Fólk stak væl nøgd við regatta

Regattasigling var av Eiði til Hósvíkar fríggjakvøldið, og fyrireikararnir eru stak væl nøgdir við tiltakið, sum tey halda eydnaðist til fulnar. Úr Hósvík fóru nógvir bátar leygardagin út til Nólsoyar at halda ovastevnu. Bæði í Hósvík fríggjakvøldið og í Nólsoy leygarkvøldið var stevnuveðrið av tí besta

Sarita G. Joensen, forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelag, er sera væl nøgd við undirtøkuna, sum regatta’in av Eiði til Hósvíkar fekk hesaferð.
Árini, tá undirtøkan hevur verið størst, hevur talið av tilmeldaðum bátum táttað í 100, og soleiðis var eisini hesaferð. Hon sigur, at neyva talið í ár var 92, og tað eru tey í Hósvíkar Róðrarfelag stak væl nøgd við.
Sjálv var Sarita saman við mongum øðrum umborð á bátinum, Stovuni, tá siglt varð av Eiði til Hósvíkar.
Stovan, sum er heimahoyrandi í Hósvík, er træbygdur bátur, og her eru altíð nógv fólk umborð, tá regatta er. Hesaferð vóru eini 30 fólk við bátinum.
- Øll vórðu biðin um at hava egnan bjargingarvest við sær á túrinum, sigur Gunnbjørn Joensen, sum er ein av eigarunum.
Nakrir kappróðrarbátar luttóku eisini á langa teininum suður eftir. Her vóru nøkur áttamannafør, okkurt einstakt fimm-og seksmannafar – og eitt tíggjumannafar.
Nýggi teinæringurin Royður við 20 fólkum til róðurs var eisini við í stóra og hábærsliga bátafylginum.

Besta veður
Tað var eitt frískligt lot av útnyrðingi, tá bátarnir loystu á Eiði seint seinnapartin fríggjadagin og stevndu suður í Sundalagið við kós móti Hósvík. Hetta var ein lýggjur og turrur dagur, og tá bátafylgið hevði siglt eitt lítið bil suður yvir, var mest sum stilli og allar besta veður.
Í fráboðanini hjá Hósvíkar Róðrarfelag, sum eitt nú segði, hvussu siglast skuldi, og hvørjum lurtast skuldi eftir á leiðini, varð dentur lagdur á, at boð skuldu aktast. Tríggir bátar við Lív á odda høvdu leiðsluna, tá siglt varð suður eftir.
Streymurin var harður, og tí skuldi ansast væl eftir, tá siglt varð undir brúnni við Streymin.
Alt gekk væl, og tá bátafylgið sigldi í tronganum undir brúnni millum klokkan 18.30 og 19 hetta kvøldið, var mest sum í streymloysi.

Eingin svangur
Hósvíkar Róðrarfelag hevði syrgt fyri, at góður matur var í Bygdarhúsinum í Hósvík, sum felgið Varðin eigur. Tá stóra bátafylgið var komið trygt til bryggju undir skipaðum umstøðum, fóru fólk at fáa sær ábit.
Seinni um kvøldið, og áðrenn dansurin við Bridge byrjaði í Bygdarhúsinum, hugnaðu fólk sær í bátunum.
Í onkrum báti høvdu tey harmonikur og guitarar, og her sótu fólk og sungu, meðan tey líka sum løgdu ”botnin” undir tað, sum stundaði til.
Í bátaumhvørvinum er tað soleiðis, at summi velja burtur av at vera í bátinum og í umhvørvinum fram við bryggjuni, meðan onnur fara niðan í bygdina til dansin.
Hósvíkingar duga væl at skipa fyri, fólk eru fryntlig, og blíðskapurin er stórur.

Út á ovastevnu
Í práti við bátafólk, bæði undir sigling av Eiði til Hósvíkar og seinni um kvøldið í Hósvík, skiltist, at nógv høvdu í hyggju at leita sær út til Nólsoyar á ovastevnu dagin eftir.
Tá leygardagurin kom og farið var um middagin, loystu nógvir bátar aftur í Hósvík og sett kós út til Nólsoyar.
Hósvíkingur, sum Sosialurin tosaði við í Nólsoy leygarkvøldið, metti, at størri helmingurin av bátunum, sum vóru við í regattasiglingini í Sundalagnum fríggjakvøldið, hildu leiðina fram út til Nólsoyar leygardagin.