Menn fóru upp at táttast í Vestmanna

Annars hevur náttin verið stak friðarlig hjá løgregluni

 

Tað hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt. Tað einasta, sum hevur verið, vóru menn, sum komu til ilnar á bátafestivalinum í Vestmanna.

Tað sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Tað er skrivað í døgnrapportina hjá politinum, at tvær ferðir vóru menn í hornatøkum í Vestmanna, men teir sissaðust aftur, og tað hevði ikki so nógv upp á seg, sigur vakthavandi, at nakað mál spurdist burturúr.

Burtursæð frá tí, so hevur verið friðarligt. 

Tvær patruljur hjá løgregluni hava verið í Vestmanna í morgun at skapa frið, og so er løgreglan eisini á staðnum við bátinum hjá løgregluni um morgunin.

Eisini í Klaksvík var løgreglan í býnum, nú norðoyastevna er aftur. Men var alt stak friðarligt.

– Eg síggi, at tey hava skrivað í døgnrapportina, at tey hava verið á øllum skeinkistøðum í Klaksvík, og har var einki at finnast at. »Nógv fólk, góður stemningur og alt ok«, stendur skrivað, greiðir vakthavandi frá. 

So alt í alt ein stak friðarlig nátt hjá løgregluni.

Í Havn hevur einki verið, sum hevur órógvað løgregluna.

Í mun til fyri nøkrum árum síðani, so eru fríggjakvøld í býnum í Havn spakari enn leygarkvøld og sunnunátt, tá ofta nógv fleiri fólk eru í býnum.

– Tað vísir seg, at fríggjakvøld eru spakari, og at tað er ikki fyrr enn leygarkvøld, at fólk tørna til, heldur vakthavandi á politistøðini í Havn.