Handilsskúla um kvøldið. Hetta tók trý ár. Lis giftist 9. august 1969 við Jógvan av Eiði, sonur Lisu og Eliesar Hammer. Tey vildu royna nakað nýtt og fluttu til Danmarkar í 1971. Her arbeiddi Lis á teknisku [...] og Katrinu f. Joensen, bóndadóttir úr Innistovu norðuri í Vági. Lis er fødd í Nes/Vági. Tey fluttu til Havnar, tá ið hon var 9 ár. Lis fór fyrst í kommunuskúlan og síðan í millum- og realskúlan. Her var [...] við verkfrøðingum og politistum frá Ríkispolitinum í einum spennandi starvi í 6½ ár. Síðani fóru tey til Nuuk í Grønlandi, har Jógvan hevði fingið arbeiði sum telefonverkfrøðingur á Tele Grønland. Har búðu
Thorshavns Mellem- og realskole og fór sama árið út á VBV at lesa til student. Hann gjørdist nýmálsligur studentur í 1949, og fór til Danmarkar at lesa medicin í 1950. Kjøpinhavn møtti hann Margrethu [...] stuttleikaskaldinum Molière. Viðhvørt plagdu vit studentafelagslimir at eggja honum til at týða Molière til føroyskt, men hann hvepti seg við, tí tað átti helst at vera í bundnum og rímandi máli [...] Emil Jacobsen og førdi ein av mjólkarbátunum hjá Meiaríinum í nógv ár. Rutu-bátarnir sigldu til bygdirnar við Skálafjørðin og inn í Sundalagið, so Linjon var frá barnsbeini vælkendur á teimum
hjá Carl Johansen, presti. Teir fóru so víðari til Sørvágs. Her vóru ikki færri enn 80 fólk á fundi, sum vardi í heilar tríggjar tímar. So til gongu til Miðvágs, har tað vóru 60 fólk á fundi. Í Kvívík [...] Mittún fyri avhaldsfelagið. Teir fóru við »Smirli« úr Havn til Vestmanna 25. september. Eftir 12 tímar, har lagt var at í ymiskum bygdum, komu teir til Vestmanna, har teir hildu fund. Tað var so óheppið, at [...] Kvívík var farið til Kollafjarðar, men her var fólkið farið í grind, so tað vóru bert 20 fólk á fundi. Dagin eftir 2. oktober róði manning teir yvir á Hvítanes, haðani teir gingu til Havnar. Har var fundur
boðin heim til nýggjar vinir at fáa ta siðbundnu høgtíðarmáltíðina. Øll, sum hava ráð, slakta eina kúgv ella ein seyð, og býta kjøtið í tríggjar partar. Ein partur fer til tey fátæku, ein til vinir og grannar [...] mannagongdin kann verða bøtt til eitt komandi val. Væntandi kemur Linda heim aftur um miðjan januar. Hon skal vera við til at gera fyribils niðurstøðuna, áðrenn hon sleppur til hús. Vit kunnu so bert vóna [...] fara til Noregs við Norrønu. Á hendan hátt fekst at vita um arbeiðið hjá Lindu, sum má sigast at vera stak áhugavert og spennandi. Hon er nevniliga við einum eygleiðaraliði hjá ES, sum ferðast til ymisk
boðin heim til nýggjar vinir at fáa ta siðbundnu høgtíðarmáltíðina. Øll, sum hava ráð, slakta eina kúgv ella ein seyð, og býta kjøtið í tríggjar partar. Ein partur fer til tey fátæku, ein til vinir og grannar [...] mannagongdin kann verða bøtt til eitt komandi val. Væntandi kemur Linda heim aftur um miðjan januar. Hon skal vera við til at gera fyribils niðurstøðuna, áðrenn hon sleppur til hús. Vit kunnu so bert vóna [...] fara til Noregs við Norrønu. Á hendan hátt fekst at vita um arbeiðið hjá Lindu, sum má sigast at vera stak áhugavert og spennandi. Hon er nevniliga við einum eygleiðaraliði hjá ES, sum ferðast til ymisk
