og vit eru um at skrædna av spenningi. Men fyri hetta lítla landið var tað best, um partarnir samdust um nýggjar politiskar spælireglur fyri Føroyar. Tað er ongin meining í at kappast, um vit ikki eru [...] gjørligt at semjast heldur um nakra nøktandi loysn fyri allar partar. Men, í Føroyum? Vit eru øll so hjartaliga samd um, at Føroyar eru eitt land, føroyingar fólk og tjóð. Semja er um, at vit kunnu fara okkara [...] neyðugt at tengja hesa breiðu semjuna um tað ríkisrættarliga og tað stýrisskipanarliga at semju um øll onnur mál. Grindatunnupolitikkurin Hví ber so ikki til at semjast um hetta, fáa pappír uppá hesa semjuna
tá nakað so óvæntað, sum hetta hann nú upplivir, hendir. - Jamen, lívið er bara so spennandi, flennir hann. - Tú hugsar kanska ikki um tað í gerandisdegnum, men í veruleikanum veitst tú aldrin, um júst [...] fyrstu dagarnir av tínum lívi ikki kendir av nøkrum, sum eru rundan um teg. Tú veitst ikki, hvat hendi. Tú veitst ikki, hvat klokkan var, tá tú vart føddur. Hetta er sovorðið, sum øll onnur taka fyri givið. [...] hvat eg skuldi svara teimum. Og um eg skuldi svara teimum yvirhøvur. Tú hevur ongan møguleika at vita, hvussu tað heila spælir av, óansæð hvat tú velur. Onkuntíð torir tú ikki reiðiliga at trúgva tí. Tankar
baldrut« svarar abbi mær, tá eg spyrji hvat hann hugsar um, nú tá enn eitt ár er við at fara aftur um bak, »tað, sum ræður um, er at halda kósina«, »og ert tú nøgdur abbi«? Hann nikkar, hugsar eina løtu og sigur [...] tekur bara uppaftur »øll góð børn«. At nakað skal hava verið strævið fái eg ikki lokka burtur úr honum. »Men tað ferðina úti í Fugloy, tá stóð illa til«, eg veit beinanvegin at abbi er aftri í 1970. Hann [...] eg veit at hann var rekkjulagstur langa tíð aftaná og at hin maðurin, Sáma Johannesen, kom ikki aftur í aftur. Men abbi dvølir ikki við tað gamla, hann fylgir væl við í øllum, sum hendir rundan um hann
fortelur mær um tað forna, babýlonska kvæðið Gilgamesh (sum brátt kemur í svenskari týðing), um kappan Gilgamesh, sum var gudur og menniskja, um hansara vinskap við villmannin Enkidu, og um hvussu teir [...] kamar á hotellinum. Við fáa okkum eitt prát uppi yvir einum whisky, og eg spyrji Ehin um Nurmekund. Ehin veit ein hóp um henda mann, sum hann hevur kent, og sum var vinmaður hjá móður hansara. Eg endurgevi [...] mjá, sum blaðungar gentur, kanska eitt tekin um, at timbrið verður trároynt her. Vit koyra fram við Tartu og eru í Vøru um fimmtíðina. Tað er sum at koma út um kenda siðmenning. Í Vøru búgva 15.000 fólk
Kallsberg sigur annars, at krav um løgmann er ikki tað primera í síni verð. Tað er fyri sær ein størri spurningur, hvat tað politiska innihaldið er. -Merkir tað, at um tú sær, at tú fær eitt betri politiskt innihald [...] realitetssamráðingar. Vit fingu nøkur ting avklárað, sjálvt um tað vendi aftur nakað seinni. Men her kemur tú aftur til tann brennandi spurningin. Hyggur tú til høgru og vinstru saman við Sambandinum skuldi tað [...] munurin á endamálinum. Man er sostatt samdur um at fylgjast ein ávísan part av vegnum men ikki um tað endaliga. Og tí er tað neyðugt, um man far eina samgongu tvørtur um miðjuna, at man ger eina samgonguavtalu
