samanborið við samlivandi pensjónistar. – Man hevur sæð ígjøgnum fingrar við, at sambúgvandi fáa tað sama sum støk, so vit mugu lyfta hin partin upp, sum eru hjúnini, so tey ikki skulu blíva við at vera fyri [...] . – Tað kostar kanska einar 60 milliónir krónur, sum kann ljóða sum ein stór upphædd, men er talan um ein skeivleika, eiga vit sum politikarar sjálvandi at rætta hann. Sum sagt, verður uppskotið viðgjørt
fortelja um sítt lív sum topp-rockari í Danmark. Vit í Sosialinum hava ringt til Brian Sandberg og spurt hann eitt sindur nærri um hendan fyrilesturin, hann skal hava í Føroyum. – Eg fari at fortelja um mítt [...] einari kjarnufamilju? Tað fari eg at fortelja um, sigur Brian Sandberg við Sosialin. Skilir væl um fólk eru kritisk Men hví skal man lurta eftir einum manni sum Brian Sandberg? Einum manni, sum hevur verið [...] spyrja kritiskt inn til mín. Men tá tað er sagt, so haldi eg ein fyrilestur um mítt lív, bæði tað ringa og góða, har eg jú fortelji um baksíðuna av medaljuni. Tí eg havi sanniliga sæð baksíðuna av medaljuni
fella enn av longsli. Tað hevur verið eyka hart nú um jólini, og tá eg fekk boðini um, at eg nú var ársins føroyingur, tá bleiv eg enn meira rørdur av tí sama, sigur hann og peikar errin á sín vinstra undirarm [...] gøtuna klokkan 16 um dagin, og klokkan 21 kundu tey koma aftur, um tey manglaðu eina song. Tað orkaði eg ikki. Fyrst gjørdu vit eina terassu, men tað regnar jú meira enn 300 dagar um árið, so tað riggaði [...] tímar um samdøgrið. Tað dámar mær væl, tí tað var ikki til at halda út at blaka fólk út, sigur hann. Áðrenn Martin bleiv leiðari, var tað møguligt hjá búfólkunum at fáa karantenu í nakrar dagar, um tey ikki
øðrvísi, men vit klára illa nokk at sova millum dystirnar. Men tað er ongin umbering, tí tað er tað sama fyri øll. Vit gleða okkum til dystirnar, sigur Sonni Ragnar Nattestad, ið persónliga er væl fyri. [...] fáa vit at síggja hvussu nógv venjarin vil brúka meg, men eg eri til reiðar. Eg havi ongar skaðar og um venjarin vil hava meg at spæla allar tríggjar dystirnar, so geri eg tað, sigur miðvingurin í miðverjuni
at pengarnir kundu farið til onkra líknandi verkætlan. Um mann ikki setur pengar av til menning, so hendir eingin menning, men vit gera bara tað sama, sum vit altíð hava gjørt, sigur hann og vísir á møguligu [...] gera fiskin øðrvísi Leif Sørensen hevur fleiri tankar um, hvat mann kann umhugsa í mun til at víðarimenna føroyskar matvørur. Hann tekur eitt dømi um fiskavøru: – Kunnu vit gera tað øðrvísi, enn vit gera [...] ordiliga dugir at matgera makrel og sild. Um vit høvdu havt vitanina her í landinum og arbeiddu við at menna hetta, so kunnu vit finna nýggjar vørur. Men tað hugsar eingin um. Vit pakka tað í kassar, frysta tað
Men vit hava fólki til nakað, sum er betur enn hetta, og úrslitini fara at koma, tað er eingin ivi um tað, slær Hendrik Rubeksen fast. – Áttu at avgjørt tíðliga Bárður Olsen skeyt málið, sum í síðsta enda [...] týdningarmikil, tí bæði NSÍ og B36 vunnu sín dyst. HB tapti, so fjarstøðan niður til teir, er nú tann sama sum hon var, áðrenn vit spældu móti teimum, og tað er eisini gott, sigur Bárður Olsen.
Skoradal aftur upp í kappingini, sum varð hildin í apríl. Hesu ferð var manningin ikki heilt tann sama sum í 2023 og bar heitið »gówa«, og hon vann Sement 2024 sannførandi. – gówa er eg. gówa er eitt [...] Skoradal valt, at hon bara vil gera tað, sum fellur henni nátúrligt á pallinum og vita, hvat fólk halda um tað. – Eg havi roynt at tikið tað til mín, sum fólk siga, at eg eri. Eg eri ein rættiliga almennur
bæði her í Vága kommunu og eisini runt um í Føroyum. Hin orsøkin er longdin av skúladegnum, sum eisini hevur stóra ávirkan á næmingarnar. Hava tit nakrantíð hugsa um krøvini, vit sum samfelag seta til okkara [...] svimjing í Sørvági við 5 árgangum, 2 tímar í part um vikuna. Vit fáa tillutað 10 tímar hvørja viku, men trygdarkrøvini frá myndugleikunum siga, at um næmingatalið kemur uppá 15 ella meira, skulu 2 svi [...] næmingunum mistrívist. Onnur orsøkin er rúmvíddin inni í skúlanum. Eg kann taka eina samanbering; á sama hátt, sum við laksi í alivinnuni. Hevur tú ov nógvan fisk í einum aliringi, stressast fiskurin og
undantaksloyvi til at spæla sínar heimadystir her á landi - sjálvt um eingin høll lýkur krøvini. Hondbóltssambandið hevur leingi havt eitt ynski um at fáa eina nýggja høll, so landsliðið sleppur at spæla hei [...] heimadyst uttanlands uttan egnar áskoðarar er ikki tað sama. Tað er jú altavgerandi fyri úrslitið, sigur Gunn Ellefsen. – Vit hava eisini roynt at søkt um undantaksloyvi. Men hvørja ferð hava vit fingið tey [...] verður veruleiki skjótt. – Ein ætlan um at byggja eina høll er ikki nokk, sigur hon. – Beint nú gongur tað bara út yvir menninar, tí har eru krøvini strangari. Men um fá ár, so fer tað eisini at raka kvinnurnar
bæði Ternan og Hasfjord ikki sigla í løtuni, og Erla Kongsdóttir klárar ikki at taka stóra oljubilin um fjørðin. Næstseinasta sunnudag mátti guðstænastan avlýsast, tí kirkjan var ísakøld. Nólsoyingar sluppu [...] verður øgiliga kalt har. Her sita eisini nógv eldri fólk í eldri húsum, so tað verður ræðuliga kalt um veturin hjá teimum, sigur Anja Hartmann Wardum, leiðari á Visit Nólsoy. – Hetta er ikki nakað mann [...] verið ein trupulleiki líka síðan Ternan fór og Erla Kongsdóttir kom sum avloysari. Áðrenn jól var sama skil, og tá vóru eisini fleiri hús, ið blivu turrbrend - millum annað Visit Nólsoy. Sum skilst fáa