til at avgreiða viðurskifti á Vanganum, í netbankum og til alskyns aðrar tænastur. Norðurlendsk gransking hevur staðfest, at ein av orsøkunum til ta góðu móttøku sum Samleikin hevur fingið er, at hann [...] snýr seg um meira enn tøkni. Tað snýr seg um at tryggja, at vit eisini í framtíðini hava eitt vælferðarsamfelag, sum hongur saman. Eitt samfelag, har vit megna at bjóða tænastur á skilagóðan hátt, brúka orku [...] í appini. Arbeitt verður við at kunna gera videoviðtalur á Vanganum, so fólk t.d. kunnu hava læknaviðtalu við hús. - Arbeitt verður við at kunna brúka Samleikan at rita inn á talgildar tænastur í Danmark
dag veit Sermitsiaq at siga, at saknaða flogfarið í Grønlandi er funnið, men at hetta er á einum staði, sum ikki er atkomiligt. Áður hevur verið sagt, at flogfarið kom úr Kanada, og at bara ein persónur [...] og tí er trupult at siga, hvat myndugleikarnir kunnu gera, sigur kommiserurin við heimasíðuna - www.sermitsiaq.ag Grønlands Politi leggur aftrat, at tað verður Skaðanevndin, sum fer at gera neyvari kanningar [...] Grønlands Politi, Air Greenland og sjálvbodnum fyri hjálpina undir leitingini. Sermitsiaq hevur skift orð við løgreglukommiserin, Brian Thomsen, sum sigur, at smáflogfarið er funnið á Sermitsiaq-oynni og
eiga at koma frá stýrinum, og tí er hetta fyrst og fremst ein áheitan á stýrið um at taka hetta málið upp. Mín meining er, at tað gevur ikki meining at halda á við at bjálva ein grunn, sum er um at bresta [...] Fyri seks árum síðani, tá eg var landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, var eg á einum fundi við stýrið fyri ALS. Eg hevði ætlað at sagt við stýrið á tí fundinum, at tey áttu at umhugsa møguleikan [...] umleið 30.000 fólk í arbeiði í Føroyum. Tað vil siga, at hesi og teirra arbeiðsgevarar rindaðu í meðal 7.000 krónur fyri hvørt starvsfólkið bara til at bjálva grunnin við. Arbeiðsgevararnir rinda helvtina
frá føroyska áhuganum fyri at kanna møguleikarnar fyri eisini at knýta nýggja kaðalin upp í føroyska fjarskiftisundirstøðukervið. – Tað er mín greiða fatan, at føroyskt ynski um at gerast partur av verkætlanini [...] smálutir eru kendir, ber til at fara undir at skipa uppsetanina ítøkiliga. Í tí sambandi kann roknast við, at tekniskir og formligir spurningar stinga seg upp, sigur hon. – Ætlanin er, at formligu viðurskiftini [...] møguligar íløgur í at menna trygd í breiðum høpi í Føroyum. Av hesum vóru 21 milliónir settar av at nýta í 2025. Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur samskifti við danska verjumálaráðið um at flyta tøku játtanina
her á Sýnini. Vit vita, at rørsla hevur stóran týdning – bæði fyri likam og sál – og vit vóna, at hendan gávan fer at skapa nógv góð løtur, bæði fyri tey, sum nýta hana, og fyri øll rundan um. Eg vil eisini [...] eldri sæð heilt annarleiðis út. At enda vil eg vegna Lions Club Vágar, ynskja góða eydnu við hesi gávu. Vit vóna, at ”Crosstrainerin” fer at koma væl við, og at hon fer at skapa bæði gleði, styrki og samanhald [...] staðnum. Takk fyri, at vit fingu loyvið at vera partur av hesum. Og takk fyri tað stóra arbeiðið, tit gera – hvønn einasta dag. ##med2## Síðani var tað Tróndur Fríði Tróndarson, deildarleiðari fyri terapieindini
