inni í tí eina egningarskúrinum er friður, men ikki tøgn. Hesir menninir hava allir gingið í lívsins skúla, og duga tí væl at síggja og skilja, hvat gongur fyri seg í samfelagnum uttanum teir: Í teirra [...] stór hesi seinastu árini, og at inntøkurnar eru farnar niður í nærum einki! Okkara íkast Tað er ruskut í veðrinum seinnapartin henda hósdagin í farnu viku, tá Sosialurin vitjar egningarskúrin. Uttanfyri [...] bundin niður í stórari skuld. - Tann stóri trupulleikin er ikki tað at ov nógv er gjørt, men at ov lítil inntøka hevur verið tey seinastu árini. Vit royna í øllum førum at geva okkara íkast í tóma kommunukassan
tey komu til Føroyar. Hann gekk í skúla í Íslandi, og hann varð sendur í sveituna í summarfrítíðini at arbeiða fyri bøndurnar. Viðurskiftini vóru ikki góð. Har búði hann í einum úthúsi. Hetta dámdi honum [...] onkuntíð upp í 200. Millum leiðandi losjumenninar í 30-unum var Gunnar Petersen, mammubeiggi. Hesa tíðina vóru eisini skipað fyri fráhaldsfótbóltslið. Í 1930 vitjaði Afholdsfolkenes Idrætsforening í Danmark [...] bankan. Sum nevnt var Poul eisini við til at byggja flogvøllin í Reykjavík í 1941. Tá var tørvur á arbeiðsmegi í Íslandi og tørvur á arbeiði í Føroyum, so hetta kom væl við hjá føroyingum. Fyri nøkrum árum
spælir við Lyngby í eitt hálvt ár, áðrenn leiðin gongur til Føroyar og GÍ í 2004. Hálvt annað ár seinni fer Atli í skúla niðri, men endar aftur á bonkinum, fyrst í Skjold og síðani í Frem. Atli tekur avgerð [...] hasar í stongina og inn. Bara óheppið, at akkurát hasin skuldi fara í stongina og út, sigur Atli um dundurskotið hjá Súna í fyrra hálvleiki í dystinum. Eitt rend til Skotlands Atli Gregersen er í 2009 [...] kenna í dag. Atli ferðast í hálvan annan tíma hvønn vegin. Skúlagongdin verður ikki passað heilt so væl, sum hon átti at verið, men til venjing er Atli nærlagdur – bæði í fótbóltsskúlanum og í Randers
Neyðugt er at tekna seg til túrin í Tilhaldinum ella á tlf. 211921 í seinasta lagi týsdagin 16. juni. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18 [...] klokkan 15 til 17 í juni, juli og august mánað Katólska Kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 hámessa v/Wolf Schmidt, prestur í Mariukirkjuni [...] 10.30 Møti Útimøtið í Hósvík Útimøtið verður í Hósvík leygardagin 13. juni kl. 19 Øll eru hjartaliga vælkomin. Útimøtibólkurin Thabor, Fuglafjørður Sunnukvøldið kl. 18, verður í Thabor við Pól Johannesen
havi eg verið minst líka nógv í Vági, sum í Havn. - Og tað var í veruleikanum mest Suðuroynna eg setti í samband við tað at flyta heim aftur, tí Havnin, sum eg vaks upp í, var ein stór bygd. Vit búðu uppi [...] kett meg eina løtu. Havi ein góðan verkstað í gamla skúla, eri leiðari á Ruth Smith savninum, sum húsast undir somu lon, havi undirvíst á listabreyt í Vági og í Sumba tveir vetrar, og havi verið so heppin [...] , so leiti eg víðari frá blómunum til næstu uppgávu. Hevði eitt tema við “Beinum í Rom”, har eg avmyndaði bein í Rom í fleiri dagar, arbeiddi síðan við fotomyndunum á stórum plansjum, sum eg setti saman
