Tað er á hesi útfylling, dygst við sjóvarmálan uttan fyri tunnilsmunnan á Strondum, at tey í Sjóvar kommunu eru farin at droyma um nakað heilt serstakt. Mynd: Álvur Haraldsen

Tað eru spennandi ætlanir við hesi útfylling

Sjóvar kommuna er í samband við arkitektar um, hvussu hetta økið kann koma at síggja út. Kommunan ætlar ikki, at her skulu standa kaldir goymslubygningar, sum ofta er vanligt á slíkum útfyllingum.

Tað er á hesi útfylling, dygst við sjóvarmálan uttan fyri tunnilsmunnan á Strondum, at tey í Sjóvar kommunu eru farin at droyma um nakað heilt serstakt. Mynd: Álvur Haraldsen

Niðri við sjóvarmálan beint sunnan fyri munnan til Eysturoyartunnilin á Strondum hevur Sjóvar kommuna lagt tunnilsgrót út á sjógv, soleiðis at her nú liggur eitt øki, sum er einar 12.000 til 13.000 fermetrar í vídd. Stórt grót er lagt fram við allari útfyllingini og sjósíðuni, soleiðis at planeringin er tryggjað móti aldu.

 

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, avdúkar, at kommunan hevur spennandi ætlanir - ella tankar - við hesum øki. Vanliga hevði eitt slíkt øki verið brúkt til havnalag og kaldar goymslubygningar. Men, her hugsa tey í Sjóvar kommunu heilt aðrar tankar, har bústaðir og smávinna kunnu flættast saman.

 

Borgarstjórin vísir á, at Sjóvar kommuna ikki hevur nøvnini “sjóvar” og “sjógv” av ongum. Sjógvurin hevur altíð fylt nógv í kommununi, og her á nýggja økinum hugsa tey nú tankar um bústaðir, kafé’ir og ymiska smávinnu í niðastu hæddini í tí, sum her kann verða bygt. 

 

Artur Johansen sigur, at enn eru hesir tankar so nýggir, og tí kann hann ikki siga so nógv um, hvat kann fara at spyrjast burtur úr hesi planeraðu útfylling.

 

- Men, vit hugsa um at skapa eitt umhvørvi her niðri við sjóvarmálan, sum eisini ber brá av tí maritima, sigur hann.

 

Borgarstjórin vísir á, at ein avbjóðing er landsvegurin, sum gongur oman fyri, og hvussu tað kann lata seg gera at integrera økið við sjóvarmálan til gomlu bygdina. Enn er alt so nýtt, og seinni verður meira at frætta um, hvussu hetta økið kann koma at síggja út, og hvørjir møguleikar verða her. 

 

Sjóvar kommuna er nú í samband við arkitektar um, hvussu økið niðri við sjóvarmálan kann skipast.

 

Tað, at kommunan ikki ætlar sær at hava vinnu á hesi útfylling, sum er komin burtur úr tunnilsgrótinum, merkir tó ikki, at tey ikki hugsa um vinnuvirksemi, sum hevur so stóran týdning fyri kommununa. 

 

Sjálvandi gera tey tað, og borgarstjórin dylur ikki fyri, at tey fegnast um hvørt einasta eitt arbeiðspláss í kommununi.

 

Artur Johansen sigur, at kommunan arbeiðir við einum øðrum og nógv størri øki til vinnuligt virksemi. Talan er um eitt økið beint oman fyri bygdina Innan Glyvur, men hetta er ikki jørð, sum kommunan eigur í løtuni.

 

Í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús mánadagin, verður vitjað í øllum kommunum í Eysturoy, íroknað í Sunda kommunu, sum bæði er í Eysturoy og Norðurstreymoy, og her verður greitt frá ymiskum, sum hendir kring um í kommununum.

 

 

Tað er á hesi útfylling, dygst við sjóvarmálan uttan fyri tunnilsmunnan á Strondum, at tey í Sjóvar kommunu eru farin at droyma um nakað heilt serstakt. Mynd: Álvur Haraldsen