einum máli hjá Maslov eftir eitt skjótálop í 79. min. Føroyingar fingu tó minkað um munin, tá ið júst innskifti Jan Allan Müller í 85 min. smekkaði eitt innkast frá Allan Mørkøre í málið. Føroyska
fegið vil liva upp til andan í nýggju oljulógini um, at útlendsku oljufeløgini í mest møguligan mun brúka føroyska arbeiðsmegi, vørur og tænastur. Hetta er so eisini ætlað sum hjálp til sjálvhjálp, tí tann [...] føroyingum at verið við, nú tá fyrsta oljuboringin nakrantíð fer fram við Falklandsoyggjarnar. Hóast hetta er í hinum partinum av knøttinum, so eru viðurskiftini við Føroyar og Falklandsoyggjarnar sera meinlík [...] Partnership«, ið er eitt av oljusamtøkunum, ið er virkið á føroyska økinum, ætlar ikki at halda seg aftur í so máta. Í blaðnum í dag lýsir eitt av oljufeløgunum í hesum samtakinum, DONG, eftir føroyingum, sum kundu