vænta, at hernaðarvirksemi fer at økjast komandi árini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Løgmaður ætlar eisini at styrka um sivilu tilbúgvingina á sjónum. - Veðurlagsbroytingar hava við sær, at ísurin [...] fyrireikað, um tað ringasta skuldi hent. Einki bendir kortini á, at tað fer at henda beint nú, sigur løgmaður. Meira hermegi um okkara leiðir At styrkja um hermegina kann sambært Akseli V. Johannesen ræða [...] Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur, at verju-og trygdarpolitikkur er blivin alsamt meira umráðandi, síðani russisku innrásina í Ukraina. Vesturheimurin noyðist nú at hugsa meira um trygdar-og verjupolitikk
Løgreglan hevur havt nógv at gera hetta vikuskiftið, og serliga er talan um harðskapsmál, sum hava fylt nógv og tikið nógva tíð hjá løgregluni. Í morgun visti vaktleiðarin at siga, at tey leita eftir vitnum [...] hjálpa okkum at fáa greiðu á hesum málum. Lagt verður aftrat, at hin fyrri tilburðurin var við eitt matstøð í Sverrisgøtu í Havn, sum hevði opið hesa náttina. Her varð ein maður álopin, eftir at skeinkistøðini [...] vitnum til tvey harðskapsmál, sum tey nú royna at greiða - annað var í Havn og hitt í Klaksvík. Løgreglan sigur, at annað harðskapsmálið var í Havn leygarnáttina, og hitt var í Klaksvík sunnunáttina. - Vit
íslendska sjónvarpið um, at eg ikki helt nakað forgjørt vera í, at Nato legði nakrar krónur í ein flogvøll á Glyvursnesi, leyp øði í grindina. Málið um flogvøll á Glyvursnesi átti ikki at komið sum nakar skelkur [...] forðar okkum í at byggja til dømis ein stóran flogvøll til farmaflutnings, sum vit kunnu fíggja saman við vinnulívinum o.ø. Hvat víðari hendir kunnu vit taka støðu til tá. Allar kanningar vísa, at Glyvurnes [...] Glyvurnes er best egnað til flogvøll. Vit hava gjøgnum árini valt at leggja byggilinjuna soleiðis, at núverandi og framtíðar byggiøki á Argjum ikki verða órógvað av óljóði frá flogvøllinum. Vit taka hetta málið
ynski eg eisini: at vit kunnu anda frítt og tora at siga og skriva og dáma og liva uttan at kenna ræðslu og forfylging...uttan alment at verða úrklædd av fólkavaldum umboðum, sum eru vald at verja og menna [...] meirilutanum. At tulka míni boð sum, at eg bara vil hava vald, er misskilt. Eg ynski samstarv um alla oynna, men tað verður ongantíð veruleiki, so longi borgarstjórin, sum hvørki vil ella megnar at samstarva [...] klandursvætti, ella kann tað hugsast, at tað er eini persónurin, sum er ómøguligur? Í Degi og Viku fríggjakvøldið fyri atkvøðugreiðsluna segði borgarstjórin á Tvøroyri sjálvur, at bygdirnar í oynni eru longri burtur
aftur at standa fyri ólógligum burturflytingum og sigur, at landið bara roynir at verja sárbar børn í krígsøkjunum. Tjóðskaparligi trygdarráðgevin í USA, Jake Sullivan, sigur á friðarráðstevnuni, at Qatar [...] Børnini sleppa ikki at tosa ukrainskt ella at vísa ukrainsk symbol. Børnini verða hart revsað, um tey nokta at syngja russiska tjóðsangin, segði Mykola Kuleba á fundinum í gjár. Málið er at røkka eini avtalu [...] hevur hjálpt við at røkka eini avtalu, sum viðvíkur minst 30 ukrainskum børnum, sum skulu heintast heim úr Russlandi. – Tað verður brúk fyri altjóða trýsti, sigur Jake Sullivan um arbeiðið at fáa ukrainsku
