bæði ung og vælútbúgvin fólk bæði í smartum, nýmótans klæðum og turriklæðum. Tað er tó øðrvísi á bygd, har samfelagið helst er meira siðbundið. Men Egyptaland er ikki beinleiðis sekulariserað, og er helst [...] fingið frið. Og tað er í sær sjálvum vert at geva gætur. Tommy Petersen undirstrikar fleiri ferðir í samrøðuni, at muslimar sjálvandi eru ymiskir og fjøltáttaðir eins og flest onnur fólk, og at munur er [...] á formellum og ikki á einum persónligum støði. - Fólk eru ógvuliga forvitin og spyrja nógv um Danmark. Teir smærru handlarnir selja danskar vørur - Ein keta sum eitur Metro, sum finst her og helst eisini
eru eyguni og hárið so yndislig, at barnið verður vakurt. Hesar myndirnar minna á tað, sum verður sagt um nútímans børn og ung: Tey eru lin í kongunum av at sita still framman fyri sjónvarpi og teldu; høvdið [...] Svensson. Mynd og tekstur Jóna Rasmussen og Randi Martin seta saman mynd og tekst. Í grafisku myndunum hjá Jónu er teksturin líka nógv mynd sum mál. Myndirnar hjá Randi Martin eru etsingar og hava tekniseriudám [...] í staðin speirekur og lítur hann at fólki - eina mest monnum - og undranarverdu gerðum teirra. Á framsýningini er hetta til skjals í myndini "Krákuting" av ernum krákum í jakka og slipsi á pisshúsi. Hin
Gundadali, millum Havnará og eina djúpa veit, stóð eitt reytt hús við hvítum vindeygum og grønum hurðum. Ein hugnalig og eitt sindur forfjónað smátta á at líta í einsemi millum fløtur og heyggjar. Um veturin [...] Viðhaldsmenn og kvinnur gingu eisini eftir tí lítlu træbrúnni yvir um veitina millum vøllin og húsið. Tey vildu vera so nær húsinum og spælarunum, sum til bar, tá teir runnu á vøllin og av vøllinum. Var [...] um summarið við hurðum og vindeygum upp á víðan vegg og einum felagsmerki í húnarhátt. Hetta var HB-húsið, fyrst eg minnist. Higar stevndu ungir menn til venjingar gerandiskvøld og til fótbóltsdyst sunnudag
umborð á flúgvar-um og vøkunætur á hotellum. Við grundarlagi í mær sjálvum og børnum okkara, vil eg viðgera málsligu fortreytirnar, vit føroyingar hava fyri at taka lut í altjóða og norðurlendskum samstarvi [...] skilabesta íløgan eg havi gjørt. Ein summarferia og kr. 45.000 er nógv við nýggjum húsum, nýútbúgvin við lestrar-skuld og við tá tveimum smádreingjum - 0 og 3 ár. Tað syrgiliga er, at umstøðurnar hjá mínum [...] stinn í enskum. Danskt kann ikki brúkast. Mítt uppskot er at býta enskt og danskt um í skúlanum, so danskt verður triðja mál og enskt næsta mál. Hetta er ikki ein kritikkur av føroyska skúlanum ella føroysku
stuttir og óendaliga langir ? høgir og lágir ? fylti hon salin og søkjandi oyruni afturvið friðarligu rútmuni og frálíku solotónunum úr kassaguitaranum hjá tí vælleikandi og vælupplagda Ólavi. Bæði hava [...] tiltakið og høvdu goldið sínar 60 krónur fyri atgongumerkið, sum ein ung genta seldi við inngongdina, fóru ríkaði við tónleiki, upplestri og ymiskum frásagnum avstað aftur. Hugtakandi var at sita og lurta [...] lurta eftir vøkru fiól-og guitartónunum hjá Moniku Stauss Joensen og Ólavi Jakobsen. Áhugaverdu frásagnirnar hjá Ólavi um kendu og navnframu tónleikasmiðirnar og ein part av teirra lívi, góvu líkasum løgunum
