sjóvarmálan beint sunnan fyri munnan til Eysturoyartunnilin á Strondum hevur Sjóvar kommuna lagt tunnilsgrót út á sjógv, soleiðis at her nú liggur eitt øki, sum er einar 12.000 til 13.000 fermetrar í vídd [...] saman. Borgarstjórin vísir á, at Sjóvar kommuna ikki hevur nøvnini “sjóvar” og “sjógv” av ongum. Sjógvurin hevur altíð fylt nógv í kommununi, og her á nýggja økinum hugsa tey nú tankar um bústaðir, kafé’ir [...] her. Sjóvar kommuna er nú í samband við arkitektar um, hvussu økið niðri við sjóvarmálan kann skipast. Tað, at kommunan ikki ætlar sær at hava vinnu á hesi útfylling, sum er komin burtur úr tunnilsgrótinum
úr Vági, sum Dánial Jákup á Breyt í Hvalba førdi. Vit komu so á Vág. Tá var vegurin upp á Tvøroyri ikki gjørdur. So vit fingu ein 30 tonsara, Fagriklettur, at føra okkum upp á Tvøroyri. Hesir menn vóru [...] sum eru til. Vit fóru seint avstað. Tað bleiv so trupult at fáa fólk. Vit mynstraðu á Tvøroyri 29 juni. So var farið norður til Havnar at taka útgerð og at fáa nakrar manns afturat. Har fingu vit so tríggjar [...] Har lógu vit í eina heila viku, áðrenn vit sluppu avstað aftur. Tað var langligt at liggja har so leingi, men hjá okkum, sum ungir vóru, gekk tíðin á ymiskan hátt. Vit vóru nógv í landi, so vit komu at
sum vit ikki hava ásannað enn, er at tað býr nakað í okkum øllum, sum sigur tað, at vit eru føroyingar, og at vit búgva í Føroyum, sum TÍVERRI ikki er eitt ordiligt land enn, men sum vit, um vit standa [...] sjálvt, at um vit loysa, so mugu vit hava eina so góða avtalu við Danmark sum gjørligt, líkamikið um vit eru sambands-, javnaðar-, sjálvstýris-, miðflokka-, fólkafloks- ella tjóðveldisfólk. Tað eru altso ikki [...] flokk tú nú einaferð valdi á síðsta vali ella hvat familjan og vinirnir velja og halda. Tað er tú, sum skalt trúgva upp á teg sjálvan, taka ræði á landi tínum og gera tað, ið tú innast inni kennir á tær er
legendunum í Vágum, og í kvøld fara amerikansku sangararnir á pallin á Vágsbøi, har teir fara at syngja sínar kendastu sangir. Tað eru sangir hjá eitt nú Rainbow, Toto og Chicago – alt bólkar, ið føroyingar hava [...] dag til landið, eftir at fleiri teirra spældu á konsert í Svøríki í gjárkvøldið. Joe Lynn Turner, Bobby Kimball, Bill Champlin og Robin Beck eru øll komin til Føroya í dag. Í gjárkvøldið høvdu teir tríggir [...] eftir. Framførslan hjá “Legends – Voices of Rock” verður í kvøld kl. 22.00, og verðurforsøgnirnar eru sera góðar. Tað verður gott og turt veður í Klaksvík í kvøld.
