Tað er ferð á argjamonnum

Seinnapartin verður bitin hjá AB stórur, áðrenn farið verður í landsliðssteðg

Olaf Bárðarson var tvífaldur málskjútti, tá ið Víkingur í triðja umfari vann 4-1 á heimavølli ímóti AB

AB hevur ikki so lítið at hava sjávsálitið í, nú tað verður riggað til at fara norður í Sarpugerði. Hóast stóran turbolens hevur AB tríggjar tær seinastu ferðirnar vunnið fulla úrtøku – 4-1 á heimavølli ímóti B68, 4-1 á útivølli ímóti NSÍ og 2-1 á útivølli ímóti B36.

 

Dysturin í Sarpugerði í dag er ein av teimum torførastu. Men eftir landsliðssteðgin eiga líkindi at vera fyri at skava stig saman, sum kunnu vera við til at halda tørn um sætta plássið. Eftir vitjanina í Gøtu og landsliðssteðgin eru næstu dystirnir hjá AB – 07 Vestur (ú), B68 (h), Skála (ú) og EB/Streymur (h).

 

Málverjin Rói Zachariasen hevur seinastu vikurnar verið so mikið darvaður av knæskaða, at hann ikki hevur fingið spælt. Mikkjal T. Hentze er vøddaskaddur, Teitur Olsen er leikbannaður, og Rógvi N. Poulsen er givin.

 

Tá ið AB í triðja umfari var í Sarpugerði, vann heimaliðið 4-1. Síðani hevur Víkingur vunnið allar dystirnar uttan teir báðar ímóti KÍ – 1-0 tap í Klaksvík og málleysur javnleikur í Gøtu síðsta sunnudag.

 

Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir uttan Jákup Johansen. Finnur Justinussen er tøkur, og tað er møguleiki fyri, at hann verður í hópinum í dag.

 

Olaf Bárðarson var tvífaldur málskjútti, tá ið Víkingur í triðja umfari vann 4-1 á heimavølli ímóti AB