Landssjúkrahúsið eitt sentralsjúkrahús, men trupullekin er bert, at har er eingin stýring. Kundu vit fingið eitt orðaskifti í lag um, hvat vit vilja við Landssjúkrahúsinum soleiðis, at allar partar kundu sagt [...] vil Joan Ziskason kortini royna seg á politiska vígvøllinum. Hon er gift við Ziska Ziskason, skipara, og tey eiga tvey børn, ein son sum er 24 og 22 ára gamla dóttir. Og ein ommuson, sigur Joan brosandi [...] Sjúkrasystrafelagnum, har hon er farin undir annað skeiðið, hevur hon fingið enn meira áhuga fyri politiska arbeiðinum. Fakfelagsarbeiði og politiskt arbeiði líkist nógv. Eitt nú er ein uppgáva í mínum fak
hugsaði »Hvat er hetta fyri fólk, sum ger slíkt?« Í einum høli vóru at síggja alskyns skyggandi tinnur lagdar í silvur, broðeraðir dúkar, kviltaði teppi, og annað, sum eg ikki veit navnið á. »Er hetta eitt [...] teir ikki klára seg uttan hjálp uttanífrá, tað er skammiligt. Vit eiga at taka frælsi, sleppa øllum skaparevnunum út, lata túsund blómur blóma. Frælsi er ikki nakað, vit skulu biðja um, tá ið vit halda
fyri alt Føroya land, er at misbrúka valdið sum hesin hevur fingið litið upp í hendi og vit kunnu ikki annað enn taka undir við partamanni løgmansins tá hesin sigur at løgmaður er óútrokniligur. At so [...] Nú tá landsstýrisflokkarnir við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum á odda hava víst hvat teir duga til, nevniliga at søplað burtur málið um endurgjald frá dønum fyri handfaringina av bankabjargini, leggja [...] tá danska stjórnin, ikki tykjist at verða sinnað fyri samráðingum fyrrenn eftir løgtingsvalið. Tað er nógv fyri, at hesir flokkar í sínum egna máttloysi, kasta av sær skuldina fyri eina ótrúliga klossuta
og nýbakaðar køkur frammi. Mamma dugir ikki enskt, og tí fekst ongin samrøða teirra millum, men hvat er við tilkomið konufólk at røða, sum onki veit um talv? Babba smæddi seg afturímóti ikki burtur; hann [...] sum búði heima hjá okkum tær báðar vikurnar, sum kappingin var hetta summarið í 1986. Bjarke var - og er - av fittastu fólkum - blíður og hjartaligur, og ikki tað minsta hástórur. Hartil var hann fyrikomandi [...] farvæl, og til uppaftur nógv sterkari telvari trein á gátt á Spógvavegi 16. Vit skriva 1992, og summarið er komið hægst á luftina. Sunnaneftir frættist frá avrikunum hjá føroyska talvliðnum í olympisku kappingini
byggja á. Og tað er, eftir mínum tykki, sera óheppið at koma við slíkum álvarsligum spádómum, uttan at hava tøl úr Føroyum, sum vísa á hesa gongd. Vit víkja í hvussu er frá øðrum londum hvat mynstrið í barnsburði [...] slag av persónligari tryggingaravtalu, er nógv ymist at hugsa um. Og kanska eiga vit ikki bert at hugsa um tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum. Tí flestu teirra er antin- ella verður eftirlønaravtala tryggjað [...] av hesum ávum. Ein annar avgerandi spurningur er, um tað skal verða, sum Fólka- og Javnaðarflokkurin skjóta upp, nevniliga at fólkatryggingin ella hvat hon skal eita verður goldin yvir afturhaldskipanina
tá steðgar alt á. Kenslurnar stirðna í einum skelki. Tað er sum ein pískur, ið slær og sker djúpt í kenslulívið ? og einki er at gera. Tað er ófatiligt, meiningsleyst. Tá verður tøgn. Og grátur. Tíggjundi [...] Lagdir eru stokkar og tagnað er røddin, sum ljómaði so vakurt á nýggjárinum, tá ið vit seinast vóru saman og sungu fýraraddað fyri okkara gestum. Eitt stórt menniskja er rivið burtur frá okkum uppá ein [...] Jógvan bróður ringdi til mín tíðliga ónsmorgunin sjeynda januar og fortaldi, hvat ið hent var. Jónfríð var á veg niðan á ellisheimi í Auning í náttarvakt, har hon var fyri ferðsluvanlukku vegna svartakálk
kommunurnar. Hin møguleikin er burturkastgjaldið, sum vit hava arbeitt við í eina rúma tíð. Tað merkir, at eitt gjald er íroknað í vøruni, sum skal viðgerðast og at tað er brúkarin, ið rindar tað gjaldið [...] skipan fyri virkir. Tað er ein sannroynd, at ov lítið kemur frá virkjunum og tað kann hugsast vera tí, at tey skulu rinda fyri tænastuna. Akkumulatorar Vandamikið burturkast er eitt nú alt úr kyksilvri [...] enn er á marknaðinum. Tí heita vit á fólk um at lata øll sløg av battaríum í bingjuna nøkur ár afturat, sigur Poul Andrias Joensen. Nógv tann størsti parturin av tí, fólk lata inn til viðgerðar, er akk
munur er á, hvat tað kostar at byggja og keypa. Og lánimøguleikarnir eru góðir, rentan hevur ikki verið so lág í 40 ár og rentufrádrátturin er 48 %, sigur Helgi Brekku frá SetHúsaSøluni. Hesum er Jonhard [...] Dahl-Jacobsen á Húsamekling samdur í, tað er nærum líka bíligt at byggja egin hús sum at keypa. Húsamekling umboðar Suðuroyarhús, sum Thormann Vang byggir. Eftirspurningurin er stórur eftir hesum húsum, fleiri [...] tvang, hava havt sýnsmann at meta um virðið á húsunum og harvið seta prísin. ? Henda skipanin er góð, og er ikki samsvar ímillum tað fólk vilja selja fyri og tað sýnsmaðurin metir húsini vera verd, tosa
at tað er lagaligari at leggja kappingina til rættis av nýggjum, enn tað hevði verið, um bara eitt lið úr Suðuroy var í hvørjum bólkinum: ? Tað er altíð keðiligt, tá lið hava ferðast, og tað so er neyðugt [...] Suðurgrønlandi er skjótt til kava á okkara leiðum. Soleiðis plaga teir, sum í teirra dagliga yrki eru ella hava verið so knýttir at teimum treytum, ið veðrið setur, at taka til, og at teir vita, hvat teir tosa [...] stak illa við. Jens Erik Magnussen er kappingarstjóri hjá Fótbóltssambandinum. Hann hevur eina ætlan fyri, hvussu tað, sum hevur hópað seg upp, skal avgreiðast, men tað er sjálvandi treytað av, at tað verður
til útlandið við rúkandi ferð. Heldur gongdin fram er skuldin burtur um fá ár, sigur blaðið, sum krógvar sannleikan í tí partinum av greinini, sum er skrivaður við vanligum stavum. Tá nettouttanlandsskuldin [...] føroyinga uttanlands drignar frá bruttoskuldini hjá Føroyum, og soleiðis koma vit fram til hvat nettoskuld føroyinga er uttanlands. Seinastu árini hevur gongdin verið tann, at bankin, sparikassarnir og onnur [...] spurning. Sostatt er onki av hesi skuld afturgoldið enn. Og øll uttanlandsskuldin hjá landskassanum liggur sum kunnugt í danska ríkiskassanum. Størsta heiðurin fyri, at netto uttanlandsskuldin er vorðin so nógv