VÆLGERÐ
Rógvi Borðoy
Endamálið við tiltakinum var at savna saman pening til eina ferð hjá búfólkinum á Barnaheiminum. Ove Ritter og Solrun Kristensen samskipaðu innsavningina, og Solrun Kristensen sigur, at tiltakið var sera væleydnað.
Tey høvdu fingið ein motorsúkklufelagsskap, sum eitur Blue Berets, til Føroya í sambandi við tiltakið. Limirnir eru krígsveteranar úr Bosnia, og slíkir felagsskapir skipa ofta sjálvir fyri stuðulstiltøkum. Meiningin var at geva børnunum eina serliga uppliving.
Motorsúkklufylgi
Motorsúkklurnar koyrdu í fylgi frá Hotel Føroyum oman á Barnaheimið, har Finnur Helmsdal, leiðari á Barnaheiminum helt røðu. Ove Ritter helt eisini røðu, og síðani var peningurin handaður Barnaheiminum. Búfólkið fekk eisini gávur.
Aftána tiltakið inni á Barnaheiminum fingu øll búfólkini ein túr á motorsúkklu í Havnini. Hvør túrurin var umleið níggju kilometrar til longdar, og børnunum dámdi sera væl.