enn einaferð framgongd í veljarakanningum í Danmark og kann fáa tilsamans 92 sessir, vísir ein kanning frá Voxmeter. Framgongd er at síggja í veljarastuðlinum til Javnaðarflokkin. Í kanning, sum granski [...] vaksin í smáum stigum síðan síðst í apríl. Samstundis gongur SF fram til 13,9 prosent av atkvøðunum, sum er 1,1 prosentstig hægri enn í fyrru veljarakanningini frá 12. mai. Á fólkatingsvalinum í 2022 fekk [...] kunnu fólkatingslimir úr Grønlandi og Føroyum, eins og nú, stuðla stjórnini. Tað er ein hagtalslig óvissa uppá 3,1 prosentstig fyri reyða blokkin í kanningini í dag. Stuðulin til SVM-stjórnina, sum J
gið Vón í Sandavági, sum tók stig til at reisa minnisvarðan yvir V.U. Hammershaimb. Hetta var í 1916, og tá vóru tvey ár til Hammershaimb hevði verið 100 ár. Hans Andrias Djurhuus var lærari í Sandavági [...] hendan varða í 1919. Hetta tí at tað vóru føroyingar sum í felag savnaðu peningin til minnisvarðan. Minnisvarðin er stórfingin og endurspeglar ta virðing, sum Hammershaimb hevði millum føroyingar í 1919, og [...] Sandavági og formaður í ungmannafelagnum. Hann fór til Tvøroyrar stutt eftir, og fyri hann kom Hans Marius Jacobsen at vera lærari og gjørdist formaður í ungmannafelagnum. Hans Marius Jacobsen var formaður, tá
Tíðindaskriv: Tøkan í Føroyum var 18.914 tons og í Skotlandi 6.286 tons, í mun til ávikavist 14.294 tons og 7.263 tons sama tíðarskeið í fjør. Lívfrøðiliga gongdin var góð. Bæði í Føroyum og Skotlandi vóru [...] laksinum høg, serstakliga í Skotlandi. Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri: ”Samanumtikið, eru vit nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Alingin í Føroyum gekk væl bæði á sjógvi og [...] eins og í Føroyum. Vit eru væl ávegis við at økja framleiðsluna á Applecross smoltstøðini, og so hvørt stór hágóðsku-smolt vera sett á sjógv, vænta vit eina munandi betring í rakstrinum og úrtøkuni í Skotlandi
verður tikin av – og tískil bjóðar Nes kommuna øllum í Føroyum møguleikan at fáa eitt sindur av graslíkinum heim við! Hevur tú eina góða verkætlan í garðinum, á spæliplássinum, ella kanska okkurt heilt [...] vøllinum, ið hevur tænt okkum so væl í nógv ár. Vert at vita: – Tit bera kostnaðin fyri flutning – Graslíkið er tungt, og lastbilur við krana krevst. – Graslíkið skal avheintast í døgunum 2. – 8. juni, eftir nærri [...] nær til ber at heinta. Let’s give this turf a new life – og lat gamla vøllin koma tykkum til gleði í einum nýggjum høpi! NES KOMMUNA
Ben Arabo um orsøkina til uppreistur, fátækradømi og máttloysi í Gaza. Og Magni Højgaard um átrúnarligu og grundfestu sjónarmiðini í Føroyum um ísraelsfólk sum Guðs útvaldu og vinabond við Ísrael, sum nakað [...] politikarar eiga ta stóru avbjóðingina. Shimon Peres, præsidentur í Israel frá 2007 til 14, hevði táverandi rætta andan. Høvdu fólk, sum hann, funnist í dag. — Og fyri so vítt eiga øll at samlast á Vaglinum. Hetta [...] brotsgerðini júst framman fyri eygunum á okkum. Skilji hvat Ben Arabo sigur, men taki undir við Turið í, at Hamas kemur aftur, uttan mun til um vit oyða partar av virkseminum. Um kristindóm, við atliti til
