Ábyrgd og álit er altavgerandi

? Allir blóðgevarar skulu vita, at vit í blóðbankanum meta tað arbeiðið, sum blóðgevarar gera ólønt, sera høgt, siga tey úr blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum

Í seinastuni hevur nógv verið tosað og skrivað um vandan við at fáa blóð. Í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum hava tey gjørt sær tankar um hvussu tey á bnestan hátt kunnu varðvetia tað álitið, tey altíð hava havt á teirra blóðgevarum.

Øll í samfelagnum og serstakliga tey í blóðbankanum eru greið yvir, hvussu ótrúliga týdningarmikið og ábyrgdarfult tað er at vera blóðgevari. Samfelagið kundi jú als ikki virkað, um tað ikki vóru fólk, ið vildu hjálpa sínum medmenniskjum við at lata blóð, siga tey.

Tey síggja eisini, at blóðgevarar eru klárir at koma dag og nátt, tá ið brúk er fyri teimum, og ber ikki til at koma júst tann dagin, tey ringja, ber altíð til at fáa eina avtalu í lag ein annan dag.

Alt blóð verður kannað fyri HIV - gulsótt B og gulsótt C, áðrenn tað verður givið. Vandin er tann, at tað ganga 2-6 vikur frá tí smittan er komin inn í kroppin, til andevnið er blivið so mikið sterkt, at tað kann ávísast við teimum kanningarháttum, sum í dag eru til taks, og tað er hetta sum ger, at sjálvt um blóðið er kannað, er ikki 100% vissa fyri, at smitta ikki er í blóðinum, og tað er her alt má gerast sum gerast kann, fyri at blóð við smittu í ikki verður givið.

Hvat kann so gerast, spyrja tey í Blóðbankanum og svara:

? Jú - har er ábyrgd og álit tað altavgerandi. Blóðgevarin skal vera greiður yvir, at tað er ein stór ábyrgd at geva blóð. Hevur blóðgevarin havt kynsliga samveru, ið kann vera vandamikil, má ábyrgdin vera so mikið stór, og álitið á blóðbankan so mikið gott, at blóðgevarin sjálvur sigur blóðbankanum frá. Tað er eingin sum spyr, hví viðkomandi ikki vil lata blóð í eina tíð.

Allir blóðgevarar skriva undir uppá, at teir hava lisið faldaran til blóðgevarar um AIDS, og tað er okkara vón, at eingin, sum hevur havt vandamikla kynsliga samveru, skrivar undir. Tað er ikki bara HIV, sum smittar í blóðinum, men eisini gulsótt B og C, sum eisini eru lívshættisligar fyri sjúklingin, og har eru smittukeldurnar tær somu sum við HIV.

Í Blóðbankanum siga tey, at tað er teirra vón, at tað góða samstarvið, ábyrgdin og álitið, ið hevur verið millum blóðbankan og blóðgevararn, heldur fram.

? Allir blóðgevarar skulu vita, at vit í blóðbankanum meta tað arbeiðið, sum blóðgevarar gera ólønt, sera høgt, og tað er alla tíðina neyðugt at fáa fleiri nýggjar blóðgevarar, verður sagt í tíðindaskrivi frá Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum.