Lava setur gaggurnar á hillina

Betri deildin menn: Andreas Lava Olsen hevur avgjørt at seta gaggurnar á hillina

Mynd: (Álvur Haraldsen) Andreas Lava Olsen (t.v) í dysti móti KÍ og Árna Frederiksberg

Eftir 376 dystir í bestu deildini og 18 A-landsdystur hevur Andreas Lava Olsen valt at takka fyri seg á hægsta stigi, boðar Víkingur frá. Tað er afturvendandi skaðar, sum gera at leirvíkingurin velur at gevast.

 

36 ára gamli kraftmikli áleyparin er uppvaksin í LÍF og fylgdi við í samanleggingini til Víking. Hann spældi eitt skifti í danska felagnum Frem. Andreas Lava Olsen hevur verið við til at vinna fleiri steypasigrar og tey bæði meistaraheitini í 2016 og 2017. Serliga í 2016 var Andreas Lava Olsen avgerandi í seinasta triðinginum av kappingini.

 

- Lava hevur evnið sum fótbóltsspælari, ið sjáldan síggjast aðrastaðni. Ein spælari við ”X-Factor”, sum so mangan hevur bjargað okkum sigurin heim. Við síni litføgru persónligheit, hevur Lava eisini sett sín dám á skiftirúmið, har tað nú verður eitt tómrúm at fylla, skrivar Víkingur.

 

##med2##

 

Andreas Lava Olsen hevur í tveimum førum vunnið fram á manslandsliðnum. Hann skoraði móti Eysturríki í 2013, og hann bleiv stóri ”jokarin” hjá Håkani Ericson. Í septembur 2020 var hann við til at venda dystin móti Malta á Tórsvølli, tá vit vóru aftanfyri 2-1, men endaðu við at vinna 3-2. Andreas Lava Olsen javnaði við frálíkum máli, áðrenn Brandur Hendriksson hegnisliga skoraði avgerandi málið upp á fríspark í yvir tíðini.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Andreas Lava Olsen (t.v) í dysti móti KÍ og Árna Frederiksberg

Mynd: (Álvur Haraldsen) Håkan Ericson var ein fegin maður, eftir at Andreas Lava Olsen og landsliðið vann 3-2 á Malta í 2020