verður hampuligt veður í dag. Fleiri tiltøk eru kring landið – eitt nú norðoyastevna í Klaksvík og bátastevna í Vestmanna – og líkt er til, at veðrið verður á einari leið í dag. Í morgin verður nakað av [...] sum frálíður regn í støðum. DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av norði ella útnyðringi. Samdrigið, men sum frálíður klárari og sólglottar, tó eisini møguleiki fyri ælum. Í kvøld og í nátt 8-13 m/s av [...] 10-15 m/s um norði ella útnyðringi. Fyri tað mesta turt og sólglottar, men sum frálíður skýggjað og í støðum regn. Hitin verður millum 4 og 8 stig.
friðarligt hjá løgregluni í nátt. Tað einasta, sum hevur verið, vóru menn, sum komu til ilnar á bátafestivalinum í Vestmanna. Tað sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Tað er skrivað í døgnrapportina hjá [...] patruljur hjá løgregluni hava verið í Vestmanna í morgun at skapa frið, og so er løgreglan eisini á staðnum við bátinum hjá løgregluni um morgunin. Eisini í Klaksvík var løgreglan í býnum, nú norðoyastevna er aftur [...] løgregluni. Í Havn hevur einki verið, sum hevur órógvað løgregluna. Í mun til fyri nøkrum árum síðani, so eru fríggjakvøld í býnum í Havn spakari enn leygarkvøld og sunnunátt, tá ofta nógv fleiri fólk eru í býnum
Í samband við Bátastevnuna í Vestmanna sendir FM1 beinleiðis frá klokkan 14. Reportarar til sendingina Bátaradio vera Vilmund D. Jacobsen og Petur Asbjørn Lervig. Bátarnir fara av Fútakletti klokkan 14 [...] hjá Vilmundi og Petur Asbirni koma út á in.fo. FM1 samsendir við nærvarpið STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna frá klokkan 14 í morgin. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
Bátastevna er í Vestmanna, og í morgin verður hæddarpunktið á stevnuni, tá bátarnir fara at sigla av Fútakletti undir Vágalandinum og inn á Vestmanna. Men, stevnan í Vestmanna byrjaði longu í gjár, og í kvøld [...] verður eisini høvi at síggja finaluna í Champions Leauge, Liverpool og Real Madrid, sum verður sýnd á stórskíggja í lítla tjaldi. Í tímunum frá klokkan 20 til á midnátt í annaðkvøld verða fleiri tónleikaf [...] ymiskt á skránni. Í kvøld fara fleiri forvitnisligir tónleikarar á pall, og her verða tað Fríði Sigmundarsson og Bjarki Virgarsson Trondesen, sum leggja fyri klokkan 20. Onnur, sum fara á pall í kvøld, eru Herborg
sunnudagin, tá kappast verður á Streymoynni. Í morgin verður kappast á Viðoynni, og leygardagin í Suðuroy. Kappingin í morgin byrjar klokkan 16, og tá verður byrjað í Hvannasundi, og síðan koyrt fimm ferð gjøgnum [...] byrjaði mikukvøldið, tá kappast var í Einkultstarti. Koyrt varð úr Miðvági, til Sørvág, og so til Bíggjar. Her bleiv vent, og so skuldi kvinnur og menn koyra aftur á mál í Miðvági. Startur og mál var við busskýlið [...] síðan á mál við Effostøðina í Klaksvík. Hilmar Hansen leyp á beint sum teinurin niðan móti Eiðisskarð byrjaði. Jákup Petur var skjótur at koyra Hilmar inn aftur, og hesir, sum í dag teljast millum okkara
Toftum fyrsta vikuskiftið í mai. Hetta er eitt lutfalsliga stórt tiltak, men tiltakið í Vestmanna er rættiliga nógv størri. Tað, sum er eitt sindur serstakt við bátastevnuni í Vestmanna hesaferð, er, at tiltakið [...] ið á allari bátastevnuni er siglingin av Fútakletti og inn á Vestmanna leygardagin. Men, forvitnisliga skráin fyri stevnuna byrjar longu í morgin, Kristi Himmalferðardag og heldur fram fríggjadagin og [...] tiltakið rættiliga verður skotið í gongd í morgin, 26. mai, sum er frídagur hjá mongum. Bæði hósdagin og fríggjadagin byrjar skráin klokkan 16 seinnapartin, tá spæliland við hoppiborgum, fiskibrunni og øðrum
Tað eru 20 ár í ár, síðan fyrsta bátastevnan varð hildin í Vestmanna, og hetta er ein orsøkin til, at nógv verður gjørt burturúr. Áhugin fyri bátastevnuni í ár er rættiliga stórur, og bæði báta-og kampingpláss [...] korona hevur órógvað. - Tær umstøður, vit hava í Vestmanna í dag, kunnu slett ikki samanberast við tær umstøður, ið vóru, tá stevnan fyrstu ferð sá dagsins ljós. Í dag eru umstøðurnar framúr. Saman við nógvum [...] kampingpláss eru fullteknað. Sagt verður úr Vestmanna, at ongantíð áður eru so nógv atgongumerki til bátastevnuna seld í forsølu sum hesaferð. Ein av fyrireikarunum, Jónfinn Egilsnes, heldur, at ein orsøk
báturin bar seg í teimum líkindum sum vóru. ##med2## Síðan báturin kom til Vestmanna, hava Jóan Magnus og nakrir vinmenn verið onkran túr úti í Vestmannasundi, og hóast teir vóru fimm mans í bátinum henda [...] verið nakrar dagar í Vestmanna, torir eigarin longu nú at siga, at hetta er ein fantastiskur bátur til tað brúk, hann er ætlaður til. Hetta er ein finskur bátur, og tað er Bátatænastan í Havn, sum umboðar [...] kókiamboð. So, einki er ómøguligt, sigur hann brosandi. Nú bátastevna verður í Vestmanna, ætlar Jóan Magnus Olsen sær út í fjørðin við nýggja bátinum. - Jú, tað er ætlanin, sigur hann og leggur aftrat
sjómaður, er tað ikki altíð, at hann er heima, tá tiltøk eru. - Í ár vænti eg at vera heima á bátastevnuni í Vestmanna, og vit ætla okkum sjálvsagt út í Vestmannasund, tá siglingin verður seinnapartin leygardagin [...] Hetta eru fólk, sum duga at hugna sær saman, og í hesum umhvørvi hava vit havt nógvar góðar løtur við bátinum, sigur formaðurin í bátafelagnum í Vestmanna. [...] Í Vestmanna er bátafelag, sum varð stovnað í 2013. Formaður øll árini hevur verið Kristen Friis, sum er skipari við Skorabergi, fyrrverandi Fram og eisini fyrrverandi Stígarklettur. Hann og konan, Laila
Frelsunarherinum í Havn, Magni Chrisiansen, Jens Marni Hansen og Vestmanna Kirkjukór at framføra. Konsertin er startskotið til stóru Bátastevnuna, sum verður um vikuskiftið, men sum byrjar í Vestmanna longu hósdagin [...] á sín serstaka hátt at syngja saman við Vestmanna Kirkjukóri. - Konsertin mikukvøldið klokkan 20 er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Vestmanna. [...] vit kundu sagt, at stórsligna konsertin mikukvøldið leggur lunnar undir bátastevnutiltakið 2022. Vestmanna Kirkjukór, sum skipar fyri konsertini, fer bæði at framføra einsamalt - og saman við Bergtóri Hjelm