hevur verið á Landsverki í dag í sambandi við bygging av Depli í Runavík fyri fjølbrekað børn. Byggivirkið KBH á Toftum eigur lægsta boð. Tað boðar Landsverk frá. Fýra tilboð vóru komin inn, tá lisitatión [...] kostnaðarmetingini, sum er 20.065.950 krónur. Tað eru Arkitektar 99, ið hava teknað bygningin. Ráðgevarar eru KJ-Elráð, HMP-Consult og PB-Consult. Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini [...] Runavík fyri børn við fjølbreki. Lægsta tilboð eigur Sp/f Byggivirkið KBH, sum ljóðar á 15.083.090 krónur. Næstlægstir eru Sp/f TN-Bygging við 15.996.840 krónum, og síðani koma P/f Articon við 17.949.462 krónum
privatari fígging, verið á fundi við borgarstjóran, og í samrøðu við sjónvarpið váttaði Niels Mortensen, at teir hava funnið tær 109 milliónir krónurnar, sum teir fóru eftir. Men nú eru príshækkingar allastaðni [...] allastaðni, og tí eru tey í býráðnum komin til ta niðurstøðu, at høllin verður 25 milliónir dýrari at byggja. 25 milliónir, sum teir grunnar, sum hava játtað pengar, ikki eru sinnaðir at rinda, men sum Tórshavnar [...] Ætlanin ljóðaði upp á 218 milliónir krónur. Tórshavnar kommuna hevur játtað at rinda helmingin, 109 milliónir krónur. Í dag hava teir báðir, Niels Mortensen og Tummas Justinussen, sum hava verið úti og
fíggja vit radaran í Føroyum Nú, tá vit hava sett okkum fyri, at tað bert skulu vera vit, sum skulu eiga og reka radaran, so verður næsti spurningur; hvussu fíggja vit radaran? Tað verður gjørt á hendan [...] sum fleiri løgtingslimir hava verið inni á, so hava vit onki at geva ES fyri at fáa betri handilssømdir, tí vit hava givið ES alt, sum gevast kann. Nú hava vit høvi at gera okkum galdandi, og latum okkum [...] Tann veruligi kostnaðurin á radaranum liggur sikkurt á umleið eini 60-70 millionir. Hetta kunnu vit avgjørt fíggja sjálvi. Meira pengar at heinta, um vit yvirtaka loftrúmið Um vit yvirtaka loftrúmið, so verður
síðani hátíðarhildu tey í Rituvík, at missiónsarbeiðið í bygdini hevur eina heila øld á baki, og nú er túrurin komin til eina aðra bygd í Eysturoy, nevniliga Strendur. Tað kann onkuntíð vera eitt sindur [...] spírarnir á Strondum Fyrsti spírin til missiónsarbeiðið á Strondum var tann blaðunga strandagentan Súsanna Danielsen, Sanna í Stovugerði. Hon hevði verið sjúk eitt skifti í Havn, og har var hon komin í samband [...] ætlan, og so varð farið til verka. Missiónhúsið varð vígt á heysti í 1936. ##med2## Nýtt missiónshús Missiónshúsið á Strondum hýsti missiónsarbeiðinum á staðnum heilt til nýggja missiónshúsið varð tikið í nýtslu
av hesi kanning hevur nú við sær, at felagið hjá yvirlæknanum hevur fingið heimspatent upp á nýggja serliga vitamintablett við lýsi, vitaminum og mineralum. - Fólkakanningin, sum vit gjørdu í Klaksvík, hevur [...] felagið hjá Leif Knudsen hevur fingið heimspatent upp á hana, og nú tíðindini frættast um tablettina, er áhugin uttan fyri Danmark fyri henni rættiliga komin til sjóndar. - Í løtuni kanst tú fáa kapslar við [...] sum í dag er yvirlækni á Grenå Centralsygehus og er serkønur í gigtasjúkum, Hava tað betur hóast sjúk - Tá eg kom til Føroyar at arbeiða, gjørdist eg varugur við, at føroyingar eru ikki líka illa plágaðir
eisini saman við teimum. Eru teir nevndir eru teir kendir. Hanus G. Johansen, Niels Midjord, Jógvan Andrias Joensen eru allir fyrrverandi næmingar og hava gingið á vísulinjuni á Nordiska Folkögskolan í [...] undirhalda við frásøgunum, sangunum og vísunum. Og nú eru teir komnir til Føroya. Sangirnir, vísurnar og søgurnar knýta seg at umráðunum har Taube og Bellman eru ættaðir og har teir báðir Nils og Lennart hava [...] Úr Svøríki er komin vitjan. Tað eru Nils Zandhers og Lennart Thorstensson, sum siga frá og syngja sangir og vísur hjá Taube og Bellman, umframt einstakar hjá Astrid Lindgren, Dan Andersson og Birger Sjöberg