eini 8-9 ára gamal. Tað var eitt kvøldið, eg kom heim, at eg sá Rosu standa uttan fyri húsini undir liðini á einum heldur høgum, breiðvaksnum manni í yvirfrakka og hatti. Ein hábærsligur maður, ið hesin [...] fekk virðing fyri, ein virðing, ið ikki gjørdist minni, tá hann seinni, eftir at verða blivin meira húsvandur í heiminum hjá okkum, við hvørt plagdi at koma á motorsyklu. Eisini minnist ein dagin nøkur ár [...] Hóast eg væl visti, at Anker hevði verið rættiliga sjúkur ta seinastu tíðina, fekk eg ein rættiligan hvøkk, tá eg fekk at vita, at hann var farin, ikki vardi meg, at tað skuldi henda so knapliga, nú hann
siga, hvar ein á kvøldi gistur. Hettar gamla orðatakið fingu vit so dyggiliga staðfest, tá okkara góði vinur og starvsfelagi Signar Vilhelmsen andaðist sunnumorgunin 13. mai, einans 35 ára gamal. Tað er við [...] forlovaður við einari fittari sørvágsgentu, sum nakað seinni bleiv hansara kona. Signar var ein sera fittur og siðiligur maður, altíð klárur tá nakað arbeiði skuldi gerast, við einum jaligum lyndi, sum stimbraði [...] at skriva at eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldi gistur, hetta er so satt sum tað er sagt. Góða Lív og Allan Pauli, orð eru so fátæk tá ein so brádliga verður skildur frá tí man elskar, tá
æt tá. Pabba var ein ógvuliga stillførur og fyrikomandi maður, trúgvur, avhildin og ógvuliga arbeiðssamur, men hervilig krabbasjúka tók hann frá okkum sum bert 62 ára gamlan. Tað var ein dyggur missur fyri [...] finna. Omman hevði tíð og tol, men hon var avgjørd, og tey lærdu at virða hana á ein heilt serligan hátt. Og so hevði hon ein egnan jaligan verumáta yvir fyri teimum og vísti altíð áhuga fyri øllum, tey fingust [...] samankomin var í Tvøroyrar kirkju at fylgja mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Kirkjan var karmur um ein stóran part av hennara lívi. Hon varð gift her, hennara børn vórðu doypt og konfirmerað her, og her
hansara lyndi – fryntligur, bersøgin og altíð klárur við einum svari. Hann roykti sum ein trolari og ein dagin segði ein maður við hann.” Einar, um tú ikki hevði roykt so illa og leingi, so kundi tú átt eina [...] inn, 98 ára gamal. Hesin fryntligi, skemtingarsami, bersøgni og áhugaverdi maðurin, spákandi Norðuri á Bakka, við ørmunum aftur um bak, einari ball í munninum og keppi á høvdinum. Ja hetta er ein av myndunum [...] dirigerðar hann, livir við, droymir. “Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái”, tað varð hansara sálmur. Abbi flutti á ellisheim, tá hann var blivin 92 ára gamal. Sjúka forðaði honum at klára seg sjálvan,
segði ein gamal maður soleiðis: “nú tú nevnur Vár Harra, hvar er Kristensa” hetta sigur ikki lítið. Kristensa var eisini eitt fólk, sum var virkið ímillum síni medmenniskju. Hon virkaði næstan sum ein sj [...] var ættaður úr Gomlustovu í Sumba, var ein avgjørdur maður við mynduleika. Eg minnist hvussu hann altíð var við tí góða orðinum og við góðum ráðum. Hann var ein maður, sum man lurtaði eftir, hann var tann [...] frá ungum av, serliga ein tá Jógvan hjá Mouritsi vitnaði um tá Bleiston sakk á Kappanum og “Coralia” tók fólki í ódnarveðri. Jógvan var kokkur á “Coraliu”, ein sera róligur maður. Mortan í Hvannasundi
