teimum, ið bert fáa lægstu avlamispensión: støk fáa í mesta lagi kr. 5.439 um mánaðin og gift fáa í mesta lagi kr. 4.333 um mánaðin. Tilsvarandi pensión í Danmark (forhøjet alm. førtidspension) er ávikavist [...] 636 og kr. 7.348 um mánaðin. Pensiónslóggávan í Danmark verður í næstum broytt, soleiðis at einans tey, sum hava rætt til hægstu avlamispensión, fáa pensión í framtíðini. Tey, ið hava rætt til miðal og lægstu [...] fyri heilsuliga skaddum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í sambandi við at MBF fylti 20 ár verður skipað fyri pallborðsfundi í læraraskúlahøllini í Tórshavn mikukvøldið hin 7. november 2001 kl. 19.30. Fundarevni
føroyingurin, sum var á vøllinum í fjúrtanda umfarinum í superliguni, var Chrisitan Høgni Jacobsen. Tá tað mánakvøldið restaðu 22 minuttir av uppgerðini á regntunga heimavøllinum í Esbjerg, gjørdi venjarin, Viggo [...] eitt stig í part. Steven Lustü hevði høvuðsleiklutin, tá AB tólv minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið. Hann varð feldur í brotsteiginum, og besti maður á vøllinum, Michael Johansen, sendi í netið úr [...] tað hevði einki forgjørt verið í tí, um dysturin hevði endað javnur. Miðverjin Martin Albrechtsen stútaði í 39. minutti AB framum eftir horna, og Jan Kristiansen javnaði í 61. minutti við rimmar skoti úr
Fuglalív Ein gamal fiskimási heldur til við Ellisheimið í Miðvági. Hann hevur verið har í minsta lagi í 15 ár, og útlit eru til, um alt annars gongur væl, at hann kann vera verðandi líka leingi afturat [...] starvsfólki, sigur Karl Johan. At Másin er brekaður sæst týðuliga um summarið, tá likkurnar eru her, sigur Karl Johan. Másin er minni enn tær og formár sær ikki tað stóra, tá tær koma larmandi í flokki. Hann verður [...] ágangandi enn likkan, sigur Jens Kjeld Jensen, fuglaútstappari í Nólsoy. Hann sigur, at másin í Miðvági saktans kann gerast dupult so gamal, sum hann er í dag, um annars alt gongur honum eftir vild. Elsti fiskimaásin
Klaksvíkingurin Ólavur Simonsen hevur ikki eydnuna við sær í opnu kappingini Johann Thorir Jonsson Memorial í Reykjavík í hesum døgum. Sjey umfør eru leikt og tvey stig hevur Ólavur higartil fingið, sum [...] talvunum leikti Ólavur a3 í fyrsta leiki (!), og eydnaðist tað eisini honum at vinna hetta merkisverda talv, sum er við í blaðnum í dag. Vónandi kann klaksvíkingurin reisa seg í endaspurtinum, og eftir hendan [...] hendan vendir hann eyguni heimaftur, har hann júst nær at koma heim til toppdystin í 1. deild ímóti Havnini sunnudagin 4. november. Tann vælkendi Ivan Sokolov og fremsti íslendski telvarin Hannes H. Stefansson
tey 50 árini í gjár, og í dag verður móttøka á hotellinum. Brøðurnir Johan og M.C. hava tikið yvir eftir pápan Christian, sum stovnaði Hotel Hafnia, og triðja ættarliðið er útbúgvið og komið í starv á hotellinum [...] brøðurnar á Hafnia, Johan og M.C., sum sita yvir av mær í nýggju Loungini við Áarvegin. Uppvaksnir í hotelvinnuni og mestsum føroyska ímyndin av slíkari. At Hotel Hafnia varð til tað, sum tað í dag er, komst [...] Ætlanin var í grundini als ikki, at her skuldi vera nakað hotel, greiðir Johan frá. Pápi bygdi ein handilsbygning, sum hevði kømur í erva, sum fólk so kundu leiga. Hugsað varð um bygdafólk, sum gistu í Havn og
