á hesum stað? Hóast ST-bygnaðurin hevur heimstað í New York, so er ikki talan um amerikanskt øki sum so. Her er talan um altjóða øki. Tað var sum óivað teim flestu kunnugt ríkmaðurin John D. Rockefeller [...] tá avtornar, ja so stríðast menn ikki minni heryviri at fáa tað fíggjarliga at hanga saman viðvíkjandi rakstrinum av ST. Sannleikin er, at ST er í stórum fíggjarligum trupulleikum og kemst hetta av, at mong [...] mong limalond ikki hava goldið sín part av rakstrinum. Skuldin er heilar 15 milliard kr. Og størsti skuldnarin, so løgið tað kanska ljóðar er USA, sum skyldar ikki minni enn 8 milliard kr. Aðrir stórir skuldarar
sær. Reproarbeiðið er gjørt á Repro-Z, umbrotingin á Hestprent, og bókin er prentað hjá Einars Prent. »Kom og skriva 2«, næmingabókin, er 72 blaðsíður og kostar 64,- kr. Lærarabókin er 58 blaðsíður og kostar [...] kostar 74,- kr. Triðja bókin er »Stuttlig tøl« eftir Åse Bømler Olsen. Bókin er eykatilfar til støddfrøði í byrjanarundirvísingini. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp [...] aftur úr sínum gerandisdegi. Satsur og umbróting eru gjørd á Hestprent, og bókin er prentað á Estra. »Stuttlig tøl« er 25 blaðsíður og kostar 20,- kr.
í Vági, sum hevur verið stongt í fleiri ár, og tað stóra arbeiðsloysi, sum her er. Hvat við okkum, er vit ikki til á landkortinum? Og nú hoyrist, at tað er við at finnast ein loysn á flakavirkinum í Miðvági [...] Jákupi Mørkøre sigur, at Polarfrost í Vági er opið. Einasta, sum verður brúkt, er frystigoymslan, so framleiðsla av fiskavørum er ongin á virkinum. Okkara spurningur er so til løgtingsfólk og landsstýrismannin [...] arbeiði, men vit vita eisini, hvat tað er at vera arbeiðsleysur. Tí spyrja vit: eru vit ikki eisini borgarar í hesum landi? Her í Vági stendur eitt flakavirki, sum er í góðum standi, og sum í sínari tíð
uppi í Hoyvík. Hans Mortensen sigur, at hann hevur hoyrt okkurt um, at er tað nakað, stjórnarlimir í FK iðra seg um nú, er tað tað, at tey ikki fluttu í SMS..... Fingið fótafestið aftur Hinvegin gekk ikki [...] Hví skal tað bara vera nakað, sum skal fáast frá hondini. Hans Mortensen sigur, at tað vísir seg allastaðni, at har mentanarlív tekur seg upp, er handilslív frammanundan. Har handilslív er, er eisini mentan [...] hvør einasti føroyingur er inni á gólvinum meiri enn einaferð um vikuna. ? Tað mesta, sum hevur verið í SMS uppá eina viku, er 100.000 fólk. ? Tað mesta, sum hevur verið ein dag, er 30.000 fólk. Teir smáu
innleiðandi partar av einari møguligari oljuvinnu í føroyskum øki. Av tí at tað eru føroyingar, sum undirvísa, og sum kenna tað føroyska samfelagið, verður stórur dentur lagdur á, at lýsa bæði vinnumøguleikar [...] Talan er um tilsamans 5 lærarar ávikavist frá Tekniska Skúlanum í Tórshavn, Tekniska Skúlanum í Klaksvík, Føroya Sjómansskúla og Maskinmeistaraskúlanum. Grundskeiðið í boring fevndi m.a. um jarð-frøði
kann tað gerast skjótari og meiri kompliserað. Tí roknar Intel við, at nýggja 64-bit chippið kann koyra minst 600 MHz í 1999 og kanska kemur upp á 1000 MHz um eini tvey ár. Tað skuldi gjørt tað møguligt [...] kosta minni enn 15.000 krónur. Skjótir og effektivir Prosessorurin ella CPU?in er maskinrúmið ella heilin í telduni. Tað eru prosessorarnir, ið gera tær uppgávurnar, vit nýta telduna til, og talið 64 sigur [...] prosessorurin megnar fleiri uppgávur (task) ísenn. Í veruleikanum merkir tað, at sami CPU skiftir millum fleiri skráir so skjótt, at tað tykist, sum ger hann allar uppgávurnar samstundis. Teir stóru eru klárir
fellur sakin burtur, tá er onki at gera meira. Hví ikki seta sakførara o.l., ella krevja dómarakanning, um tað so kostar 10-15 milliónir, vit hava jú einki at missa. Men sera luskut er við Den Danske Bank [...] Bank. Hví ikki fáa reinar reglur? Tað er nú ella ongantíð! At bíða máttu fólk fólk vita ikki førir til nakað. Sólrun
fram, til ein slær ljóðið frá. Ætlanin góð Tað er spell, at tað grundleggjandi ikki er í lagi, tí tað er annars nógv gott í spælinum. Tað er eitt spæl, har tað fyri einaferð skuld ikki snýr seg um at jarðleggja [...] slottinum Boyard. Tá ein uppgáva er loyst, fæst ein lykil, og tá sjey lyklar eru savnaðir, skal ein gáta gitast, áðrenn tað slepst framat skattinum. Sjónvarpsrøðin er gott undirhald, og gav hópin av ævitýrum [...] eru annars tær bestu. Hetta er eitt flott spæl í góðum umhvørvi. Nógv stemningsmettað videoklipp frá fortinum og grafikkurin og animeringin av persónunum er væl gjørt. Spælið er danskað, og upp til seks persónar
tiltak. Og rætt er tað. Internetið er í so máta ein fantastiskur miðil, sum bløð - kanska serliga í so fjarskotnum londum sum Føroyum - ikki kunnu lata vera við at gera sær dælt av. Tað eru í dag eini 100 [...] ? Tað er sum at hava blaðið framman fyri mær, segði Tordur Niclasen, tá hann mánadagin tosaði við Sosialin í telefonini. Tordur Niclasen er í løtuni í New York á ST aðalfundi umboðandi Føroya Løgting. [...] Men tað sum Tordur Niclasen helt vera serliga áhugavert var, at hann kundi lesa Sosialin - í hesum føri leygardags-Sosialin yviri í Boston, har hann varð staddur sunnudagin. ? Eg sá tit høvdu eina litmynd
at roknskaparárið er úti. Tað vil siga, at roknskapurin fyri 1996 skuldi verið lagdur fram í juli. Eingir roknskapir - Men roknskapurin fyri 1997 er ikki komin í tingið en, og tað eru roknskapirnir fyri [...] Vilhelm. Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki, og ein partur av forkáringini er nýggja fíggjarstýringin hjá Gjaldstovuni, men tað kann ikki vera orsøkin til, at 1993-roknskapurin ikki er lagdur fram enn [...] landsstýrismálanevndina. Nevndin er trímannanevnd, har andstøðan hevur meirlutan. Vilhelm Johannesen er formaður, Atli Hansen er næstformaður, og triði nevndarlimurin er Heini O. Heinesen.