Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður hampuligt veður í dag.
Fleiri tiltøk eru kring landið – eitt nú norðoyastevna í Klaksvík og bátastevna í Vestmanna – og líkt er til, at veðrið verður á einari leið í dag. Í morgin verður nakað av vindi og sum frálíður regn í støðum.
DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av norði ella útnyðringi. Samdrigið, men sum frálíður klárari og sólglottar, tó eisini møguleiki fyri ælum. Í kvøld og í nátt 8-13 m/s av útnyðringi. Skiftandi skýrák og okkurt æl. Hitin verður millum 4 og 9 stig.
Sunnudagin 10-15 m/s um norði ella útnyðringi. Fyri tað mesta turt og sólglottar, men sum frálíður skýggjað og í støðum regn. Hitin verður millum 4 og 8 stig.