og so var tað at taka upp, tá flett varð. Lívsstarvið hjá mostur gjørdist at taka sær av øðrum. Hon byrjaði lívsskeið sítt við at ganga foreldrunum til handa, síðani fór hon til Eiðis at ganga til handa [...] bar henni til at koma, so ringdi hon, men bar tað á nakran hátt til at koma, so var hon har. At ommusystirin kom í føðingardag, var sjálvsagt fyri børnini, og øll vóru tey eisini líka góð við ommusystir. [...] enn tað sama við Gjógv, sjálvt um veðrið var stak vánaligt. Nú hon gjørdist sjúk, gramdi hon seg ongantíð fyri øðrum. Hon gleddi seg at gerast frísk aftur, og koma út millum fólk, men so skuldi ikki vera
var Annika Olsen so mikið at sær komin, at hon beindi trupulleikan til løgtingið, tí tað er løgtingið, sum hevur ásett fíggjarkarmin. Men heilt so lætt sleppur hon ikki. Við lóggávu hevur landið latið [...] Olsen, borðreiddi við fyrr í vikuni – at eingin játtan er til at reka øll tey nýggju ellisheimini, sum kommunur kring landið í løtuni lata byggja, og sum skjótt eru liðug. Hon greiddi frá, at fíggjarkarmurin [...] nu at skaffa fíggingina til raksturin. Hevur skund! Og ger tað skjótt. Eitt er, at kommunan nú av álvara má seta sær spurningin, um hon skal steðga byggingini av Boðanesheiminum alt fyri eitt, koma ikki
upprunasøgu. Hon møddist ikki at fortelja mær søguna um, tá eg varð føddur og skuldi koyrast saman við mammu míni úr Havn til Kollafjarðar. Tað var í 1965, og Oyggjarvegurin var ikki liðugur enn. Eg varð borin [...] summir eygleiðarar vilja vera við, at tað fer at henda meira í 21. øld enn tey seinastu 20.000 árini. Tað persónliga elementið í søguni Tá er tað næstan ein troyst at vita sær, at karmurin er og verður tann [...] framburður og alt nýtt innlit er. Eg minnist t.d., at eg hoyrdi útoyggjakonu fortelja mær, tá hon kom til Klaksvíkar og sá eina kiosk fyri fyrstu ferð í lívinum. Hon hevði hug at nærkast hesum løgna fyribrigdi
Spyr onkur meg, royni eg at greiða frá, at listarverk eru verd at stuðla av samfelagnum, men nógv skilja ikki, at fólk skulu hava pengar fyri slíkt. - At føroyingar hava so ilt við at hugsa nýtt, tá ið umræður [...] yvirliva. Einki er skeivt í at stríðast, men eg haldi, at vit eiga at koma burtur frá, at tú skalt verða fátækur og ognarleysur fyri at verða listafólk. Listafólk hava eisini tørv á at liva eitt vanligt lív [...] eitt ár. Íblásturin, hon fekk í Grønlandi, sæst aftur í hennara verkum. - Myndamálið, sum eg var byrjað at arbeiða við, tók eg við mær til Grønlands og setti tað saman við tí, eg upplivdi har. Serligar
Sjálvur sá eg ikki hvat gekk fyri seg á pallinum, men eg lurtaði eftir tónleikinum. Sama var við hinari konsertini hjá Eivør í Iðno. Eg kom rættstundis, men mong máttu standa uttanfyri ella leita sær til aðrar [...] løgin kensla at spáka í Rey kjavíkarbýi, tá Iceland Airwaves var. Allastaðni tosaðu fólk á fremmandum tungumálum; enskt, týskt, danskt og so framvegis. Fólk í túsundatali royndu at koma sær fram millum [...] og eg kann altíð fara til konsert við teimum, sigur Jens Guð. Byrta við Janus Rasmussen og Guðrið Hansdóttir og íslendsku Bloodgroup við Janusi Rasmussen høvdu frálíkar framførslur á Airwaves, frættist