so løgið, at tú ert vekk og ikki kemur aftur. Tú gjørdist bert 23 ára gamal. Sum heilt lítil sigldi tú við babba; longu sum 10 ára gamal fór tú fyrsta túrin til skips ? við Sjóborgini, og tú sigldi nógvar [...] enn okkara orð kunnu. Sangurin er bygdur á filmin, sum er gjørdur yvir kríggið í Vietnam, har ein maður gerst lamin. Brotið er umsett úr enskum »Nógv fólk doyðu; nógv fólk mistu alt, gjørdust fátøk. Men [...] hevði tú tína gongd til fyrst í ?98; tá gjørdi tú av at fara aftur til skips. Vit kendu Hannus sum ein sera hjálpsaman drong; hann var altíð fúsur at hjálpa til, tá neyðugt var. Bað man Hannus gera nakað
9.apríl í ár andaðist Asaf Olsen úr Søldarfiri 77 ára gamal. Asaf, sum var næstyngstur av teim 8 børnunum hjá bóndahjúnunum á Heimbø, Ingu og Ola Jákupi Olsen, var borin í heim tann 13.juni 1927. Inga [...] at húsum við harum í fetlinum. Hann var ikki maður sum troðkaði seg frammat nakrastaðnis, men hann var at finna har sum nakað var á vási í bygdalívinum. Ein bygdarmynd av serligum karat. Til seinasta kommunuval [...] heysti í 1963 fluttu til Søldafjarðar og blivu grannar hjá honum, Oslu og børnum teirra. At Asaf var ein góður granni komu vit at merkja við tað sama. Tríðmenningar vóru pápi og hann. Kanska var tað tí genetiskt
november 2004 gjørdist okkum ein dapur dagur, tá boðini spurdust, at okkara ærdi rakstrarleiðari Birgir Nónsgjógv var deyður, bert 51 ára gamal. Birgir hevði framúr góðar gávur. Ein handverkari og uppfinnari [...] og semju, hann var menniskja millum menniskjur. Var tað ein føðingardagur, so bleiv sungið í kaffisteðginum, "Tillukku til tín". Var hetta so ein rundur dagur hjá viðkomandi, so gekk bert stutt tíð, so [...] fekk loyvi til at liva saman við okkum. Vit, eins og uttan iva øll ið hava kent Birgir, eru sera glað fyri, at hava liva saman við einum slíkum persóni. Maður kemur í manns stað sigur orðatakið, og tað er
stutt? Ja, tá ið ein hyggur aftur eftir, er tað sanniliga stutt. So stutt, at tað gevur meining at hugsa sær, at hetta lívið er bert ein parentes í tilveruni, sum heldur fram í ævir, men ein týdningarmikil [...] men Guds orð okkum sigur, at deyðin bara er ein opin hurð, ein inngongd, til eina aðra verð. Er tað merkiligt, at tað er so? Tað haldi eg ikki! Her er ein ætlan aftanfyri, sum er meira enn vit kunnu ímynda [...] l parentes, tí tað er tað tíðarskeiðið, sum ein hevur at gera seg til reiðar til restina av tilveruni. Hvussu ger ein tað? Jú, tað er ikki nógv at gera við tað, tí tað týdningarmesta er longu gjørt, og
legði deyðin sína køldu hond á ein av okkara kæru, og hesa ferðina var tað frá tí fyrra endanum av lívinum. Lítli Terji hjá Atla og Mariu er farin, akkurát vorðin átta ára gamal. Hesin elskuligi drongurin [...] praktisera hetta, at abbi, ið var ein partur av okkum, nú var í Himlinum. Jólini 2001 lógu gávur undir trænum, ið Terji sjálvur hevði gjørt. Á gávuseðlunum hevði hann klistrað ein gyltan eingil, og greiddi hann [...] hann frá, at hetta var so, tí abbi var í Himlinum. Á Terji, tú var so skilagóður, bert 6 ára gamal var tú greiðir yvir, at menniskju hava likam og sál. Tú var sorgarbundin, tí tú ikki hevði sagt abba ordiliga