Nú er tað ikki longur nøkur loyna, at gittarspælarin í Kjølum, hin famøsi Jens Marni Hansen, einaferð helt, at Kolumbus fann mánan!
Og tað kann heldur ikki fjalast, at basspælarin Jens Tummas Næss dámar konufólk í leðurbuksum, ella at sangarin Singar í Homrum droymir um at gerast heimsins besti sangari, gittarspælari og sangskrivari.
Alt hetta (og nógv afturat) er til skjals á internetinum, sum milliónir av brúkarum kring allan heimin hava atgongd til.
Føroyski rockbólkurin Kjølar er komin á internetið, og heimasíðan hjá teimum fortelur alt um bólkin og teir fýra limirnar í bólkinum.
Á www.kjolar.faroenet.fo kunnu fólk finna fram til tær mest pínligu hendingarnar, sum Kjølar hava verið úti fyri, og teir best goymdu loynidómarnar um limirnar í bólkinum, sum vit ikki skulu adúka her í teigunum.
Svara nærgangandi spurningum
Á heimasíðuni verður greitt frá nær bólkurin varð stovnaður og teir fýra tónleikararnir, Signar í Homrum, Jens Marni Hansen Jens Tummas Næss og Henning Nicodemussen, sleppa at svara nærgangandi spurningum.
Eisini ber til at síggja hópin av myndum frá konsertum, og kápurnar á nýggju útgávunum hjá bólkinum, sum koma í næstum, eru eisini lagdar á heimasíðuna.
Harafturat er eisini møguleiki at fáa upplýst nær og hvar Kjølar spæla til konsert, og hevur tú serligan tokka til bólkin, kanst tú seta teg á mailinglistan hjá teimum, og so fært tú tíðindi um bólkin, so hvørt, sum nakað er at frætta.
Eisini ber til at seta seg í samband við bólkin umvegis internetið, og e-mail adressurnar, sum tú hevur brúk fyri, skalt tú gera tað, finnast allar á heimasíðuni.
Heimasíðan er snøgg og professionelt uppsett, og alt, sum er skrivað, er skrivað á enskum.
PR á netinum
Heimasíðan hjá Kjølum er gjørd í sambandi við at bólkurin í næstum fer at geva út tvær nýggjar fløgur. Og hóast heimasíðan ikki er vorðin almenn enn, tað verður hon ikki fyrrenn í næstu viku, tá hon samstundis verður updaterað, ber til at vitja inn á hana.
Kjølar geva leygardagin 22. november út fløguna Time, har 9 enskir sangir eru á, og í desember mánaði kemur út EP1in Skýmandi kvøldið, har tríggir føroyskir sangir eru á.
Tað er við vilja, at Kjølar hava skilt teir ensku og føroysku sangirnar at, og tí fáa vit í næstum tvær, heldur enn eina, fløgur frá føroyska rockbólkinum, sum rættiliga hevur sligið ígjøgnum í ár.