fekk stuðul til at stilla upp til forsetavalið frá demokratunum, tá Joe Biden, forseti, í gjárkvøldið boðaði frá, at hann ikki fór at stilla upp til afturval. Undirtøkan merkir ikki, at Kamala Harris verður [...] flokkinum í Senatinum, hevur noktað at taka undir við Harris. Fleiri stuðlar ynskja eisini helst, at uppstillingin hjá flokkinum ikki fer til Kamala Harris, uttan at veruligt val hevur verið. Harris hevur [...] almenningin um at “savna seg aftan fyri Kamalu Harris og vinna á Donald Trump”. Soros-familjan er kend fyri at vera stórir stuðlar hjá demokratunum. Tá tað er valstríð í USA, plaga tey at senda tvísiffraðar
Dam á, at tørvur er á ódýrum ella ókeypis upplivingum. - Alt ov nógv tykist drivið av kapitaliskum áhugamálum; tí endar tað við, at ólavsøkan vindur mest møguligt úr barnafamiljum. Hann heldur, at hetta [...] tað royni eg altíð at fara. Ólavsøka er jú eitt av stóru hæddarpunktunum á árinum. Tað sigur Niels Uni Dam. Hvussu heldur tú ólavsøku? - Hjá mær er ólavsøka so nógv. Ein partur er at mala oman og niðan [...] niðan og tosa við fólk. Hetta at hitta tey, tú bert sært einaferð um árið - ella kanska ikki hevur hitt í 10 ár - er fantastiskt. Niels Uni vísir á, at summi føst innsløg eru á ólavsøku. - Eitt nú havi eg
milliardir. Hetta merkir, at hvørt prosent, sum rindast skal í rentu, fer at kosta landskassanum millum 40 og 50 mió. krónur um árið. Tí sigur tað seg sjálvt, at tað er altavgerandi at fáa so bíligt lán sum [...] Tjóðveldi, at Suðuroyartunnilin skal “grundast á okkara egna búskap.” - Og so kemur hetta vanliga møsnið um, at vit hava ongantíð verið betur fyri enn síðani vit skerdu blokkin. Veruleikin er, at síðani [...] kostar umleið 4 milliardir krónur at gera. Tað siga nýggjastu almennu tølini. Tá er síðutunnil til Skúvoyar og tunnil millum Sandvík og Hvalba íroknaðir. Landsverk hevur sagt, at íroknað váðaískoyti er prísurin
við krímsjúku altíð at taka rímilig atlit til onnur. - Eg haldi, at hetta er triðju ferð, eg havi koronu, men hetta er aðru ferð, at sjúkan er staðfest við kanning. Pál Weihe sigur, at fyrstu ferð varð hann [...] Ímyndin av koronuráðgevingini í Føroyum, sum Pál Weihe má sigast at hava verið, sigur, at nú hann læt seg kanna heima, vísti tað seg, at hetta er korona. - Eg var saman við beiggja mínum, Klæminti Weihe [...] samvitsku. Hann sigur, at hann ofta plagar at vera plágaður við ovurviðkvæmi um heystarnar, og tí hugsaði hann ikki beinanvegin um koronu. - Tá beiggi mín, sum eisini vísti seg at hava fingið krímsjúku
net-álopum, við at lamma GPS soleiðis, at flogfør í Eystursjónum ikki longur kunnu lenda í grannalondunum. - Vit hava sæð, at álop hava verið á fólk á evropeiskari jørð. Vit hava sæð, at tað hava verið [...] Týskland um ætlanir um at myrða stjóran hjá Rheinmetall, Armin Papperger. Týska fregnartænastan hevur síðani verið við til at verja hann. Eitt høgt embætisfólk í Týsklandi váttar, at tað varð ávarað av USA [...] Amerikanska fregnartænastan kom fyrr í ár fram til, at russiska stjórnin ætlaði at myrða ovasta stjóran í Rheinmetall í Týsklandi, sum er ein av størstu vápnaverksmiðjunum í Evropa. Tað upplýsir sjónv