kenslur. Bjørgini eitt nú eru ikki bara vøkur og hugtakandi, men tey eru eisini ræðandi. Ljósið er blendandi og ljóðið ógvuliga hart. Bjørgini eru so stór og menniskjan verður so lítil afturímóti. Hetta [...] list. - Mær dámar væl at eksperimentera. Eg royni alla tíðina ymisk sløg av máling og svertu, og blandi máling, grafikk og tøkni sum heild saman fyri at finna tað úttrykkið, sum mær dámar. Forðar tilfarið [...] lørift og prentað. - Sker tú í træ ella linolium, ber illa til at fjala nakað. Eins og ein blýantstekning. Tað einfalda er mangan truplari enn tað fløkta, sigur Astri Luihn, sum bæði arbeiðir heima og á verkstaði
varð alt virkið endavent og umbygt til at arbeiða flak og frysta vøru. - Ein orsøkin til, at vit løgdu um frá saltfiski til flak, var, at toskurin gjørdist so dýrur at keypa og tí, at saltfiskaframleiðslan [...] tók seg uppaftur, og í Norðoyggjum eru nógvir útróðrarbátar, sum veiða hýsu við línu. - Tí valdu vit at leggja okkum eftir at virka hýsu, fyrst og fremst til amerikanska marknaðin, og tað hava vit gjørt [...] kilo, men longu árið eftir og fram til ársskiftið, var miðalprísurin 13 kr. fyri kilo. - Bankin vildi fíggja umleggingina, og tí løgdu vit á annan bógv, sigur hann. Feskt ? og fryst Norðfra keypir í fyrsta
í hann og so fiska eina geddu við einum og hvørjum fiskireiðskapi. Fiskurin verður fyltur við rísi og turkaðum blommum og stoktur í ovninum. Nógvir finnar, serliga tey sum liva av jarðbrúki og tey um búgva [...] lungu, hjarta og livur úr henni og kóki eg tað saman við leyki, hvítum pipari og lauberjabløðum. Síðani taki eg gamalt fransbreyð, mæli tað væl við ein kvørn, so taki eg súrepli og blommur og koyri alt inn [...] sálmar og hornblástur at hoyra. - Hann lýsir frið yvir jólini, og øll tey, sum bróta lógina millum jól og nýggjárs fáa tvífaldaða revsing. Tað heldur fólki frá at gera nakað tey ikki eiga, og tað haldi
1. ..er væltalandi og sjarmerandi 2. ..er egosentriskur og stórlætisørur 3. ..hevur støðugan tørv á spenningi og nýggjum innskotum 4. ..lýgur og burturforklárar 5. ..er svikaligur og manipulerandi 6. . [...] longum, svørtum eiturtøkutonnum og spískum klóm, krøkir seg náðileyst í krovið á offrinum. Og hann sleppur ikki, fyrr enn tað er sundurskrætt – bæði innan og uttan. Við lygnum og sjarmu manipulerar hann fólk [...] psykopat í starvi. Hann er óútrokniligur og tænir bara einum harra: sær sjálvum og sínum egnu áhugamálum. Og hann himprast ikki fyri at at brúka øll hugsandi og óhugsandi vápn fyri at røkka málinum, sum
fyllir fimm um tríggjar vikur, gongur og melur. Hon bíðar eftir pápa sínum, tí tey bæði skulu út í garðin at arbeiða. Margretha setur kaffi, te og køkur á borðið og sessast saman við hinum. Uttanfyri hongur [...] púra vist, og hon er ongantíð blivin til ta somu aftur. Men enn tann dag í dag práta vit nógv um hann, og vit flenna at ymsum stuttligum, sum hann kundi finna uppá. Steindor var ein so fittur og hjálpsamur [...] fluttur á Landssjúkrahúsið og lagdur undir skurð, tí hann hevði fingið álvarsamar løstir í høvdið, og síðani í respirator. Men hann megnaði ikki at vinna kampin móti deyðanum, og hann doyði fyrrapartin sama