fyritøkur. Fyritøkan hevur seinastu árini verið í støðugum vøkstri og tænir í dag fleiri enn 500 vinnukundum kring alt landið. Fyrr í ár flutti Geymin í nýggj høli í Kvíggjartúni á Argjum, har betri umstøður [...] fyritøkum. – Vit vildu ikki bara selja eina skipan. Vit vildu gera hana til eina føroyska loysn. Rúni Brimvík sigur, at hetta hevur verið ein av høvuðsorsøkunum til, at E-conomic í dag er tann mest brúkta [...] KT-fyritøkan Geymin varð stovnað í 2019, var endamálið at veita føroyskum fyritøkum góðar bókhalds- og kassaskipanir. Í dag er fyritøkan ment nógv víðari og arbeiðir við at menna heildarloysnir, sum verða
Hetta vikuskiftið 7. og 8. august flytur kokkurin Ray frá ROKS – sum í 2025 varð kosin ’Besti gourmet-pitsakokkur í Danmark’ – inn í Grót í Nólsoyarstovu. Tá fara kokkar og tænarar frá ROKS at borðreiða [...] kjøti og øðrum spennandi rávørum. – Hetta verður ikki eitt vanligt pitsakvøld – hetta verður ein serlig matuppliving, siga tey á Roks. – Vit síggjast í Grót (kjallarin í Nólsoyarstovu) 7. og 8. august millum
altíð gott at vinna. Sum heild var hetta ein góður venjingardystur fyri okkum, sigur Sigtór Petersen, venjari við heimasíðuna hjá FSF. Í Grønlandi stórfegnast tey um at teirra kvinnulandslið slapp at spæla [...] venjaratoymið og hópurin eru errin av avrikinum. Hetta er byrjanin upp á eina ferð at skapa eitt lið, ið kann geva gentum og kvinnum í Grønlandi okkurt at stremba eftir. Sigur Danny Jung. [...] Grønlandi á Dungasandi í Sørvági. – Vit fingu tað burturúr, sum vit vónaðu frammanundan. Fleiri leikarar fingu møguleikan at royna seg, og allar stóðu seg væl. Úrslitið hevði ikki tann stóra týdningin,
skúlan ikki kundi fylgjast, tí nøktandi játtan ikki var sett av. Sostatt gav lógin ‘rættindi, ið í roynd og veru ikki góvu nakran rætt’. Hetta má sum heild ikki henda á skúlaøkinum, og so slett ikki fyri [...] ST-sáttmálin loyvir ikki at bíða ov leingi við at seta rættindi í verk. Sostatt er neyðugt at seta mál, freistir og fígging. Bannið móti mismuni og skyldan at veita rímiliga tillagingar, m.a. í útbúgvingarskipanini [...] tilmæli eru longu til Tørvurin er ikki ókendur. Álitið um heildagstilboð í Skúlanum á Trøðni frá 2024 staðfesti, at innbúgvið í ovaru lonunum ikki var tíðarhóskandi og ikki hóskandi til eitt heildagstilboð
vitan og dátur til at menna sítt virksemi. Endamálið er bæði at tryggja góðskuna, sum er, og støðugt at menna hana. ##med2## Góðska er eisini álit Fyri tey lesandi merkir hetta, at tað skal vera greitt [...] eisini við til at skapa álit millum universitet og útbúgvingarskipanir í Europa. Álitið merkir eisini, at ein góðskuskipan, sum fylgir europeiska leistinum, styrkir flytførið hjá okkara lesandi í Føroyum, soleiðis [...] Við at savna og almannakunngera hetta tilfarið verður eisini lættari hjá lesandi, starvsfólki og almenninginum at síggja, hvussu Setrið arbeiðir við góðsku – og hvussu vit arbeiða fyri støðugt at gerast
Í HB dylja tey ikki, at tey fegin vilja hava, at næstbesta liðið eisini í 2027 verður í næstbestu deildini. Undan hesum umfarinum var HB undir niðurflytingarstrikuni, og eisini eftir 22. umfar er HB undir [...] tryggjaði sær pláss í bestu deildini í 2027, var í Gundadali seinnapartin, og gestirnir høvdu øll trý stigini við sær til hús aftur. B71 vann 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Málskjútti í fyrra hálvleiki var [...] var Óli á Reynatúgvu, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Hetta vr annað málið í árhjá Óla á Reynatúgvu, sum 11. august fylti 20 ár. Eric Oteng legði upp til fyrra málið, og eitt lítið korter eftir steðgin
Haaland hevur í dag kunngjørt við mynd á Instagram, at longu ljósu lokkarnir eru burtur. Og hetta er farið sum rótasúpan í útlendskum miðlum. Hárfagra norska fótbóltstjørnan, ið nú ikki er so hárføgur [...] Tað tykist kanska ikki, sum stórvegis tíðindavirði er í, men eitt sum allir útlendskir miðlar hava á breddanum í dag, eru tíðindini um, at Erling Braut Haalnd hevur klipt sær, so langa hárið nú er heilt [...] hárføgur, skrivar í samband við myndina av stutta hárinum, at nú er nýtt kappingarár fyri framman og nýtt hársnið.
hevur skapt í Steinprenti, fevna bæði um tað einfalda og tað maksimala, men eisini her ávirkar ítøkiliga tilfarið úrslitið í vøkrum, tunnum laveringum, sum listakvinnan skapar við penslinum eftir at hava dripið [...] dripið hann í tuntflótandi tussj. Stórar prentverkætlanir við nógvum umførum og litløgum hava bjóðað listakvinnuni av og hava brýnt hennara greiningarevni, og hetta sæst aftur í málningunum. Hansina Iversen [...] Iversen er saman við Rannvá Kunoy slóðbrótari innan ta ikki-ímyndandi málningalistina i Føroyum, skrivar Kinna Poulsen, ummælari, m.a. í føðingardagsheilsan á listaportal.com. Øll heilsanin kann lesast her:
var hetta als ikki fyrsta ferðin, tær høvdu verið her. Á eini talvu í forstovuni hekk ein mynd av einrøðuleikinum hjá Ainu Cederblom, Sjóvevur, sum var leiktur á Torradøgunum í 2008 – hetta eisini í sambandi [...] og vísti tað seg at vera havnafrúur, sum høvdu leitað sær til Klaksvíkar at veva, tí her vóru umstøðurnar munandi betri enn í Havn, lótu tær at. Her var so deiligt, rúmligt og ljóst at vera og annars sera [...] oktober 1933, eftir at hava fingið grundøki at byggja vevskúlan á frá “Sterka-Jákup”, bóndanum í gerðum. Hon kom aftur higar við tilfari og vevum fyrst í 1934, var við til at byggja skúlan, hvørs grund Karl
nógvum føroyingum. Tá eingin fiskur var í sjónum, var fuglurin ein týðandi føðslukelda. Í 1900 vórðu 200.000 lundar tiknir í Føroyum, í 2000 var talið 95.000, men í dag verða bert nakrir hundrað lundar fleygaðir [...] veiðihættir og matgerð, sum nú er í vanda fyri at fara fyri skeyti. Tá umstøðurnar broytast, og siðbundin livikor og handverk missa sín týdning, hava vit ikki somu amboð at skilja, hvat hesi tap hava við [...] er at kanna, hvørji óevnislig tap lítil arktisk samfeløg hava sum avleiðing av veðurlagsbroytingum. - Í føroyska døminum leggja vit dent á at lýsa, hvussu hækkandi sjóhitin ávirkar fuglastovnin í so stóran