teir siga sum við ein munn, at hendan andkveikingin – hendan huglyftingin – frá Pálli, hon gav teimum flogið, sjálvsálitið og sannføringina um, at teir fóru at megna hetta ódnartakið saman. “Eg vil síggja [...] okkum dýrmætast. Og neyvan nakar vildi verið tað fyriuttan. Tað snýr seg alt um at virka saman. At streva saman. At geva fyri felagsskapin. Fyri tað, sum er størri enn tú og eg og hvørji einstøk okkara. Tað [...] ímynda og okkara Merkið at flagga fyri. Øll heimsins fløgg og Merkið áttu at ímynda felagsskap og samleika og at verið fylt við samanhangi og javnvirðing og vón. Tey eiga at seta okkum og alt í eitt høpi
so harmast hon um, at tað sær út sum tey ætla at byggja stór hús, har nógv fólk koma at búgva saman. Sambært gransking, sum hevur við trivnað at gera, er ikki skilagott at samla nógv fólk við fráviki frá [...] arbeitt við í nógv ár. Tað tekur ofta langa tíð at fáa nakað ígjøgnum. Tí krevur tað, at mann er áhaldandi, sigur Sigrun Wardum. Hon sigur, at hon fór uppí arbeiðið tí tað hevur ligið henni á hjarta at arbeiða [...] til fólk við meningartarni og eisini miðnámsskúlaútbúgvingar. Tað síggi eg sum nakað stórt, sigur Sigrun Wardum Hon sigur tó víðari, at hóast tað er gott, at fólk við menningartarni fáa íbúðir at búgva í
oddagrein um dagarnar: "Tað sær út til, at vit hava trupulleikar við at stýra landinum". Sær út til... So hava tey ið hvussu er ikki sagt ov nógv! Síðani verður við nøkrum dømum víst á, at samgongan ikki hevur [...] løgmaðurin hjá okkum. At tríggir landsstýrismenn, sum teir einastu, sluppu at skera sær eitt eyka stykki av teirri almennu lagkøkuni, er rættiliga prinsipielt. Ein skuldi trúð, at talan varð um eina yvirskipaða [...] kortini frá samgonguni sjálvari. Og nú var greitt, at hóast øll skuldu vera líka, so skuldu nøkur vera meira líka enn onnur. Nøkur sluppu at sjálv at ordinera sær sítt egna medisin. Broytingaruppskotini frá
Peturi. Og hon er ikki komin ov skjótt. Sjálvur hevur hann sagt í útvarpsviðtalu, at hann vildi heldur bíða, til hann kendi, at hann veruliga hevði nakað at bjóða, sum hann kundi standa við (leysliga [...] krókar, og har er vakrari, enn ein kann ímynda sær, so ein skuldi verið har oftari. Og hetta hevur Hans Petur gjørt nakað við, tí við fløguni er gjørtligt at hoyra saxofonúrmælingin, tá ein hevur hug. Og [...] . Men tað er hon bara, um ein er, ið dugir at leika á hana, og tað dugur Hans Petur, um nakar. Sum ein, ið hevur fylgt hesum soxofonleikara, síðani hann blaðungur byrjaði at gera vart við seg, so kann
sum ikki longur kemur at detta burturímillum í einum altjóðagjørdum, vitanarbaseraðum heimi. Vit mugu gera eina ætlan, sum førir við sær, at tað verður áhugavert at koma til Føroya at vinna og virka. Áhugaverd [...] skelkandi er, at VIT DUGA IKKI AT FÀA TEY HEIMA AFTUR at virkað, og verða við til at mennað og byggja okkara land upp, til tað vitanarsamfelag, sum vit so sterkt hava brúk fyri, fyri at yvirlivað framyvir [...] trygt og gott við einari góðari løn, góðari pensión og einum eftir teirra metan tryggum lívsstarvi. Eg haldi ikki at tað skal verða so. Eg haldi at ein munagóður partur av hesum fólkum við stórari vitan