haldførið í búskapinum vera vánaligt heilt fram til 2040 og eftir tað, alt annað líka. Landið hevur undirskot hvønn dag í bestu tíðum við búskaparvøkstri og ongum arbeiðsloysi, og má ganga við hættinum í hondini [...] landskassan í eina kreppu komandi árini. Mín áheitan á andstøðuna er: “Haldi tykkum burtur frá hesari samgonguni og geri tykkum heldur kláran at taka yvir og gera tað trygt og liviligt aftur í Føroyum”. Annfinn [...] nøkur kostnaðarmikil vallyftir. So koma vit til tað, sum samgongan hevur júkað um í longri tíð, fyri at fáa haldføri í búskapin. Pensjónsaldurin skal hækkst til 70 ár. Hetta skal vera við til at minka
lið í fótbólti, sum er leikt í Føroyum. Í U17 EM finaluni hjá kvinnum vunnu Niðurlond í kvøld 2-1 á Noregi á Tórsvølli. Sostatt brast dreymurin hjá teimum norsku at vinna EM á tjóðardegi Noregs. Í steðginum [...] eisini 2-0 á Noregi í innleiðandi bólkaspælinum, og vóru Oranje ósigraðar í allari kappingini. FSF hevur eisini vunnið ein stóran sigur við at hava avgreitt eitt endaspæl í Føroyum. Hup Netherlands - og [...] nasjonaldagen. HER ber til at síggja hæddarpunktini frá søguligu fyrstu endaspælsfinaluni í fótbólti í Føroyum: ##med2##
Øll manningin bjargaðist uttan skiparin, og hendingin sett gongd á bjarging í Føroyum. Øll dugdu tá at síggja, hvussu illa tað í veruleikanum stóð til við bjargingarútgerð her á landi. Samband fekst við [...] bjargingarfeløgini, sum eru umboðað her í dag. Tí er tað við størsta takksemi, at vit vilja hjálpa og stuðla tykkum í hesum arbeiðinum. Alt verður gjørt sjálvboðið og í frítíðini, og tað skulu tit øll eiga [...] Rescue LÍV nú so framkomin, at tørvurin er nøktaður 15-20 ár fram. Tí verður hann álitið í sambandi við bjarging á sjónum í kommununi, sum hann hevur verið tað. Somuleiðis er hann – enn sum áður – sama trygd
Klokkan 18 í kvøld fer fram søgulig hending á Tórsvølli. Fyri fyrstu ferð verður ein EM-finala í fótbólti leikt í Føroyum. Talan er um U17 EM-finaluna hjá kvinnum. Tað eru tvey lið úr innleiðandi bólkinum [...] bólkinum hjá Føroyum, Niðurlond og Noreg, ið møtast í finaluni. Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu Niðurlond 2-0 á Noregi á Tórsvølli. Niðurlond hava ikki tapt ein dyst í hesum endaspælinum. Føroyar taptu 0-9 [...] 0-9 og 0-10 fyri Niðurlondum og Noregi í innleiðandi bólkinum. Tær norsku hava tó ein eyka motivasjónsfaktor í dag. Tað er norskur tjóðardagur - 17. mai - í dag. Føroyingar yvirhøvur eru norðurlendskt
1830 ella stutt eftir tað. Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag. Lagt verður aftrat, at báturin hevur staðið væl vardur á ymiskum søvnum í Oslo, men byrjar í næstu viku sína heimferð til Føroya. - Báturin [...] Norðuri í Sundum. Báturin var eisini brúktur sum ferðabátur av Skálafirði. ##med2## - At tíggjumannafør ikki hava verið heilt vanlig, sæst av einari skráseting av øllum bátum í Føroyum, sum varð gjørd í 1903 [...] 10 skrásett við árum. Í samband við, at nýggi báturin kemur til Eysturkommunu, verður almenn móttøka á Báta- og Listasavninum kristi himmalsferðardag, hin 29. mai frá klokkan 15. Í Eysturkommunu siga tey