Kappingin í 10-mannafarsróðrinum er ikki um hvør vinnur. Tað ger Eysturoyingur - hvørja ferð.
Og hann so hølvar alla mótstøðu av, so ruddiliga. Tað ger hann eisini hvørja ferð.
Munurin er meir enn 10 sekund, so tað sigur seg sjálvt, at har er eingin mótstøða.
Undanfarnu róðrar hevur Kjølur verið líka greiður á øðrum plássið, sum Eysturoyingur á fyrsta plássið, men leygardagin snávaðu kollfirðingar í Kjøli. Teir endaðu á fjórða plássið.
Nólsoyingur og Havnarbáturin dystaðust um annaðplássið og tann dystin vann Nólsoyingur.
Tað hevur gingið heilt av skriðuni hjá Havnar Róðrarfelag í ár. Eingin vinnari, langt frá tí, men tað sær út til at Havnarbáturin er um at koma til fulla styrki.
Tað verður ikki nokk til at gera Eysturoyingi nakað sum helst, men tað kann bjarga teimum silvuri tá árið er av.
Men teirri kappingini vilja nólsoyingar eisini vera við í umframt kollfirðingar. Tað er einki at ivast í.
Róðurin leygardagin skikkaði sær, sum hinir hava frammanundan.
Eysturoyingur stakk av beinanvegin og tað gekk skjótt fyri seg.
Tá teir høvdu róð eina hundrað metrar var Eysturoyingur longu næstan eina bátslongd fremstur.
Henda munin bara økti hann, og tá hann fór um mállinjuna var hann góðar fimm bátslongdir frammanfyri nólsoyring á øðrum plássi.
Havnarbáturin gjørdist nummar trý, Kjølur nummar fýra, Vestmenningur fimm og Tvørabáturin nummar seks.
FM-kappingin er avgjørd. Eysturoyingur skal søkka, um ikki hann skal gerast FM-vinnari í ár.
Hinvegin sær út til at vera komin spenningur um silvur og bronsu plássið, men tað fara vit at síggja meira til í næstu viku.
Úrslitið av róðrinum á Sundalagsstevnu var annars:
1.Eysturoyingur9.29,07
2.Nólsoyingur9.40,21
3.Havnarbáturin9.43,15
4.Kjølur
5.Vestmenningur
6.Tvørábáturin









