víðari heimeftir Landavegnum framvið Vesturkirkjuni. Øll hesi ár hevur avmerkingin á vegnum verið tann sama. Tvs. at skuldi tú koyra beint fram, so brúkti tú breytina í miðjuni tvs. vinstu breytina móti [...] broytingin veit eg hevur ikki bert ørkymlað meg sum bilførara, men so mong onnur eisini. Havi tí í longri tíð ætlað mær at skriva eina viðmerking um hetta sum brúkari av vegunum í høvuðsstaðnum. Veit frá øðrum [...] hevur fingið nakra ávaring ella kunning um hetta. Nú tá hetta hevur ligið mær so á sinni í longri tíð, helt eg, at henda mín viðmerking ikki kundi bíða longur. Tí vil eg fegin spyrja myndugleikarnar, antin
ikki t.d. er »Goggan», sum spælir, so er tónleikurin tann rætti. Fleiri av teimum, sum eru við í tónleikabólkinum, hava spælt í »Gogguni» í sínari tíð, ella eru næsta ættarliðið, eftir tey, sum stovnaðu
(gomlu) EP'ini Skýmandi Kvøldið. Vit minnast jú øll, at lagið Skýmandi Kvøldið seinasta ár í drúgva tíð var nummar eitt í sendingini 15 Teimum Bestu í útvarpinum. Seinast í undanfarna mánaða kom so EP'in [...] Trummurnar hjá Henningi eru eisini stak góðar. Haldi at Henning reint trummutekniskt man verða ein tann besti á sínum øki her á landi. Tó skal tað viðmerkjast, at eisini her er sangurin alt ov veikur í
Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundur verður í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Al-Anon Fundur fyri avvarðandi av alkoholikarum er hvønn leygardag kl. 15.30 á Brandstøðini á Oyrarbakka [...] Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sending in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax [...] føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.
Hesa tíð hevur hann so millum annað nýtt til at ferðast kring allan heim. Hann hevur millum annað ferðast í Egyptalandi, Ísrael, Thailandi og Malaysiu. Haraftrat hevur Janus eisini gingið eina tíð á kokkaskúla [...] havt frí síðani einaferð í februar mánaða. Sum hann sjálvur eisini sigur, so brúkar ein heldur ikki tann stóra peningin, tá ið ein siglir við einum slíkum skipi sum Norrønu, tí at tú fær jú bæði mat og innivist [...] mongum av manningarkømurunum umborð. Eisini í messuni eru nakrar tekningar hjá honum, og serliga er tann eina víðagitin. Hon avmyndar eina heila summarsigling hjá Norrønu, og nógvar av teimum hendingum,
í skammikrók. Tað fer at taka langa tíð hjá flokkinum at byggja eitt álit uppaftur, har veljarar og aðrir politikarar kunnu hava álit á honum. Spurningurin er nú tann, um hann ikki hevur avskrivað seg sjálvan [...] hansara trappukompleks stavar. At flokkurin eisini hevur eina ringa samvitsku fyri mistøk síni í farnu tíð, sást best, nú grundleggjari floksins hevði 100 ára føðingardag. Nakrir av trúgvu floksfeløgunum, sum [...] álvara. Meira skilagóður tyktist floksfelagi hansara at vera tað kvøldið, sjónvarpið tosaði við hann, tann dagin hann fylti 100 ár. Mangt broytist á mannsins ævi. Á veljarafundi í Sumba, spurdi undirirtaði
sigur Henning Jacobsen. Eru 10 ár ikki í so long tíð, at fáa so lítið mál avgreitt? Jú, men vit eiga fleiri vegastubbar, sum hava bíðað í longri tíð tann í Kaldbak. Tá kommunan hevur bjóðað sær til at [...] Nú tann myrka tíðin kemur, verður afturvendandi ampin hjá foreldrunum inni á fløtum í Kaldbak, at børnini ikki kunnu ganga trygg á vegnum í skúlan. Talan er um ein vegastubba frá nýggju sethúsaøkinum, [...] sigur Andreas Hvannastein, sum býr í nýggja býlinginum í Kaldbak. Tá útstykkingin fór fram í síni tíð, sluppu fólk ikki at byggja nærri Kaldbak, av tí at tað ikki er loyvt at byggja har jørðin er dyrkað
at bera. Nógv av hesum nýggja er spennandi á tann hátt, at víst verður eitt design, sum brádliga hevur vunnið hevd, við linjum, sum fyri ikki so langari tíð síðani hoyrdu framtíðar dreymum til og - sama [...] common rail dieselmotorur við 94 hk. Eisini Nissan hevur okkurt spennandi á pallinum hesaferð. Tað er tann fyrsti Nissanbilurin, sum 100% er evropiskt designaður. Hann eitur Kyxx. Hann sær stórur út á myndunum
heimsbardaga og seinni, heldur útgávan hjá Bókagarði seg til tann prentaða tekstin, sum kom út tá. Kvæðasavnið CCF stavar frá eldri sum yngri tíð. Tey elstu kvæðini hava uppruna heilt aftur í miðøld. Vit [...] kvæðaútgávur. Framman fyri kvæðini standa úrtøk úr mannagongdini, sum Dánjal Niclasen hevur gjørt, so tann, ið lesur ella lærir seg kvæðið, kann fáa eitt yvirlit yvir innihaldið. Aftan fyri hvørt kvæðið er
sjúkrasystrastjóri á Frederiksberg Hospitali, tók hon av. Hon byrjar i nýggja starvinum um stutta tíð. Bestu møguleikar og førleikar Anna Guttesen hevði bestu møguleikar og førleika at røkja starvið sum [...] ikki,at Anna Guttesen hevði fingið annað starv. Um orsøkina til at henda starvssetanin tók drúgva tíð at faá í rættlag, er, at starvið, sum er nýtt, skuldi flokkast í ein ávísan lønarbólk. Tað er fí [...] hon skuldi hoyra nærri, tá samráðingarnar og lønarflokkingin var í lagi. Í fíggarmálastýrininum var tann embætismaðurin, sum hevur ført lønarsamráðingarnar, ikki at hitta í gjár. Ætlaninar detta ikki burtur