Heilsurøkt
Tað verður helst ikki longi, áðrenn Suðuroyar Sjúkrahús sleppur at taka ein serlækna heim at gera nakrar skurðviðgerðir.
Og gongst sum Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum ætlar, skal tað verða munandi skjótari at loysa slíkar trupulleikar í framtíðini.
Tað var herfyri, at tað kom fram, at Suðuroyar Sjúkrahús hevði átta sjúklingar, sum skuldi leggjast undir skurð fyri krossbandið.
Vanliga skuldu hesir sendast av landinum fyri 50.000 krónur hvør. Men nú stóð teimum í boði at fáa danskan serlækna hendavegin at viðgerða allar átta fyri 40.000 krónur tilsamans.
Men tað var lættari sagt enn gjørt, tí tað bar ikki til at fáa fluttar 40.000 krónur av játtanini til serviðgerð uttanlands, hóast talan var um eina sparing fyri landskassan uppá yvir 300.000 krónur
Ikki orð
Bill Justinussen sigur, at hann hevur ikki orð fyri, hvussu órímiligt hetta er.
?Men hetta er ein avleiðing av, at vit hava eitt eftirlitssamfelag niður í minstu smálutir, har landsstýrismaðurin næstan ikki skal kunna røra seg av ótta fyri at hann skal misbrúka sítt vald.
? Men hetta samfelagið skal ikki stýrast av prinsippum, tað skal stýrast av tí, sum er rætt og rímiligt, sigur hann.
? Tí fer hann nú, saman við Fíggjarmálaráðnum at finna mannagongdir, sum gera tað smidligari at loysa slíkar trupulleikar.
Hann sigur, at fyrsta stigið verður at leggja uppskot fyri tingið um at flyta pening av játtanini til serviðgerð uttanlands til Suðuroyar Sjúkrahús.
Tað verður gjørt heilt skjótt.
Men annað stigið verður at finna greiðar mannagongdir, so at slíkar umsóknir kunnu verða jåattaðar skjótt frameftir, tí tað kemur øllum pørtum til góðar, bæði sjúklingum og samfelagið.
Hann sigur, at ein loysn kundi verið, at landsstýrismaðurin fekk ein part av játtanini til serviðgerð uttanlands at hava til taks til slík endamál.
Hann sigur, at játtanin til serviðgerð uttanlands verður bara brúkt til at senda sjúklingar uttanlands. Hon kann ikki brúkast til at fáa útlendskar læknar higar, hóast tað er nógv bíligari.
?Skulu hesar skurðviðgerðar fyri krossbnadið gerast á Suðuroyar Sjúkrahusi, skal tað takast av játtanini til sjúkrahúsið
Játtanin til serviðgerð uttanlands er skerd komandi ár, men tað vsr júst við tí fyri eyga at tiltøk sum hetta hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi skuldi bera til, men so má tað gerast smidligari, sigur Bill Justinussen.