num sigur við in.fo, at tey enn ikki hava roknað tølini út fyri fyri Føroyar. Av tí at Heilsustýrið er ein nýggjur stovnur, sum er settur á stovn aftan á koronutíðina, so mugu tey fáa tølini frá Landslæknanum [...] koppsetingini liggur um tey 170. 20 fólk doyðu í Føroyum av koronu. Bjarni á Steig leggur tó dent á, at hann ikki hevur hug at gera viðmerkinga upp á donsk hagtøl. – Eg vil sleppa at viðmerkja føroysku hagtølini [...] Ein nýggj kanning frá WHO/Evropa er júst komin, sum vísir, at 17.000 donsk lív eru bjargað av koronu-koppsetingini. Av teimum eru 16.400 mett at vera yvir 60 ár. Hetta skrivar Statens Serum Institut (SSI)
Sum minsta mát áttu kommunurnar at verið fíggjaðar úr sama kassa. Íbúgvar kring alt landið áttu at verið skattaðir við saman prosenti kring alt landið, eins og kommunalu inntøkurnar áttu at verið býttar [...] nú at bøta um støðuna við at velja eitt eldraráð, tó bert við ráðgevandi heimildum. Fleiri - seinast Johan Dahl - síggja uttan iva Tórshavn sum modell fyri allar føroysku kommunur: landið eigur at skipast [...] illa hoyrd og eru fyri vanbýti, uttan so at onkur eldsál er, ið veruliga stríðist fyri sakini. Sama grundgeving hoyrdist frá fámjiningum, ið væntaðu at Fámjin fór at drukna í eini samanlegging við stórplássini
Arnfinn Bech tulkar útspælið soleiðis, at tey í KAF bara eru altrá eftir at varðveita verandi støðu. - Tað tykist tíverri eyðsýnt, at tey als ikki eru áhugað í, at arbeiðstíðin verður definerað og skipað [...] Arnfinn Bech bjartskygdur um, at partarnir sjálvir fóru at megna at samráða seg til eina loysn. Felagið hevði í hvussu er gjørt av at lata alt taktiskt spæl liggja, og í staðin fyri at hava nógvar bóltar í luftini [...] øll vita, at tað onkursvegna ber til at fáa allar støður og øll viðurskifti at snúgva seg um annaðhvørt lív og heilsu ella týðandi samfelagsvirði. Vit hildu útspælið vera so provokerandi, at har var ikki
nna«, sigur hon. – Tað er stuttligt at hava roynt at verið bæði. Løgtingsforkvinnan hevur givið gætur, at í summum grannalondum okkara, har leggja tey seg eftir at finna neutral heiti, sum kunnu brúkast [...] upplivað við innbjóðingum úr Danmark, at tey skriva »lagtingsforkvinde«. So tey hava lagt til merkis, at í Føroyum eru heitini broytt eftir kynunum. Løgtingskvinnan heldur, at sum heild taka fólk sera væl ímóti [...] ímóti nevndu broytingunum. Men tað eru tó nøkur, ið halda, at vit áttu at hildið fast við tað gamla. Men tey eru ikki nógv, sigur hon. Broytingin varð gjørd í samráð við Málráðið, sum eftir áheitan sendi
víkingarnir at iðra seg um tey trý málini. Tað fyrsta var eftir at Atli Gregersen kiksaði, tá ið hann royndi at sparka burtur, tað næsta var við brotssparki, sum Olaf Bárðarson var óheppin at gera, og lítla [...] í Klaksvík í næstu viku. Tað er greitt, at KÍ týskvøldið fer ikki at varpa Malmø FF úr Champions League, og tað er greitt, at Víkingur hóskvøldið fer ikki at varpa Gent úr Conference League. KÍ fær í [...] Víkingarnir løgdu alt teir áttu í avrikið í kvøld. Tað fara teir eisini at gera hóskvøldið í Klaksvík. Hvussu gott úrslit tað fer at bera við sær valdast eisini um, hvussu Gent fer at manna seg, og hvønn hugburð
