formaður í Føroyar Arbeiðsgevararfelag í eini ávaring móti smøtrum seljarum, sum Arbeiðsgevarafelagið hevur kent seg noytt at senda út. Felagið sigur, at føroysk virki og stovnar ofta fáa áheitanir frá ymiskum [...] seljarar ganga hús úr húsi. Í einstøkum førum kemur bara eitt postkrav, uttan nærri frágreiðing. Hevur lítið virði ? Fleiri av hesum útgávum hava eftir okkara tykki ov lítla dygd, og fleiri eru beinleiðis [...] eitt postkrav frá virkinum United Telecom Trust, ið heldur til í Liechtenstein. Felagið, ið eisini hevur adressu í Zürich í Sveits, sendi herfyri fakturalíknandi tilboð viðvíkjandi upptøku í »World Tele
Herfyri boðaði landsstyrismaðurin í samferðslumálum frá, at hann fór at taka málið uppaftur, og nú hevur Vága Vinnufelag latið gera bókling um evnið. Bóklingin »Vestmannatunnilin - ein lýsing« hava Suni
yvirtíð hevur ikki verið ókend, tí ofta hevur verið arbeitt til klokkan sjey um kvøldið, og onkuntíð til klokkan níggju. Á teirri einu linjuni í Skopun hava tey arbeitt í tveimum vaktum. Men tað hevur verið [...] rættiliga at koma á, fyrrenn virkið í Skopun eisini varð upplatið. Og higartil hevur gingið sjón fyri søgn, at so varð. Tí higartil hevur verið arbeiðið á báðum virkjunum hvønn einasta dag, líka síðani flakavirkið [...] seinastuni, men samstundis er tað góða hent, at tað hevur verið væl meiri av fáa av hýsu. Styrktir í trúnni Egil Olsen sigur, henda tíðin, sum farin er, hevur ikki gjørt annað, enn styrkt hann í trúnni uppá
ganga út yvir klædnabúnan. Tann, sum klagar um, at tað ikki er livandi fyri høgum prísum í Føroyum, hevur meira enn eitt sindur at uppliva, samanborið við íslendskar prísir. Og hóast tímalønin er nógv lægri
soleiðis út: E3, medisinsk deild, letur aftur frá 1. desember til 5. januar. B6, medisinsk deild, hevur í eina viku verið dagdeild, t.v.s. fyri ikki innlagdar sjúklingar, og henda deild verður dagdeild
og vísir m. a. Alice Sutton (Julia Roberts) tær, sum - hóast hon fleiri ferðir hevur tveitt hann á dyr í løgmálaráðnum, hevur eitt sindur av samhuga fyri honum og hansara hugskotum. Alice Sutton stríðist [...] Brádliga er taxasjaførurin og løgfrøðingurin vilst. Undir fluktini finna tey út av veruleikanum, sum hevur týdning fyri tey bæði. Jerry vil verja Alice við lívi sínum - men hví! - móti hvørjum? og hvar kemur
Landsstýrið eigur at føra ein meira miðvísan fíggjarpolitikk. - Hví hevur Landsstýrið ikki lagt upp fyri at minka um uttanlandsskuldina, nú árið hevur hilnast betur enn væntað? - Tað var Landsstýrið undan okkum [...] hesaferð er øðrvísi enn áður, og at hon viðger fleiri mál, sum ikki fyrr hava verið atkomilig. - Eitt nú hevur nevndin ikki áður viðgjørt sethúsalógina, sum teir eisini gera sær nógvan ómak at finnast at. - Í [...] skilagott, ikki at hava nakað at standa ímóti við, um tíðirnar aftur gerast vánaligar? - Fíggjarlógin hevur sum kunnugt bert tvær síður - inntøkur - og útreiðslur, og tað er bert ein háttur at fáa størri yvirskot
heimasíðuna. Harafturat er eisini møguleiki at fáa upplýst nær og hvar Kjølar spæla til konsert, og hevur tú serligan tokka til bólkin, kanst tú seta teg á mailinglistan hjá teimum, og so fært tú tíðindi [...] Eisini ber til at seta seg í samband við bólkin umvegis internetið, og e-mail adressurnar, sum tú hevur brúk fyri, skalt tú gera tað, finnast allar á heimasíðuni. Heimasíðan er snøgg og professionelt uppsett [...] at, og tí fáa vit í næstum tvær, heldur enn eina, fløgur frá føroyska rockbólkinum, sum rættiliga hevur sligið ígjøgnum í ár.
dystunum, sum spældir eru higartil, men teir eru hóast tað eitt stig frammanfyri Neistan, sum enn bert hevur fingið ein javnleik burtur úr sínum dystum. Í vikuskiftinum verður bert ein mansdystur, og tað er
landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Andreas Petersen. Bæði sum politikari og sum kommunulækni hevur Andreas Petersen havt tætt tilknýti til mangar av teimum spurningum, sum í dag leika á og oftani eru [...] felag. -Eitt samfelag, har 20% av fólkinum livir undir hungursmarkinum, og har hin einstaki ikki hevur rætt til arbeiði ella til stovnspláss, tá heilsan er farin at bila, kanst tú ikki umrøða sum eitt [...] nógv á láni, til rokkið er heilt á mál. -Og í royndunum at gera Føroyar til eitt vælferðarsamfelag hevur javnaðarflokkurin verið ein av undangonguflokkunum, fyrst við pensiónslógunum í 1958, síðani við skipanini