má seta seg inn í, hvat hendir í heiminum í dag og kenna tær samfelagsligu broytingar og landvinningar innan politiska nýhugsan, ið eru komnar fram í dag. Men hetta duga politikarar ikki í Føroyum, tað er [...] leiklutinum hjá menniskjanum í samfelaginum í dag. At kjakast um politik er ikki bert at taka eitt konkret mál í senn, men at duga at seta tað saman við øðrum málum og tí inn í ein størri samanhang. At vita [...] javnaður, eru lyklaorð innan nútímans politik. Hesi eru oftani slødd í stevnisskráum hjá ymiskum flokkum og eru, sum so nógv onnur orð í Føroyum í dag, endaði sum innantóm orðafelli og fastar vendingar, ið ljóða
Danmark og í Íslandi í 1985, har hann heilsaði uppá Vígdis Finnbogadóttir, forseta Ìslands. Hilmar hevur eisini verið við til alheimsdeyvaráðstevnur, í 1982 í Sveits, í 1986 í Wales og í 1990 í Hollandi [...] Grønlandi í 5 mánaðar. Tað var p/f Hólmur í Sørvági sum átti skipið. Í 1951 er hann aftur í Danmark á bóndagarði í Sunds nærhendis Viborg, men hann kemur heim aftur. Í 1952 er hann við trolaranum Varðberg [...] desember 1910 í Miðvági. Foreldur hjá honum vóru Sofía Petersen av Steig í Sandavági og Rasmus Heinesen, skómakari, á Ryggi í Miðvági Tey fingu umframt Hilmar hesi børn: · Sunneva, fødd í 1900, deyð í 1904 ·
av teimum flestu av manningini komu í kristna jørð í Reykavík. Eisini ger minningarhaldið, sum fiskimannafelagið skipaði fyri í Íslandi í 1999 í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík, hendingina kenda. Tað er [...] Mortensens menn keyptu í 1923 úr Lysekil í Svøríki eina slupp, ið bar navnið General Gordon. Hon varð bygd í 1884 í Brixton, var merkt 87 brt, og hon hevði motor. Poul Michelsen í Búð í Hvalba, ið var búsettur [...] hetta skeið vóru hesar: Í 1914 fórst Robert Miller úr Vági við 11 monnum. Nærri hevur verið greitt frá hesi vanlukku í 100 ára greinini um Diin í Porkeri. Í 1915 er skaðagrindin í Sandvík, har 14 mans úr
aldurspresidentur í familjuni. Hon fór niður sum heilt ung í 1938, áðrenn Hitler legði heimin í oyði, búsettist í Esbjerg, og har hon seinni giftist við Sand Kirk og teirra familja hevur tí røturnar í Esbjerg. [...] fastur á ein ella annan hátt kemur inn í myndina. Hon tók hjartaliga í móti mær, tá íð eg kom niður á fyrsta sinni í 1974 á skúla og hon setir enn hjartaliga á borðið í Peder Gydesvej nr. 57 og hevur júst [...] ongin kona í sorg, men vit vera tó nøkur av tínum nærmastu og kanska onkur annar við, sum saman við systrum tínum fara at fylgja tær týsdagin, tá ið tú verður lagdur í mold í heimbygd tíni í Oyndarfirði
og halda leiðina inn í tann gamla hansabýin Bremen, hvørs erkibiskupur (sum eisini hevði sæti í Hamburg) til 1104 hevði ræði yvir øllum biskupssetrum í Norðurlondum. Vit koyra inn í býin, sneiða inn á ein [...] ð, eitt slag av bókmentaligum skúla, í húsum sínum í Bremen. Hille hevur ta grundáskoðan, at bókmentir eru ikki bara ein fagurfrøðilig listagrein, men at tekstir, bæði í bundnum og óbundnum máli, hava [...] stroya eitt dism av esprit í samrøðuna. Í eini samrøðu við norðurtýskt útvarp upplýsir Hille, at fyrsta verkið, sum varð tikið upp í hennara salong, var bókin Anton Reiser frá seinast í 18. øld, eftir Karl Philipp