revsaður fyri tað, við tað at tað varð tikið av hansara pensjón. Ongin skal revsast fyri at arbeiða Øll, sum ynskja tað, skuldu sjálvsagt sloppið at arbeitt, uttan at verða revsað fyri tað, er hansara sannføring [...] at eydnan er at arbeiða. Og tí haldi eg fast við. Hann hevur tað trupult við at binda frið. Hóast 13 ár eru liðin síðan hann fór frá við pensjón, er hann framvegis í starvi. Hann undirvísir 11 tímar um vikuna [...] undirvísara. Hann viðgongur, at tað er strævið at vera lærari. Og klárar ein ikki at halda stýr á einum flokki, skal ein als ikki vera lærari, heldur hann. Hugburðurin seinnu árini er nógv broyttur, og saknar
Umrødda vegastrekki er høvuðsæðr til alt hetta virksemið. Men hóast Løgtingið hevur játtað pening til endamálið, er einki hent, hóast summarið nú er við at fara, og heystið stundar til. Og tað undrar Bill J [...] Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og í samferðslumálum, greiða frá, hvat tað er, sum hendur. – Løgtingið er evsti myndugleiki og tí mugu vit vænta, at landsstýrismaðurin og Landsverk halda seg [...] bygdina. Hann vísir á, at hetta er eitt strekkið, sum fyri stóran part ein einsporaður vegur við nøkrum fáum víkiplássum. Dagliga koyra stórir lastbilar eftir vegnum. Harumframt er nógv ferðsla við bussum, sum
landsliðsvenjari. Avrikið ímóti Italia er góð barlast at savnast til fyrireikingarnar til mikudagin? - Tað kanst tú ætla. Við tí avrikinum og úrslitinum í huga er tað hugaligt at fara undir nýggjar fyrireikingar [...] - Marni Djurhuus hevur leingi verið álitismaður í EB/Streyma verjuni. Botnstøðið hjá honum er høgt. Tað var tað eisini leygarkvøldið, tá ið eg var stak væl nøgdur við hansara avrik, sigur Jógvan Martin [...] Sæð frá tí sjónarmiðnum er eingin orsøk at broyta føroyska liðið, sum mikukvøldið skal í eldin aftur, tá ið Skotland fer at vitja á Svangaskarði. Men tað liggur fast, at onkur verður noyddur at víkja fyri
- Hvussu er at vera mamma? - At vera mamma er eitt ótrúliga gott følilsi. Tað er fantastiskt og simpelthen tað besta ein kann ynskja sær. Eg hevði ikki trúð at tað var sooo gott, og tí ynski eg mær fleiri [...] summar havi eg kortini gjørt tað av og á. - Hvørjum vilt tú heilsa? - Eg vil fegin senda eina heilsu til mammu mína. Hon er ein ótrúliga góð eykamamma hjá soninum Tóka, og verður tað eisini framyvir, nú hann [...] njóti at trilla vogn runt í býnum. - Hvat heldur tú um føroyska veðrið? - Summi siga at føroyska veðrið er gott. Eg kundi sjálv ynskt mær munandi betri veður, so ein kundi sólað sær oftari og grillað. Síðani
skapin, tað viðferð og misrøkt, sum hetta landsstýri hevur hevur lagt fyri dagin á hesum øki. Tær brúgvar sum eru brendar, tey viðurskifti sum eru komin í ólag ella heilt steðgaði upp. Tað er torført at [...] eftir valið 20 november. Tað kann tykjast óneyðugt at siga frá, at føroyingar saman við tí demokratiska heiminum, standa øksl móti øksl ímóti terror og yvirgangi. Harafturímóti er tað alneyðugt at siga frá [...] samdir um at standa øksl móti øksl ímóti torrorismu í heiminum. Valstríðið í Føroyum Sjálvt um talan er um eitt fólkatingsval, so fer valstríðið í stóran mun at snúgva seg um tann heimliga politikkin, vælferðina
meiri enn tað í Pisa. Hallið á torninum í Pisa er 3,97 stig, men tað í teirri týsku bygdini hellir 5,19 stig. Tað skeiva tornið í Týsklandi er bygt í 1450, og hóast tað hellir nógv, verður tað dúgliga
niðurflytingini. Í dag eru tað TB viðhaldsfólkini, sum saman við sínum monnum eru í høvuðsstaðnum. Setningurin er at takast við B36. Um tað ikki eydnast at vinna í hvussu so er eitt stig og helst øll trý [...] Talan er um miðvallararnar Martin Tausen og Ndende, sum eru leikbannaðir. Ímóti AB vóru TB hugburðurin og stríðsviljin framúr, og tað er neyðugt at finna sama áræðið og viljan framaftur í dag. Um tað eydnast [...] eru vánirnar at vinna altjóða luttøku ikki so góðar, men møguleikin er framvegis har hjá B36, sum er á fimta plássi. Í Runavík sveið tað illa, at Róaldur Jacosben, sum higartil í ár hevur verið tann drúgvasti
londum. Men hon sigur, at tað verður neyðugt at koma til eina niðurstøðu, áðrenn árið er farið. Men hon ásannar samstundis, at hon er komin í eina rættiliga tvístøðu, tí hetta er ein ógvuliga trupul avgerð [...] lættari atgongd til viðgerð við kannabisheilivági, ella ikki. Sirið Stenberg er komin í eitt sindur av eini knípu í hesum máli. Tað er mestsum eitt krav frá sjúklingum, og frá ávísum læknum og politikarum, at [...] eru tað eru tvey mótstríðandi atlit at taka, men hvat skulu vit velja. Eg skilji væl, at sjúklingar eru desperatir eftir at fáa hjálp, og stóð eg í somu støðu, hevði eg eisini verið tað, tí hvør er ikki
skulu framvegis koyra ókeypis við Bussleiðini. Tað liggur púra fast, sigur Jákup Dam, býráðslimur í Havn, og formaður ú Teknisku Nevnd hjá býráðnum. Men so er spurningurin, um eisini øll onnur skulu kunna [...] gera útlendsk ferðafólk nógv av at koyra ókeypis. Og hann sigur, at hetta er ein spurningur, tey nú fara at taka upp. Les eisini: Tað verður av ongum Hann sigur, at býráðið hevur vent sær til donsku fyritøkuna [...] við einum tilmæli um hvussu Bussleiðin kann skipast. Eitt, sum Cowi skal kanna í hesum sambandi, er, um tað ber til at skipa ferðaætlanina betri. Men í hesum sambandi skal spurningurin um útlendsk ferðafólk
Gundadali ímóti HB. Um tað í kvøld eydnast Skála at vinna, so vera uppflytararnir millum fremstu liðini, nú tað verður landsliðssteðgur. Triðja umfar verður mánadagin 1. apríl, sum er 2. páskadagur. Í fjør [...] fluttu upp, og nú er øðrvísi glansur yvir grannauppgerðini, enn tað var í fjør. Í 2022 vóru Skála og NSÍ í bestu deildini. Tá vann NSÍ 2-1 á heimavølli og 4-1 á útivølli, og so endaði tað 1-1 undir Mýruhjalla [...] steðgin varð tað nógv javnari og størri intensitetur, tá ið Klæmint A. Olsen við góðum stútara hevði minkað um munin. Nú taka vit eina viku í senn, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað er at røkka, segði