samband við meg. Tey eru kedd av at fáa at vita frá kommununi, at møguleikin at keypa eitt egið grundstykki nú er burtur. Hetta er ein stór skomm – tí tað at sleppa at byggja sítt egna heim er ein stór [...] sum eingin hevur ráð at leiga. Hetta er skeiv gongd og fari eg at mótmæla hesum! Tá eg vaks upp, búðu tey flestu í egnum húsum. Tað gjørdi, at familjur fingu frívirði og møguleika at spara pening upp. Hetta [...] framtíð fyri børnini. Í dag síggja vit, at gjógvin millum tey, sum eiga, og tey, sum ikki eiga, bara veksur – og tað er beinleiðis avleiðingin av, at politikkurin hevur snúð seg ov lítið um at skapa rímulig
ímillum at arbeitt og ikki, so er eingin ivi um, at eg hevði sitið heima og einki gjørt. Hann heldur at fólki áttu at fingið møguleika at hildið fram at arbeiða, so leingi sum tey orkaðu, uttan at tað ávirkaði [...] haldi, at landið eigur at hyggja at, hvat er rætt og rímiligt. Felagið samskiftir við lands- og kommunalmyndugleikar fyri at ávirka og finna loysnir. – Nú verður skjótt val aftur, og vit síggja at íbúða [...] partú loysast við at hækka pensjónsaldurin. – Eg haldi tað vera ótrúliga vánaligt, at vit ikki kunnu finna aðrar inntøkumøguleikar enn at fara eftir pensjonistunum. Tað er brúk fyri nógv fleiri, og har
avleiðingar fyri eitt nú yrkismøguleikarnar hjá barninum. Politiið mælir foreldrum til at tosa við børnini um hetta slagið av tilfari, sum er ólógligt at hava í varðveitslu og ólógligt at senda víðari [...] síggja. Nógv eru óvitandi um álvarsama brotsverkið Flest børn vita ikki, at talan er um ólógligt tilfar, og at tað er ólógligt at hava seksuelt tilfar av børnum og ungum undir 18 ár á telefonini. Enn á [...] um at fleiri føroysk børn í aldrinum 11-14 ár deila seksuelt tilfar av føroyskum børnum og ungum á teimum sosialu miðlunum. Gongdin er ørkymlandi, og fáa vit ikki steðgað hesum, kunnu vit vænta, at fleiri
sigur, at tey eru sera takksom fyri, at føroyingar í so stórum tali og so dyggiliga tóku so væl undir við innsavningartiltakinum. - Hetta er rørandi, og vit eru púrasta ovfarin. Eg havi ikki orð fyri, hvussu [...] takksom vit eru fyri, at bæði skúlar og børn, einstaklingar, fyritøkur og kommunur, tóku so væl undir við innsavningartiltakinum. ##med2## Jansy Gaardlykke sigur, at tey høvdu ikki droymt um, at undirtøkan [...] fór at gerast so stór hesaferð, tá hugsað verður um tað, sum rørist úti í heimi. - Vit liva í einari ótryggari tíð, og tí vistu vit ikki, hvussu stór undirtøkan fór at vera hesaferð, men vit eru hjartans
trimum bankunum einmælt partaeigarunum til at atkvøða fyri samanleggingini. Í tíðindaskrivinum skriva bankarnir ein longri tekst um, hvørjar visjónir teirra eru fyri samanleggingini. Millum annað heldur forkvinnan [...] forkvinnan í Sydbanka, Ellen Trane Nørby, at samanleggingin fer at savna styrkirnar hjá teimum trimum bankunum. - Við at leggja okkum saman, røkka vit eina langtíðarstøðu á danska bankamarknaðinum og tryggja [...] navninum AL Sydbank og fara at hava høvuðssæti í Aabenraa. - Samanleggingin skapar ein banka við einum felags virðissetningi, sterkari menning og einum felags endamáli um at vera ein av mest væl riknu,