um 32 pund. Tað er ikki einans í vekt, at stórur munur er á danska og føroyska seyðinum. Bjarni sigur, at tað danska seyðakjøtið er munandi kjøtugari enn tað føroyska, og haraftrat er tað eisini nógv ljósari [...] gongur prátið lystiliga. Seyðabóndi í Danmark og Grønlandi Tað er einki yvir at dylja, at Bjarni hevur roynt eitt sindur av hvørjum, tá ið tað snýr seg um seyð. Longu sum lítil smádrongur fekk hann sítt [...] miðnámsskúla, uttan at tey noyddust at flyta heimanífrá. Um tey høvdu verið verðandi í Grønlandi, høvdu børnini heilt tíðliga verið noydd til at fara í aðrar bygdir at ganga í skúla. Tískil fluttu tey í
siga gangi eg ikki so høgt upp í tað. Tú heldur kanska, tað er løgið, at ein politikari ikki hevur slík mál, men soleiðis havi eg tað einaferð. Tað hevði kanska verið stuttligt at roynt seg sum forsæt [...] 20 árini á Christiansborg. -Tað er uttan iva verkætlanin Danski Fólkaflokkurin. Tað var eingin, og eg meini eingin, sum trúði upp á okkum, bara vit sjálvi. Tað hevur verið ein harður og drúgvur dystur [...] inum frá sær. -Tað var ómetaliga hart fyri meg at missa valdið í Framburðsflokkinum. Eg hevði stríðst fyri flokkinum í 10 ár, og eg var ólukkulig, tí eg hevði verið við undirlutan. Tað er uttan iva mítt
fongslinum. Tað hevur fleiri ár á bakið og ferðast víða at hava konsertir og hevur eisini givið fløgur og dvd út. Kórið hevur verið nógv frammi í miðlunum og tað er eisini ein bók skrivað um tað. Tað er Sverri [...] tilsamans hava tey sungið í yvir 400 kirkjum og tað er umbiðið trý ár fram. Men nú hevur kórleiðarin spurt um tað kunnu koma til Føroya at syngja og tað verður um hálvan august, at tey koma hendanvegin [...] Men manningin kann skifta eitt sindur, eitt nú er tað ymiskt, hvør hevur útgonguloyvi, tá ið konsertir eru o.s.fr. Sverri Steinhólm hevur nýliga verið í Danmark, har hann hitti kórið undir eini venjing
allan dystin. Hvussu kendist tað at fara úr egningaskúrinum á Toftum og skula møta heimsins næststerkastu fótbóltstjóð? - Jú, tað er eitt upplivilsi hvørja ferð, og hesaferð var tað nakað serstakt, tí vit hava [...] sigur hann. Øssur hevur søkt um kjans við nýggja Stapanum, men veit ikki, um tað fer at eydnast at sleppa við. - Eg vænti ikki, tað verður beinanvegin, sigur hann. Í dysti móti týsku heimsstjørnunum Øssur [...] vóru ógvuliga spentir og uppsettir, og tað var ikki sørt, at nervarnir vóru uppá spæl, áðrenn farið varð inn á vøllin. - Vit væntaðu eitt øgiligt ódnarveður, og tað fingu vit eisini. Tá ið týskarar fingu
stórar kensluligar rembingar, sum tað var hesa ferð. Í ein hálvan minutt vóru vit í 2. deild. Tað kendist fullkomuliga meiningsleyst, men tíbetur komu vit afturíaftur, áðrenn tað vóru stundir til at hugsa nakað [...] -Kensluliga kann hetta ikki sammetast við nakað annað, sum eg havi verið við til í míni tíð í fótbólti. Hetta gekk so ógvuliga skjótt fyri seg. Tað var heilt upp og so á botn og so uppaftur. Eg havi ikki vitað [...] lokið á Skála, og tað var greitt, at GÍ hevði fingið eyka møguleika at syrgja fyri sær sjálvum og plássinum í FORMULA DEILDINI. - Tá ið vit tryggjaðu okkum FM heitið í Klaksvík í 1994, var tað eisini í síðstu