tiknir út, og øll liðini í bestu deildini hava onkran spælarar í bruttohópinum. Fimm málverjar eru tiknir út. Teir eru Eli Müller og Bárður Nielsen úr VÍF, Lars L. Black og Johan Danielsen úr Kyndili, og [...] Í gjár boðaði nýggi landsliðsvenjarin hjá manslandsliðnum í hondbólti frá, hvørjar mans hann vil hava til venjingar næsta fríggjadag. Tá verður fyrsta venjingin hjá liðnum, og síðani verður vant eina ferð
teirra millum verður helst eisini avgerandi í júst hesum dysti. HT2 hjálpir KTF Í Havn var toppliðið úr Vestmanna á vitjan í dysti ímóti næstbesta havnarliðnum í fyrstu deild. Vestmenningar megnaðu bert at [...] ímóti sterka kollfirðinginum, sum hevur vunnið øll síni trý talv fyri vestmenningar í ár. Johan E. Hansen hevði finnu meir í rókaendatalvi ímóti John Jacobsen á triðja borði, men rakk tað bert til ein javnleik [...] ger at støðan er tann sama í toppinum. Tiger aftur í Føroyum Kollfirðingar høvdu styrkt sær munandi um liðið ímóti hvalvíkingum. Svenski stórmeistarin Tiger H. Persson sum í mong ár hevur havt samband
eins gott úrslit sum Hans Kristian, tá hann í Íslandi royndi seg í sterkari kapping, nevnd Johan Thorir Jonsso Memorial. Ólavur var styrkismettur nummar 32 í røðini av 42 luttakarum, men endaði á einum [...] Simonsen í HM fyri 18 ár og yngri í Spania var hansara gjøgnumbrot til føroysku talvelituna. Hans Kristian legði heldur varliga út við hálvum stigi eftir fyrstu trý talvini, men síðani kom vend í, og loksins [...] við sær aftur. Helst hevur sigurin á Kasparov í simultantelvingini í Klaksvík eggjað Hans Kristiani at røkkað størri málum. Vert at nevna er, at fremsti danin í hesum aldursbólki, Christian K. Petersen fekk
eitt virkið, vælvirkandi og profitskapandi vinnulív sum okkara Fólkatingsumboð skal stuðla í altjóða og EU høpi í sínum arbeiði á Christiansborg. Eg fari at heita á øll ungfólk á virkjum og skúlum kring [...] Johan Mortensen Høgni Hoydal er besta boð føroyinga uppá komandi Fólkatingslim okkara. Við síni altíð siðiligu, høvisku og intelligentu framferð hevur hann vunnið sær nógv viðhaldsfólk og virðing millum [...] millum danskar politikarir. Hesi skjótt fýra árini sum Høgni hevir sitið í Landsstýrinum er langt komið á sjálvstýrisleið. Tá nú Høgni fær eitt skeið á Danatingi verður hann førur fyri endaliga at greiða setningin
og sigast má, at tøkkin var uppiborin. Gamla urgan Gamla urgan í kirkjuni í Vági er sett aftur í stand og varð við konsertina tikin aftur í nýtslu. Og tveir urguleikarar, ið óivað hava byrjað urguleiðina [...] sálmin Eitt Snjóhvítt Herlið, leitaði fjøldin út í kavan, eftir eina løtu, ið fløvar, tí prógvað er, at dugur er í, hóast bæði urga og kór teljast millum elstu í landinum hvør á sínum øki. Árini geva royndir [...] Kirkjukórið Ljómur hevði sunnudagin allahalganna konsert í Vágs kirkju. Hetta er tiltak, ið kórið hevur havt í mong ár. Ein afturvendandi løta við hesar konsertir er, tá sálmurin Nú Hvítna Tindar verður