sum hann í fjørð valdi at leggja frá sær. Hetta seinasta árið hevur hann verið skrivari, umframt aðar nevndar uppgávur. Stíf takkar Rúna so hjartaliga fyri hansara íkast og stóra arbeiðið, hann hevur [...] sum formaður, valdi hann at varðveita leiklutin í nevndini. Tá 'val av starvsnevnd' kom á skránna, varð Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen beinanvegin nevnd í uppskoti, og valdi hon at siga ja til hetta
festivalinum í 2023, men tá tey fingu at vita, at hon hevði fingið FMA virðislønina fyri ársins heildarútgávu her í Føroyum, vórðu tey sannførd um, at hon var verd at bjóða til festivalin at spæla. Bæði [...] føroyskum!" Um tónlistafólkini, sum tónleikasamskipandi toymið á Iceland Airwaves hevur valt út, sigur hann víðari: "Marius Ziska spældi á Iceland Airwaves so tíðliga sum í 2013, men festivalurin hevur lagt [...] Airwaves rætt og slætt, at nýggi tónleikurin hjá honum er ótrúliga spennandi, og tey vilja fegin síggja hann á einum av fremstu pallunum á festivalinum. Eg eri sannførdur um, at øll trý tónleikanøvnini fara
Og fyri ta tíð sat hann í 16 ár í bygdarráðnum á Velbastað. Tað vil siga, at Annfinn Brekkstein hevur 32 ára royndir í kommunalpolitikki, nú hann bjóðar seg fram til enn eitt skeið í Tórshavnar býráð. [...] frá, at eg bjóða meg fram til býráðsvalið aftur hesaferð, sigur Annfinn Brekkstein, tá vit spyrja hann um uppstilling. Sambandsflokkurin hevur havt sín fyrsta uppstillingarfund, og sum skilst eru nøkur [...] stórheitstíð. Serliga eftir at Listbeth Petersen, sála, sum andaðist herfyri, varð vald í býráðið í 1984. Hon umboðaði eisini flokkin einsamøll og gjørdist varaborgarstjóri hjá Poul Michelsen. Í 1988 stillaði
fløga hjá Benjamin, og hann hevur gjørt hana á Vesturbrúgv í Keypmannahavn saman við einum donskum framleiðara, sum eitur Esben Svane. 13 føroyskir sangir eru á fløgu-útgávuni, og hon kemur út einaferð komandi [...] pengar, so ja, tað er fantastiskt at endiliga kunna vísa eitt sindur av tí, vit hava arbeitt við, sigur hann. Sangurin snýr seg um mistan kærleika. – Tað er ein hjartasorgssangur, sum handlar um at royna at
umleið 700 milliónir krónur. Løgmaður segði, eftir at hann undirskrivaði eitt semjuskjal saman við donsku forsætisráðfrúuni fyrr í ár um yvirtøkuna, at hann ætlaði, at helmingurin av pengunum skulu brúkast [...] Fólkatinginum til føroyskar flokkar. Tað er ein gomul lóg frá 1987, sum ongantíð er lýst í Føroyum, sum hon skal. Stuðul er kortini goldin út, til í fjør, tá feilurin varð funnin. Hetta skal nú fáast upp á pláss
um á Argjahamri. Hon býr á Argjum, og Svansi-Bob er hennara fyrsta bók. Hans Jacob Østerø hevur útbúgving í margmiðlasniðgeving og arbeiðir millum annað sum fríyrkismyndprýðari. Hann býr í Klaksvík.
gamal, hevur drúgvar royndir úr vinnulívinum og er útbúgvin innan altjóða sølu og marknaðarføring. Hann tekur við nýggja starvinum beinanvegin. Eftir ætlan skal Stórhøllin við Tjarnir lata upp síðst í januar [...] Dalsgaard. Stórhøllin við Tjarnir, sum er í trimum hæddum, hevur eina samlaða gólvvídd á 8.100 fermetrar. Hon er vælegnað til alt frá landsdystum til stórar konsertir og onnur tiltøk, so sum samfelagsmøtir ella [...] Mortensen, fegnast um, at Regin W. Dalsgaard er settur sum stjóri, og nevndin hevur fult álit á, at hann fer at leiða Stórhøllina væl fram á leið. Tilsamans 16 umsøkjarar vóru til starvið.
Mamma hansara, Ingrid Djurholm, var úr Kollafirði. Hon flutti á ungum árum til Danmarkar, har hon hitti og giftist dananum Kaj Nielsen. Nærum hvørt summar ferðaðist familjan til Føroya at vitja, og hetta [...] hálvt ár til, eg fari at hætta mær at tosa føroyskt, flennur Jan. Tí hóast hann skilur alt, og eisini dugir orðini, so er hann tilvitaður um, at úttalan ikki er heilt uppá pláss, í øllum førum ikki enn [...] hetta hevur Jan hildið fast í, eisini eftir, at hann sjálvur fekk børn. - Mamma mín hevur altíð tosað føroyskt við okkum, so tað føroyska hevur altíð verið ein partur av mær. Vit hava eisini altíð følt okkum
boðar familja hennara frá í dag. Hon varð fødd í San Francisco í USA 4. mars 1907. Familjan kom aftur til Spania í 1915. - Marya Branyas er farin frá okkum. Hon doyði, sum hon ynskti: Í svøvni, friðarliga [...] árini á røktarheiminum Santa Maria del Tura í býnum Olot í útnyrðingspartinum av Spania. Hon segði týsdagin um, at hon kendi seg veika og hevði ikki nógva tíð eftir. - Tíðin nærkast. Grát ikki, mær dámar ikki [...] ikki tár. Og fram um alt skulu tit ikki líða vegna meg. Hvar eg enn fari, verði eg glað, sigur hon við netmiðlarnar hjá familjuni. Guinness heimsmet viðurkendi hana sum heimsins elsta livandi persón í
við valið. Í gjár segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn við in.fo, at hann ikki hevði tikið endalilga støðu til, um hann fór at stilla uppaftur. Hinvegin hevur dóttir hansara, Elin H. Joensen, játtað [...] kommunuvalið – men bara um pápin ikki stillar upp, segði hon. Og í grein á in.fo í dag sigur Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu, at hann nú gevst í kommunupolitikki. Jákup Dam býr í Kollafirði