ikki fríar samráðingar um skipan av landsstýri. Vit uppliva, at eitt ávíst politiskt bakland nú er averandi fyri, hvørjir samgongumøguleikar skulu roynast. Hetta minnir ikki sørt um eina einflokkaskipan [...] meti eg eisini, at hann er farin út um tað, sum liggur í Stýrisskipanini, og tí fáa vit onga rímiligheit innan fyri skipanina, fyrr enn hann fer í tingið og biðjur um eina formansrundu. Tað haldi eg hann [...] og baklandið í Fólkaflokkinum hava so meldað nakað annað út? ? Tað skilji eg, og sjálvandi eru vit tilreiðar at fara til tær samráðingar vit verða bidnir um, men eg haldi, at tann møguleikin er longu royndur
ikki fríar samráðingar um skipan av landsstýri. Vit uppliva, at eitt ávíst politiskt bakland nú er averandi fyri, hvørjir samgongumøguleikar skulu roynast. Hetta minnir ikki sørt um eina einflokkaskipan [...] meti eg eisini, at hann er farin út um tað, sum liggur í Stýrisskipanini, og tí fáa vit onga rímiligheit innan fyri skipanina, fyrr enn hann fer í tingið og biðjur um eina formansrundu. Tað haldi eg hann [...] og baklandið í Fólkaflokkinum hava so meldað nakað annað út? -Tað skilji eg, og sjálvandi eru vit tilreiðar at fara til tær samráðingar vit verða bidnir um, men eg haldi, at tann møguleikin er longu royndur
soleiðis, at tú ofta hevur hug at gloyma, at talan í veruleikanum bert er um ein stóran smádrong, sum tú prátar við. Men hetta slagið av sjálvbjargni er helst eisini nakað, sum er neyðugt, um tú skalt standa [...] avmarkingar fyri, hvat tú kanst, og hvat tú ikki kanst. Tað er í stóran mun upp til okkum sjálvar, men tá tú ert vitandi um, hvussu nógv skeivir lívsvanar kunnu kosta tær, so ansar tú sjálvsagt meira eftir [...] ferðalag, og alt lagaði seg soleiðis, at vit áttu sess lið um lið í flogfarinum hjá Atlantsflog, so stundir vóru til at práta um leyst og fast. Eisini um ymiskt gerandisligt, sum vanliga ikki stendur á skránni
búgva«, yrktu teir í kvæðinum um Seyðamannin á Sondum, sum skrivað er eftir søgnini um tey bæði, seyðamannin og huldukonuna. Húsagjógv. Hetta staðarnavnið, so ofta er hoyrt um, men ongantíð rættiliga vitjað [...] út av nógvum, tá tú stendur við Fjallavatn og lítur niðan undir hamaran. Smøl at síggja til og ikki serliga ógvuslig heldur. Men inni í gjónni er nógv pláss, og har býr, sum søgnin veit at siga, ein rættilig [...] nógv um hana. Ovmikið av turrum steinum at ganga eftir. Grønt slíggj hongur eftir sløttu veggjunum. Sum tjalding, hon hevur hongt her til at prýða við, sær tað út. Ein hækki er á, sum farast skal um, og
fær tú ikki at vita frá ogum. Vit halda einki, sigur ein, uttan at verða spurd um nakað ella at greina nærri, hvat tað er, hon ikki heldur nakað um. Men ikki er av leið at hugsa, at tað er málið um lær [...] Skopunar Skúla. Hóast nógv tykjast vita eitt sindur og hava eina meining um tingini, vil eingin siga nakað alment. Talan er um persónligt stríð millum fyrstalæraran í Skopun, Ingun Simonsen, og Sigurd [...] gjárkvøldið, veit ein at siga. Um tey ikki mundu vita okkurt at siga. ?Nei, tað er ikki. Tí formaðurin fyri skúlastýrið í Skopun váttaði, at fundur hevði verið, men vildi annars ikki siga nakað sum helst