Vanligt er, tá orð verða søgd um fólk, ið hava merkisdagar, at byrja við byrjanini. Men í dag fara vit at byrja við tí, sum Leo fæst við í dag. Í nógv ár hevur hann fingist við journalistiskt arbeiði, tey nógvu árini í Dagblaðnum.
Leo byrjaði á Sosialinum 12. mars í ár. Hann hevur verið trúgvur, dugnaligur, nærlagdur og hevur lagt nógv fyri hesa tíðina, hann hevur verið ein partur av journalistisku manningi á blaðnum.
Nú hann fer um tey fimmti, er hann staddur í USA, men tað er ikki tí, at vit hava sent hann yvir hagar at skriva frásagnir um hin tiltikna 11. september, ið skakaði alt USA og stóran part av heiminum við.
Mostir Leo giftist í sínari tíð yviri í USA, og tí eigur hann systkinabørn við familju har yviri, sum hann nú er farin at vitja og heldur føðingardagin saman við.
Áðrenn hann fór, helt Leo skemtandi fyri, at hann var biðin um at hava nøkur røst seyðarhøvd við yvir til Bill Gates – ella kanska fóru teir báðir bara eftir havhestaungum, nú tann tíðin er.
Skemtiligur kann hann vera sum fáur – og ikki undur í, at hann og bygdamaður hansara, Aksel, á sinni gjørdust stuttligastu menn í Føroyum í kapping við aðrar stuttligar føroyingar.
Leo og Liljan giftust, tá tey vóru blaðung, men fyri nøkrum árum síðan dróg sundur teirra millum. Tey eiga døturnar, Tanju og Sheanne, sum báðar eru vaksnar.
Tað var ein bilsin og fegin starvsfelagi, sum seint í summar fortaldi okkum, at døturnar høvdu givið sær eina ferð yvir til USA í føðingardagsgávu, nú hann fór at runda tey hálvthundrað í heyst.
Leo er sonur Anfinn og Merry Poulsen í Nólsoy. Abbin í faðirættini var Kjeld, vanliga róptur Kjeld í Nugga, og ommuna róptu vit Lolla. Hon var av Lítlaheygsættini í Hósvík, haðani langomma mín, Elspa, eisini var. Tær báðar vóru systrar, sum giftust út til Nólsoyar.
Hóast vit nærstan eru javngamlir, havi eg onkuntíð argað Leo við, at hann er eitt heilt ættarlið eldri enn eg!
Foreldrini hjá Leo eins og abbin í faðirættini fingust við handilsligt virksemi. Tá vit vóru smádreingir, høvdu tey saltfiskakjallara í bygdini, sum í tíðarskeiðum, tá útróður var, gav arbeiði til fleiri hendur. Tey høvdu handil, og Anfinn gjørdist eisini ein av frægu reiðarunum í Nólsoy í sínari tíð.
Leo átti tvey onnur systkin – Unu, sum er deknur við Nólsoyar kirkju og Eskild, sum doyði fyri nøkrum árum síðan.
Liðgur við barnaskúlan í Nólsoy, fór Leo til Havnar í framhaldsskúla og haðani á studentarskúla í Hoydølum, har hann seinni gjørdist studentur.
Í fleiri ár var Leo ein av grundstuðlunum undir Dagblaðnum, har hann bæði skrivaði og seinni eisini fekst við at seta blaðið upp og gera tað klárt til prentingar.
Starvsfelagar hansara vóru eitt nú Óla Jákup Rólantsson, Christian Andreasen, sum í dag er kendur løgfrøðingur – og so Óli Breckmann, sum í mong ár var blaðstjóri og krumptappurin í øllum, sum hevði við Dagblaðið at gera.
Leo arbeiddi eisini hjá Poul Hansen, heilsølu, í fleiri ár.
Í nøkur ár tók hann sær av at prenttilgera FF-blaðið, sum Føroya Fiskimannafelag gav út. Her høvdu vit eitt sera gott samstarv. Eitt skifti hjálpti eg honum at skriva mánaðarblaðið Land & Fólk, sum hann gav út nakrar ferðir, og eisini her var samstarvið fyrimyndarligt.
Seinnu árini hevur hann fingist við ymiskt fyrifallandi, og eitt nú var hann við til at byggja nýggja havnalagið í Nólsoy fyri fáum árum síðan.
Hann hevur eisini roynt seg sum útróðrmann umborð á útróðrarbátinum Tóru, sum Rúni og Bárður eiga.
Flestu, sum ikki kenna Leo frá blaðskriving, munnu hava hoyrt navnið nevnt í samband við fótbólt, har hann í fleiri ár var ein av áleyparunum í bestu deildini hjá B36 og seinni eisini hjá LÍF.
Sum yngri minnist eg, at hansara favoritlið í ensku fótbóltskappingini var Leeds, men síðan liðið er dottnið niður ímillum, hevur minni verið at hoyrt um hetta.
Vit eru sera fegin um at hava fingið Leo til ein av okkara starvsfeløgum á Sosialinum. Tað liggur sera væl fyri hjá honum at skriva, og hann er ikki bangin fyri uppgávum – hvørki kendum ella ókendum. Hann hevur eitt serligt hegni til at lýsa málini við orðum, sum øll skilja og kunnu lesa.
Við hesum fáu orðum ynskja vit starvsfelaga okkara hjartaliga tillukku við degnum og ynskja honum eina góða ferð handan hav.
-vilmund.










