Vit skulu sova trygt um náttina

- Tað skal helst ikki koma har til, at vit fáa tørv á hermegini, men vit mugu vera fyrireikað, sigur løgmaður

Mynd: Álvur Haraldsen

Seinastu dagarnar hevur evnisfundur hjá Norðurlandaráðnum verið í Føroyum. Evnið fyri fundin var trygd, friður og tilbúgving í Norðuratlantshavi.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur, at verju-og trygdarpolitikkur er blivin alsamt meira umráðandi, síðani russisku innrásina í Ukraina. Vesturheimurin noyðist nú at hugsa meira um trygdar-og verjupolitikk.

 

- Men tað er ikki soleiðis, at vit í Føroyum kenna okkum hótt, sum støðan er í løtuni. Tí skulu vit sova trygt um náttina. Men vit mugu saman við grannunum Norðanlondum og restini av vesturheiminum vera fyrireikað, um tað ringasta skuldi hent. Einki bendir kortini á, at tað fer at henda beint nú, sigur løgmaður.

 

Meira hermegi um okkara leiðir

 

At styrkja um hermegina kann sambært Akseli V. Johannesen ræða fíggindarnar og harvið forða fyri álopum.

 

Í nógv ár hevur verið friðarligt kring Føroyar og í Norðuratlantshavi. Fá herskip og annað hernaðarvirksemi hevur verið.

 

- Tíverri er hernaðarvirksemi økt seinastu árini, tí áhugin fyri økinum er vaksin. Í Føroyum síggja vit mest donsk og bretsk herskip. Men vit síggja eisini áhuga frá fyrst og fremst Russlandi og Kina fyri arktis, og tí kunnu vit vænta, at hernaðarvirksemi fer at økjast komandi árini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Løgmaður ætlar eisini at styrka um sivilu tilbúgvingina á sjónum.

 

- Veðurlagsbroytingar hava við sær, at ísurin smeltar. Tað ger, at skipaferðslan um okkara leiðir økist, og tá er størri vandi fyri skipsvanlukkum.

 

Hernaðarvirksemi skal nýtast í tilbúgvingini, soleiðis at trygdin á sjónum verður betur. Radarar kunnu hava eftirlit við sivilari flogferðslu. Dronur og verjuskip, sum hava eftirlit við hernaðarligum virksemi, kunnu eisini brúkast til bjarging og náttúruvanlukkur.

 

- Tað skal helst ikki koma har til, at vit fáa tørv á hermegini, men vit kunnu gagnnýta hana í sivilari tilbúgving, sigur løgmaður.

 

 

 

Mynd: Álvur Haraldsen