hjá EB/Streymi í høgru, Vinjard Dam, lúrt av, hann kom ímillum og sendi bóltin í netið, og so var 1-0 og ikki minni torført hjá HB. Ferðin var ikki serliga høg, og tað hendi ikki so nógv óvæntað. HB hevði [...] EB/Streymur hevur fýra lið niðanfyri seg, áðrenn teir leygardagin skulu til Leirvíkar at hitta venjaran frá í fjør, Harry Benjaminsen. Hjá HB stendur væl til. Teir liggja javnir við B71 í toppinum, og tað er
móti B36, men tað var bert eftir at runavíkingar høvdu staðið ímóti stórum trýsti frá havnarliðnum. Dysturin endaði 2-1 til NSÍ, og fyrsta málið stútaði Harry Knudsen í kassan, eftir at B36-málverjin var [...] fløtu B36-verjuna til Harry, sum ikki sveik. NSÍ kom ikki longri upp á stigatalvuni, men teir eru nærri 1. plássi enn 10. plássi, hóast teir sjálvir eru nummar 9!
at hálsurin tók fyrst í girðingina (tað skal beinanvegin verða sagt, at einki ónt var í takklingini frá Hans Fróða, og tað var reint óhepni, at Mortan bleiv so illa skaddur). Dysturin mátti steðgast í út [...] hangandi áleypari aftan fyri René Thomsen, hevði lætt við at lyfta upp um HB-málverjan og í netið til 1-0. Langur fyrri hálvleikur Fyrri hálvleikur vardi tilsamans umleið ein tíma orsakað av óhappinum hjá [...] Men eingin floyta kom, og so fór Allan einsamallur avstað, og ímóti spælbýtinum skoraði hann til 2-1 Sumbingar høvdu fleiri møguleikar og trýstu til tíðir HB-liðið í botn, men tað var so sum so við ef
TB-málverjan Jónas Johannesen, sum vardi búrið fyri tann meiðslaða Magna Hentze og kom væl frá uppgávuni, í netið til 1-1. Reytt ella einki Sami Kári Hansen var annars partur av eini ivasamari hending tíðliga [...] tí TB-maðurin stóð væl fyri stutt frá málinum. Longu áðrenn TB fekk málið til 2-1, hevði NSÍ lagt trýst á, og TB-liðið varð so smátt kroyst aftur á vøllin. Eftir 2-1 málið fekk NSÍ alt trýstið, og TB gjørdi [...] heimadystirnar hjá TB. Út frá tí dømdi dómarin væl. Men nú stóð altso á jøvnum aftur, men tann støðan helt sær ikki leingi. TB fekk fríspark úti í høgru síðu, eini 20-25 metrar frá málinum. Zoran Pavlovic
munurin næstan trý sekund. Junkarin rør væl og tá nú hinir bátarnir innanhýsis eru farnir at taka stig frá hvør øðrum, so sær ikki øðrvísi út, enn at Junkarin fer at gerast føroyameistari í ár, hóast bert helvtin [...] stigum, so einasti spenningur er um annað plássið. Úrslitið av róðrinum á Sundalagsstevnun var annars: 1.Junkarin5.29,17 2.Blikur5.32,05 3.Drekin5.34,16 4.Súlan 5. Báran 6.Erla Kongsdóttir 7.Tjaldrið 8.Svanur
seg, tá ein triðjingur av málinum var rógvin. Tá gjørdi hann ikki mætari enn at taka fyrstaplássið frá Jarnbardi. Og her var hann liggjandi. Jarnbardur kláraði ikki at svara aftur. Munurin millum bátarnar [...] finnast. Munurin aftur til hinar bátarnar er ov stórur. Úrslitið av róðrinum leygardagin var annars: 1.Hvessingur5.46,05 2.Jarnbardur 5.49,14 3.Lómur5.50,02 4.Gongruólvur 5.Fuglfirðingur st
Nólsoyingur. Tað hevur gingið heilt av skriðuni hjá Havnar Róðrarfelag í ár. Eingin vinnari, langt frá tí, men tað sær út til at Havnarbáturin er um at koma til fulla styrki. Tað verður ikki nokk til at [...] men tað fara vit at síggja meira til í næstu viku. Úrslitið av róðrinum á Sundalagsstevnu var annars: 1.Eysturoyingur9.29,07 2.Nólsoyingur9.40,21 3.Havnarbáturin9.43,15 4.Kjølur 5.Vestmenningur 6.Tvørábáturin
Fróðskaparsetrið fær beinleiðis stuðul frá vinnufyritøkum til sítt virksemi. Hetta er annars rættiliga vanligur framferðarháttur í øðrum londum. AMG-samtakið letur tilsamans 1.7 mill. kr. til at fíggja eina verkætlan [...] verkætlan gongur yvir trý ár. Samlaða fíggingin er uppá 1,7 mill. kr. Føroyar gott útbúgvingarverk Tá avtalan varð undirskrivað segði John Inderhaug frá Statoil, at AMG-samtakið metir føroyska útbúgvingarverkið [...] gongd Hans Pauli Joensen, sum stendur fyri umrøddu verkætlan á Fróðskaparsetrinum, fegnast um stuðulin frá teimum trimum oljufeløgunum, sum hann vónar bert er eitt stig á leiðini til at menna og víðka um virksemið
vanliga tænastur ymiska staðni frá og leggur bert tann partin afturat vøruketuni, sum júst tað virkið hevur serligar fortreytir fyri. Í Føroyum er so mangt, sum má byggjast frá grundini. Eitt dømi, sum hepnaðist [...] hepnaðist, er gamla Føroya Fiskasøla. Har var bygt frá grundini bæði til peningarensl, pakning, virkisleiðslu, søluútbúgvingar, skipabygging o.a., sum lítið hevði við fiskasølu at gera, men var neyðugur [...] innlendis tænastum uttan møguleika fyri útlendskari kapping. Tað seinasta og mest ræðandi er lógin frá 1997 um forðingar í sambandi við sølu av fiski. Teoretiskt kunnu vit leggja til merkis, at av hesum
donsku steypakappingini Compaq Cup, so megnaði 1. lið hjá ÍF Føroyum tó ikki at koma víðari í kappingini. Kastrup vann dystin 3-0 eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum. Føroyska liðið stóð seg annars [...] einum fyribils 4. plássi, tá kappingin byrjar aftur seinast í august. Úrslit frá Seriu 2, Kreds 4: 13. juni CSC-ÍF Føroyar 2-1 15. juni ÍF Føroyar-BK Fix 5-0 21. juni Hakoah-ÍF Føroyar 3-2 [...] nógv merktur av óvanliga nógvum vindi, sum nokk meira er kendur á Krossinum í Sumba. M.a. við støðuni 1-0 hevði Magni á Lakjuni eitt dundurskot á tvørstongina, men tá Kastrup beint eftir skoraði til 2-0,