eisini gávur. Aftána tiltakið inni á Barnaheiminum fingu øll búfólkini ein túr á motorsúkklu í Havnini. Hvør túrurin var umleið níggju kilometrar til longdar, og børnunum dámdi sera væl. [...] VÆLGERÐ Rógvi Borðoy Endamálið við tiltakinum var at savna saman pening til eina ferð hjá búfólkinum á Barnaheiminum. Ove Ritter og Solrun Kristensen samskipaðu innsavningina, og Solrun Kristensen sigur [...] at tiltakið var sera væleydnað. Tey høvdu fingið ein motorsúkklufelagsskap, sum eitur Blue Berets, til Føroya í sambandi við tiltakið. Limirnir eru krígsveteranar úr Bosnia, og slíkir felagsskapir skipa
nýtt sum høvi hjá bátsmanningum at styrkismeta seg og til at fáa rættað seinastu snøklarnar undan Norðoyastevnuróðrinum, ið er fyrsti FM-róðurin á árinum. Í ár verða bátsmanningarnar so 48 í tali til kappróðurin [...] byrjar við barnaróðri frá klokkan 14. Sum tað eisini sæst á listanum, so er einki 10 mannafar meldað til róðurin á Strondum. Drigið er hvussu bátarnir liggja. Raðfylgjan byrjar úti á fjørðinum. Barnaróður
sum skuldu læra til pedagog, vóru sett í stýrborð, meðan læraranæmingarnir vóru settir í bakborð. Síðani fingu nýggju næmingarnir boð um at spenna seg fastan, tí at tey kundu vænta ein til tíðir heldur baldrutan [...] vænta sær eina ferð, har tey fóru at ferðast líka frá Platon til Tórodd Poulsen, og at tað til tíðir kundi gerast heldur baldrut á ferðini. Til Nólsoyar at samansjóðast Eftir at næmingarnir høvdu fingið [...] seinasta skúlaár, høvdu brúkt mánadagin og týsdagin til at skipa so fyri, at teir 24 nýggju læraranæmingarnir og teir 24 nýggju pedagognæmingarnir fingu eina flúgvandi byrjan. Check-In klokkan 11 Klokkan
virka fyri fleiri og betri integratiónsátøkum og tilboðum til yngri og eldri tilflytarar, so fólk fella betur til og fáa betri sambond, uttan mun til uppruna, segði Heðin Mortensen.
num og ætlað børnum. Barsakh og Tey, sum ikki eru til eftir Simon Stranger; báðar bøkurnar eru nemandi og spennandi, tær snúgva seg um tað at koma til Evropa sum flóttafólk og møta veruleikanum, sum ikki [...] Ella kann upplesturin vera við til at skapa tryggar karmar og geva barninum dirvi at siga okkurt, sum hevur plágað tað í langa tíð. Um somu tíð eru stór børn nóg gomul til at lesa yrkisbøkur um evni, sum [...] ein søga kann gerast til slatur og spjaðast. Undur eftir Raquel J. Palacio; bókin er um August, sum er føddur við avskeplaðum andliti. 4. At lesa saman kann geva børnum eitt høvi at tosa um trupul evni
milliónir eftir 3 ár, vísandi til uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um, at miðfyri-sitingin skal umskipast og tænastan til borgaran betrast. Í uppskotinum verður lagt upp til at fremja tíðandi umskipanir [...] sannførdur um, at tað er neyðugt at umskipa miðfyrisitingina, soleiðis at hon hóskar til føroysk viðurskifti, og er til fyri fólkið. Øll lond hava tað - í longdini - best við, at tað er eitt hóskandi lutfall [...] framyvir koma at hava uml. 6 aðalráð - heldur enn tey 9, vit hava ídag - ið vit meta verða meira hóskandi til føroyska samfelagið. Niðurstøðan hjá útvarpsmanninum var, at um ætlanin skal fremjast í verki, kemur
á, at tað er umráðandi at geva aftur til samfelagið og vónar, at hetta kann vera við til at skapa fleiri vitanarstørv í Føroyum. Eisini vónar hann at vera við til, at fleiri føroyingar í framtíðini fara [...] tá júst varð fluttur heim til Føroya. Gilli valdi at flyta fyritøkuna inn í Hugskotið fyri at gerast partur av einum føroyskum íverksetaranetverki. ”Tá ið eg flutti heim til Føroya í 2018, var tað upplagt [...] dátuvernd, m.a. ES-lóggávan um GDPR, hava sett stór krøv til fyritøkur kring allan heim. Endamálið hjá Wired Relations var at skapa besta amboðið til at hjálpa fyritøkum við at yvirhalda mongu reglurnar um
undir teimum 4 húsunum, sum fram til okkara tíð hava verið í Koltri, var tá lagt. Hesa seinastu øldina hevur verið samanlagt, fyrst til tvey og seinni árini aftur til eitt festi. Bøurin er inngirdur við [...] hjá limunum í grunninum, tá teir fríggjadagin fingu tey gleðiligi tíðindini um gávuna hjá A.P. Møller-grunninum. Í august mánaði varð søkt um 5 mió krónur, til tess at halda fram við arbeiðinum at varðveita [...] Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal” – sum í dagligari talu kallast A.P. Møller-grunnurin - skulu í størstan mun nýtast til at varðveita og seta í stand tann sunnasta býlingin
hann er gamal garði og er farin um tey sjeyti, er hann framvegis virkin í flokkinum og brúkar ofta høvi til at siga sína hugsan, tá ið flokkurin heldur fund. Tað gjørdi hann eisini leygardagin, tá ið Jav [...] staðfesti, at tíðin er farin frá, at rættindini til okkara tilfeingi verða útlutað ókeypis. - Men vit mugu ikki detta í ta grøvina, at vit gera tilfeingisgjaldið til ein turrgeldan skatt. Talan skal harafturímóti [...] milliónir. - Endamálið við gjaldinum má tískil vera at stýra rávøruni til landið at skapa arbeiði. Tað merkir, at tann, sum avreiðir til virkingar í Føroyum skal sleppa bíligt í tilfeingisgjaldið, sigur Tummas
fyri komandi fiskiár, men í sínum uppskoti til løgtingið skeyt hann tó upp, at fiskidagarnir í øllum bólkum skulu skerjast við 5%, samstundis sum hann mælti til ávísar økisfriðingar fyri trolveiði. Uppskotnu [...] tíðina vera broyttar. Hetta fer meirilutin vinnunevndini eisini at gera sínar viðmerkingar til í álitinum til løgtingið. - Vinnupolitiskt eru nógvar broytingar gjørdar í fiskiveiðiskipanini, sum á ymiskan [...] sett seg niður saman og hugt upp á, hvussu fiskiflotin sær út í mun til, tá fiskidagaskipanin varð sett í verk. Tá hevði eisini verið høvi at hugt upp á útrokningar og grundarlag undir skipanini av nýggjum