Tá klokkan var farin um 11 í dag, setti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, Føroya Sjómannadag í allar bestu líkindum í Klaksvík. Hópur av fólki var til setanina, har borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, fyrst beyð vælkomin og segði nøkur orð.
Gunvá helt, at ongantíð áður hevur tørvurin at halda ein sjómannadag verið størri enn í dag, nú fiskivinnan bæði á sjógvi og landi dregist við truplar tíðir.
Borgarstjórin vísti á tann týdning, sum fiskivinnan hevur havt og framvegis hevur fyri føroyska samfelagið, og hon helt tað avgjørt vera upp á sítt pláss, at ein slíkur dagur verður hildin um árið - til heiðurs fyri okkara sjófólk.
Gunvá við Keldu endaði við at lesa upp úr yrkingini ?Mítt hav?, sum Regin Askham hevur yrkt um ein buldrasligan túr heim úr Íslandi við Jøkul.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, helt eina mergjaða setanarrøðu, har hann vísti á, at sjómannadagurin er dagurin, tá sjófólk og fleiri, ið standa teimum nær ella kenna seg at hava samleika við tey, steðga á, og lata eina samanrenning fara fram millum mentan, álvarsemi, skemt og spæl.
- Samanrenning styrkir samanhaldið tykkara millum, eins og hon leiðir fólk úr øðrum økjum í landinum at tykkara leiðum. Á henda hátt fáa tey innlit í eina síðu av tykkum sjófólkum, ið ikki er sjónlig í dagliga stríði tykkara.
Hann vísti á, at henda síðan vísir okkum, at sjálvt um sjófólk eru von at kenna avbjóðingar, mótgang og tung tøk, so er tann skemtiligi parturin av tilveruni eisini partur av teimum - ja, ein týðandi partur, sum ger tað lættari at koma ígjøgnum tær tungu løturnar, segði landsstýrismaðurin.