tveittur út úr Club 20 fyri at hava havt rúsdrekka við inn, hevur verið á løgreglustøðini fyri at klaga um, at duravørðarnir hava verið ov harðligir við seg. Hesum ivast løgreglan tó í. Knallertir koyra [...] Kambsdalur er tiltikin vindharður. Hetta merktu eisini bilførarar, ið koyrdu har á leið í gjáramorgunin. Tað fóru ikki minni enn 2 bilar út av vegnum á Kambsdali fyrrapartin í gjár. Bilarnir fuky harðliga út [...] til lands, men tá bátarnir vóru útkomnir, var eingin grind at síggja. Løgreglan í Vágum upplýsir, at tað var eitt sindur óslætt í sjónum, og var hetta helst orsøkin til, at eingin fekk eyga á aftur grindina
eisini havt eitt ávíst tilknýti til sjómansheimini. - Eg helt tí, at tað kundi verið áhugavert at tikið eitt tørn á Ørkini í Reykjavík, og tað havi eg so gjørt. Ætlanin var í fyrsta lagi at vera á sjómansheiminum [...] mánaðirnar. Hann helt, at tað virkaði kanska eitt sindur undarligt sum føroyingur at vera við í íslendska partinum, tá føroyskir útbjóðarar eisini eru við. - Men vit eru í Íslandi, og tað er her, vit virka. Mær [...] Mær dámar væl í Íslandi, og vit hava tað gott her yviri. Vit hitta nógv fólk, bæði føroyingar, íslendingar og útlendingar annars, sum koma til landið. Gamalt og nýtt Jóan Karl sigur, at tá Vestnorden Travel
vælkomin og segði nøkur orð. Gunvá helt, at ongantíð áður hevur tørvurin at halda ein sjómannadag verið størri enn í dag, nú fiskivinnan bæði á sjógvi og landi dregist við truplar tíðir. Borgarstjórin vísti [...] tann týdning, sum fiskivinnan hevur havt og framvegis hevur fyri føroyska samfelagið, og hon helt tað avgjørt vera upp á sítt pláss, at ein slíkur dagur verður hildin um árið - til heiðurs fyri okkara [...] er tann skemtiligi parturin av tilveruni eisini partur av teimum - ja, ein týðandi partur, sum ger tað lættari at koma ígjøgnum tær tungu løturnar, segði landsstýrismaðurin.
á listanum hjá Tjóðveldi til næsta væl, so sigur hann, at tað verður hann ikki – í øllum førum ikki, sum støðan er nú. Vit kunnu siga, at tað liggur í blóðinum at vera tjóðveldismaður, tí Eirikur í Jákupsstovu [...] Erlendi Patursson. – Eg havi altíð verið tjóðskaparmaður og havi altíð hildið, at vit í Føroyum klára okkum upp á okkara egnu fortreytir. Men eg havi ikki verið virkin limur í Tjóðveldi, sigur Eirikur [...] fyri samskiftinum hjá flokkinum úteftir og hjálpa til við politikkmenning hjá flokkinum. Tað er soleiðis, at politisku flokkarnir fáa stuðul frá Løgtinginum til skrivstovuhald, og størri
Tað var nú spell, at eg ikki fekk tað við, tá vit sigldu inn, men nú er onki at gera við tað. Vit eru langt innan fyri bæði Svartasker og Den Smukke Ø, sum liggja á siglingarleiðini. Soleiðis tekur Jógvan [...] at bryggjuni, men kastað akker. Og tað hevur sínar grundir. So lítið er eftir av tí meir enn 200 metrar longu bryggjuni, at ikki er ráðiligt at fara ov nær. Bert tað innasta hornið undir tí gamla frystihúsinum [...] útróðrarstøðir í Grønlandi. Dagurin er 17. august. Árið er 1996. Eg má fara upp at hyggja meg um. Tað er slævið veður. Dekkið er vátt, og skaddan hongur niður yvir Føroyingahavnina. Fyrsta sjónin er ein