Íslandi. Men tilknýtið til Føroyar er framvegis so mikið stórt, at hon heldur føðingardagin í Føroyum. Tað kann hon saktans gera, tí Lina hevur alla sín tíð havt so mikið av samband til Føroyar, at her hevur [...] sonin Herolv Andreassen, sum seinni gjørdist ein av okkara fremstu sangarum. So til Íslands Í 1946 fara Lina og Herolvur til Íslands, og fór hon at arbeiða á tuberklahospitalinum á Vifilstøðum í Garðabær [...] Fyrsta starv Lina hevði eftir, at hon giftist, var á Reykjavíkar apoteki. Her var hon í 5 ár. Síðan fór hon at arbeiða á katólska sjúkrahúsinum Landakoti, og her var hon til hon gavst at arbeiða. Í 1953 flutti
frá fólki til fólk. Men fáur sleppur tó heilt óskalaður í lívsins leiki. Tað er, sum maðurin segði: Eingin sleppur livandi frá lívinum. Eg kom at kenna Hannu, tá ein av brøðrum mínum giftist við dóttur [...] størsta grunnbrotið, og hetta varð so hennara bani. Hon kom ongantíð fyri seg aftur. Tað er við takksemi til hennara, sum nú hvílur undir moldum, at eg skrivi hesar fáu reglur. Væl verma allar hosurnar, eg fekk
Meistarar 3 ár á rað og fóru uttanlands - til Noregs - at spæla fótbólt, sum ikki var vanligt tá á døgum. Fótbóltur hevur fylt nógv í lívi hansara. Hann er nærum til hvønn dyst hjá B36, tá teir spæla í Gundadali [...] mistak. Karl Johan sat í nevndini hjá B36 frá 1946 til 1951. Undir krígnum var Karl Johan stórur smádrongur og minnist hann alt kríggið frá byrjan til enda. Mangar eru søgurnar, hann hevur at siga frá [...] beint frammanfyri eygunum á teimum. Karl Johan valdi sær handverksleiðina sum livibreyð. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Vilhelm Nielsen, og fór seinni á maskinmeistara skúla. Hann sigldi í nøkur ár við
tíggju systkjum. Í 1954 giftist Levi við Margretu ella Gretu. Hon er ættað úr Fuglafirði, dóttur Janu og Poul Nolsøe Olsen ella Leirvíks Poul, sum hann varð nevndur. Greta kom ung til Klaksvíkar, har hon var [...] tey fyrstu búgva í Klaksvík, og Mirjam býr í Runavík. Barnabørnini eru sekstan. Levi fór blaðungur til skips, og á sjónum var hansara arbeiðslív. Fyrsta skipið var trolarin Dragaberg, sum Jóannes, beiggi [...] fyri møtirøðum í Hirtshals um sumrarnar, og so var tað, at Malta varð keypt, og Greta og Levi fluttu til Danmarkar, har tey framvegis búgva. Heilt frá smádreingi av hevur Levi verið kendur fyri at bera Guds
Leo til ein av okkara starvsfeløgum á Sosialinum. Tað liggur sera væl fyri hjá honum at skriva, og hann er ikki bangin fyri uppgávum – hvørki kendum ella ókendum. Hann hevur eitt serligt hegni til at lýsa [...] frásagnir um hin tiltikna 11. september, ið skakaði alt USA og stóran part av heiminum við. Mostir Leo giftist í sínari tíð yviri í USA, og tí eigur hann systkinabørn við familju har yviri, sum hann nú er farin [...] Áðrenn hann fór, helt Leo skemtandi fyri, at hann var biðin um at hava nøkur røst seyðarhøvd við yvir til Bill Gates – ella kanska fóru teir báðir bara eftir havhestaungum, nú tann tíðin er. Skemtiligur kann