hildið fast um, at neyðugt var við fíggjarligum frælsi, áðrenn talan kundi verða um politiskt frælsi. Men hesin arbeiðshátturin er ikki í tráð við hetta sjónarmið. Ella er tað veruliga talan um politiskar [...] eru ikki samdir í hesum, tí vit meta sanniliga málið um føroyska grundlóg rættiliga avgerandi og sum eina hending í okkara politisku søgu. Eitt mál um føroyska grundlóg má skiljast sum seinasta stigið á [...] tingmenn og flokkar at siga sína erligu hugsan um ta kós, sum samgongan hevur lagt, í støðuni millum Føroya og Danmark. Málið er greitt Hóast talan í fyrstu atløgu er um at seta eina nevnd. So er málið greitt
og fer eisini at betra um møguleikarnar hjá fólki við serligum tørvi at fáa sær egnan bústað. Hetta fara vit at gera við tveimum lógaruppskotum einum um lutaíbúðafeløg og einum um bústaðapartafelag. Skipanin [...] almennar arbeiðsgevarar um at hugsa um tað samfelagsliga virðið, sum liggur í einum rúmligum arbeiðsmarknaði. Útlendingamál Útlendingaøkið hevur fingið nógva umrøðu. Eingin ivi skal vera um, at Landsstýrið vil [...] honum hava um 85% av fólkinum nú landfast samband. Av størri samferðsluætlanum kunnu nevnast útbygging av flogvøllinum, sum farið verður undir, nú hann verður yvirtikin. Vit eru sera fegin um, at ein loysn
Til tað sigur Bjørn Harlouu, landsdjóralækni, at hetta farmaskipið, talan er um, hevur fingið loyvi at koma inn á fjørðin og fara beinleiðis til havs aftur. Treytað er tó, at einki verður fylt í ball [...] fyri, at skipið ber smittu við sær aðrastaðni. ILA virussið livir bert í kyknunum á fiski, og um tað skuldi hent, at okkurt var komið upp á skipssíðuna, meðan skipið hevur verið á Funningsfirði, verður [...] ella so, smýgur sær út um Múlan og endar aðrastaðni og á tann hátt kemur í samband við onnur alibrúk. Fyri at fyribyrgja tí, er einasti mátin stutt og greitt at steingja fjørðin fyri aðrari ferðlu enn
kanningin skal vísa, um minkaða ílátið av feskvatni í fjørðin hevur nakra ávirkan á vatnútskiftingina á fjørðinum. Ein annar partur snýr seg um dýralívið á botni, og tann triði parturin snýr seg um plantu- og dýralívið [...] sum rennur í fjørðin. Hetta hevur aftur við sær, at sjógvur verður sogin inn í fjørðin í neðra, og eisini henda nøgdin er 100 ferðir so stór, sum nøgdin av feskvatni, sum rennur í fjørðin. Hetta er tað [...] myndilin er liðugur verða stakkanningar gjørdar á fjørðinum fyri at kanna, um veruleikin er, sum myndilin sigur. Víðari kanningar Um komið verður fram til, at feskvatnsílátið hevur ein ávísan týdning fyri
ynski kaldbaksfólksins. Um býráðið veruliga virdi fólkið í Kaldbak, hevði býráðið spurt kaldbaksnevndina, um tað hevði borið til at funnið eina aðra loysn, sum fólkið við fjørðin – ein tann vakrasta í Føroyum [...] kaldbaksvegin úr Kaldbaksfirði og út til bygdina. Eftir samanleggingarsáttmálanum skuldi Tórshavnar kommuna gera vegin og hann skuldi vera millum 5 og 6 metrar breiður. Heldur ikki hesa áseting hevur Tórshavnar [...] Andreasen, herðslu á, at býráðið hevði gott samskifti við tunnilsfelagið. Tað sama kann ikki sigast um samskiftið við fólkið í Kaldbak. Hóast nærum øll í Kaldbak mótmæltu ætlanini at broyta byggisamtyktina
Undirvísingartíðin skuldi vera helvt um helvt, men hetta kundi ikki ganga eftir einun føstum leisti, sum ferðaumstøðurnar vóru tá. Tí skuldi skipast so fyri, at tá árið var liðugt skuldi javnvág vera í. Tóra [...] hann í sor. Søgan um rennistrongin gjørdist vist ikki longri enn hetta. Men eg minnist tó, at rennistrongur var um Tíggjará Kaldbaksmegin áðrenn tað var nøkur brúgv. Tað slapst ikki um ánna í áarføri. Tað [...] men tað vurderaðu vit einki. Vit fóru ofta til Havnar, um mammu manglaðu okkurt smáting, sum hon skuldi brúka til at baka kaku ella okkurt sovorðið. Um vit runnu, tók tað ein tíma til Havnar, men við vanligari
teimum, sum koma við og eftir flogferðafólkið, vaksið munandi samanborið við tað, tað var, tá siglast skuldi um Vestmannasund. Men nú hevur vekfallið avmarkað hesa ferðsluna munandi, siga tey á flogvøllinum
besta veður. Í fráboðanini hjá Hósvíkar Róðrarfelag, sum eitt nú segði, hvussu siglast skuldi, og hvørjum lurtast skuldi eftir á leiðini, varð dentur lagdur á, at boð skuldu aktast. Tríggir bátar við Lív [...] Eiði til Hósvíkar og seinni um kvøldið í Hósvík, skiltist, at nógv høvdu í hyggju at leita sær út til Nólsoyar á ovastevnu dagin eftir. Tá leygardagurin kom og farið var um middagin, loystu nógvir bátar [...] eru altíð nógv fólk umborð, tá regatta er. Hesaferð vóru eini 30 fólk við bátinum. - Øll vórðu biðin um at hava egnan bjargingarvest við sær á túrinum, sigur Gunnbjørn Joensen, sum er ein av eigarunum. Nakrir
aliringarnar, Heri Hjelm hevði liggjandi innanfyri Skarvatanga í Froðba. Ringarnir róku tvørtur um fjørðin og á land á Tjaldavíkshólmi, har alt fór í knús. Ímillum 600.000 og 700.000 fiskar vóru í ringinum [...] so nær at teir fingu enda á. Nógvir endar hingu afturúr ringunum og vandi var fyri, at skipini skuldi fáa um skrúvuna og Heri Hjelm sigur, at hann legði teimum eina við, at teir máttu ikki seta hvørki manning [...] dragast frá ? Tað ber ikki til at tryggja framleiðsluna og tað virði, sum tað hevði havt tá ið laksurin skuldi takast. Myndina tók Leivur Nygaard
verið nógvar og stórar. Eitt er tilrættaleggingin og luttøkan. Bæði tá tað ræður um lið í bestu deildini, og tá tað ræður um deildir frá teimum elstu og til teir yngstu. Ein onnur stór og fyri fótbóltsspælið [...] dyst. Graslíkisvallirnir hava ikki allir somu dygd, men tað er eingin ivi um, at teir hava verið við til at hækka fótbóltsstøðið. Um sama mundið sum graslíkið kom, varð meiri gjørt við girðingarnar kring [...] góð ráð dýr. Í skundi um middagsleitið varð roynt at seta seg í samband við útróðrarbátarnar ígjøgnum telefonina. Jú, tað bar so væl á, at bæði Ørvur og Eystnes komu á Klakksvík um fýratíðina leygardagin