hagtøl. Tíverri er líkt til, at hondbóltsheimurin ikki fær høvið til at uppliva Óla til U21 endaspælið komandi summar. Hansara hagtøl áttu at verið nóg mikil orsøk til, at Føroyar fingu eitt Wild-Card [...] í átta dystum. Ásbjørn N. Nattestad sum fylgir føroyskum hondbólti sera tætt hevur funnið fram til tey ótrúligu hagtølini hjá Óla Mittún, tá hann hevur spælt fyri U20, U19 og U18-landsliðið. Ásbjørn skrivar
tvíheldur um, at orðingin í sáttmálanum ikki merkir, at feløgini neyðturviliga hava krav uppá at fáa hesi skjølini útflýggjað, men at tey bara hava rætt til at síggja tey. Formenninir fingu tí at vita, at teir [...] Teir báðir formenninir halda grundleggjandi, at teir als ikki skuldu havt fyri neyðini at fara til Runavíkar at lesa skjøl, tí tey áttu uttan nakað hóvasták at verið send teimum, tá teir bóðu um tað vísandi [...] blandar hann seg uppí og svarar fyri tey. Tað er týðuligt, at endamálið hjá honum fyrst og fremst er at avmarka, hvat vit kunnu fáa innlit í, heldur enn at tryggja, at sáttmálin verður hildin. Skal hetta
A-landsdystur hevur Andreas Lava Olsen valt at takka fyri seg á hægsta stigi, boðar Víkingur frá. Tað er afturvendandi skaðar, sum gera at leirvíkingurin velur at gevast. 36 ára gamli kraftmikli áleyparin [...] spældi eitt skifti í danska felagnum Frem. Andreas Lava Olsen hevur verið við til at vinna fleiri steypasigrar og tey bæði meistaraheitini í 2016 og 2017. Serliga í 2016 var Andreas Lava Olsen avgerandi [...] ”X-Factor”, sum so mangan hevur bjargað okkum sigurin heim. Við síni litføgru persónligheit, hevur Lava eisini sett sín dám á skiftirúmið, har tað nú verður eitt tómrúm at fylla, skrivar Víkingur. ##med2##
og hetta við at seta fólk í bás, at meta um, taka fólk av ræði, gera tey ‘skeiv’ í alra eygum og so framvegis, fingið Sólborg í blekkhúsið. At hon hevur vart minnilutabólkar, samkynd og tey, sum onkursvegna [...] Hóast hetta, so komu trý børn afturat. At so nógv er at siga um Sólborg ger, at eg ikki kann dvølja so nógv við fyrsta partin, sum í sjálvum sær hevði verið áhugaverdur at drigið fram í ljósið – um smágentu [...] veðrið loyvdu tí, fyri aftur at enda í stóra Mýrigerðinum, sum veruliga hevði tað við sær at hála tann síðsta neistan úr einari og hvørjari barnasál, sum var so óheppin at vera fødd inn í eina slíka familju
eftirrákanum av glæsiliga sigrinum at staðfesta, at leikliga avrikið var tað besta, sum landsliðið yvirhøvur hevur víst. Fríggjadagurin 12. juli 2024 fer at verða minstur fyri, at tá var stóra gjøgnumbrotið hjá [...] kvinnulandsliðnum. Tað hevur verið arbeitt við tí í langa tíð, uttan at tað er eydnast serliga var , men nú er tað hugaligt at staðfesta, at í dag var tað bæði tyngd og broddur í álopsspælinum. Uppstillingin [...] hevði hon dystaravgerandi bjarging. Talan var fyrst og fremst um liðavrik, og tað var hugaligt at staðfesta, at liðið ikki viknaði í seinna hálvleiki, tá ið fýra skiftingar vóru gjørdar. Heidi Sevdal legði