Seinast í mai mánaði fór Sigrun Wardum frá sum nevndarforkvinna í Javna. Javni er felag hjá fólki við menningartarni.
Tá Sigrun Wardum fór frá hevði hon sitið sum forkvinna í sjey ár. Hon sigur, at í einum starvi sum at verða forkvinna í Javna, skal ein hava gott tol.
- Nógv av tí, sum nú er komið, eru viðurskiftir, sum vit hava arbeitt við í nógv ár. Tað tekur ofta langa tíð at fáa nakað ígjøgnum. Tí krevur tað, at mann er áhaldandi, sigur Sigrun Wardum.
Hon sigur, at hon fór uppí arbeiðið tí tað hevur ligið henni á hjarta at arbeiða á hesum øki, tí hon eigur ein son við menningartarni. Hesi árini, ið hon hevur sitið sum forkvinna hava verið gevandi og tað hevur verið nógv frambrot. Serliga tekur hon tvey framstig sum dømi
- Tað er komið gongd á íbúðarbygging til fólk við meningartarni og eisini miðnámsskúlaútbúgvingar. Tað síggi eg sum nakað stórt, sigur Sigrun Wardum
Hon sigur tó víðari, at hóast tað er gott, at fólk við menningartarni fáa íbúðir at búgva í, so harmast hon um, at tað sær út sum tey ætla at byggja stór hús, har nógv fólk koma at búgva saman. Sambært gransking, sum hevur við trivnað at gera, er ikki skilagott at samla nógv fólk við fráviki frá tí sum vanliga verður sæð sum normalt á sama stað.
- Tað, at tey byggja stórt ger, at tað verða ov nógv fólk saman og tað kann ganga út yvir trivnaðin. Tað skulu helst ikki verða meir enn millum fýra og seks fólk saman. Í tí sum gongur fyri seg nú eru tó onnur viðurskiftir tikin framum, sigur Sigrun Wardum.